mánadagur 14. juli 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á
skránni
vóru
kend
nøvn
sum Páll Finnur Páll, Hanus G.
Johansen, Jens Marni Hansen
og Tinganest, men eisini minni
kend nøvn úr økinum, sum Ester
Kristiansen og Marni Kruse. “Av og
á”, ið ikki hava verið á palli í 20 ár,
vóru eisini á palli við Brúnna.
Serliga Tinganest fekk lív í
fjøldina, kanska tí fólk frøddust
um, at tað endiliga gavst at regna.
Sangurin gekk av tí allarbesta, tá
Tinganest spældu sínar gomlu
slagarar sum "Upp á Tá" og
"Vágagellan". Flestu sungu við, og
onkur dittaði sær enntá at taka
ein dans.
Hans Olivur Joensen, fyri
reikari av “við Brúnna,” er sera væl
nøgdur við tiltakið.
- Tað eru ov fáir pallir til
nýggjar tónleikarar, sigur Hans
Olivur Joensen. Tí var eg glaður
fyri, at hava møguleikan at bjóða
ókendum nøvnum úr økinum á
pall hjá okkum. Tað burdu heilt
vist verið fleiri møguleikar hjá
ungum, óroyndum tónleikarum
at spælt, heldur hann.
- Tá eg hugsi um programmið,
so eri eg sera væl nøgdur. Har var
eitt sindur av hvørjum, okkurt til
nærum allar aldursbólkar. Sum
nevnt, so var tað ein góð blanding
av tí lokala og fólkum aðrastaðni
frá. Eg kann uttan iva siga, at øll,
sum vóru á palli, høvdu uppiborið
at verið har, tað var eingin, sum
fekk ein at hugsa, at hetta tiltakið
var ov stórt til teirra.
við brúnna
Eini 700-800 fólk høvdu leitað sær
til tónleikatiltakið “við Brúnna”
á Oyrarbakka leygardagin.
700-800 við