mánadagur 14. juli 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit bæði fóru við henda túr
saman við eini seksti góðum
fólki. Búðu á Hilton.
Vit
høvdu
næstan
tríggjar dagar at ráða yvir,
og vit vóru tveir ferða
mannatúrar við taksabilum
og hugfarsligum sjaførum.
Sjálvandi gingu vit eisini
sjálvi í býnum. Vitjaðu
handlar og onkra pub.
Fyrsti túrurin var sunnu
dagin, og koyrdu vit runt
og hugdu eftir søgulig
um plássum frá óloysiliga
stríðnum, ið á ein hátt hev
ur vart síðani innrásina av
mest skotum, sum við her
valdshjálp róku katolikkar
nar út í hagan og tóku alla
tað góðu jørðina.
Í løtuni er hampuliga
friðarligt, men sum ferða
leiðarin segði, so er stríðs
málið óloyst og krígsvandin
úlmar altíð.
Millum
trý
og
fýra
túsund fólk eru deyð av
krígsávum seinastu fjøruti
árini.
Katolikkarnir vera nevnd
ir unionistar, tí teir vilja legg
ja saman við Írlandi. Protest
antarnir kallast loyalistar og
orangistar, tí teir vilja onga
ríkisrættarliga broyting hava,
og fáa hjálp frá eingilska
herinum tá á stendur.
Í hesum døgum riggaðu
Orangistarnir
til
skrúð
gonguna 12. juli. Tað er hvørt
ár. Eisini riggaðu teir til bál
ymsa staðni í býnum. Hetta
vóru bál av plattum eini 10-
15 metur høg, og nakað tað
sama í grundflatu. Stórar
beiði. Leygarkvøldið skuldu
bálini brennast, og ovast
á bálið verur sett eitt írskt
flagg!
Í
øllum
býlingum
har
protestantar
búgva,
flaggaðu tey á hvørjum
steyra
við
Union
Jack,
eingilskum flaggi og Ulster
flaggi.
Leygardagin
ætlaðu
katolikkarnir
sær
at
vera
inni
og
bíða
til
provokasjónin hasar av.
Eitt vit sóu var ein stórur
málaður
húsaskjøldur.
Myndin vísti ein ungan
mann, sum var hetja og mar
týrur hjá orangistunum, tí
hann var blivin skotin til
deyðis, aftan á at hann hevði
skotið og dripið fleiri enn 20
katolikkar.
Nakað uttan fyri Belfast
er ein nokso stórur býur, har
eingilska hervaldið heldur
til. Ein veldigur bygningur
hýsir MI5. Njósnaradeildin.
Tey lokalu eyknevna býin
Hollywood. Býurin kundi
eisini itið Little England.
Stríðið snýr seg als ikki
um religión, segði maðurin.
Tað snýr seg um makt og
pengar. Og at veiða blokk
úr Englandi og EU!
Man hetta vera nakað,
vit kenna til í Føroyum!
Annars er arbeiðsloysi
methøgt. Serliga hjá kato
likkunum.
Man
norðurírska
kreppan vera óloysilig?
Tað
sýnist
so,
men
katolikkarnir
fáa
væl
av børnum aftur í móti
protestantunum,
so
um
ikki so mong ár vera teir í
meiriluta, og fara tá at krev
ja innliman í Eire.
Spennandi verður.
Túrurin endaði so við
dystinum ímillum Linfield
og B36. Okkara menn vóru
knáir og raskir, og taptu
ikki. Javnleikur 1-1. Men við
eitt lítið sindur av hepni so
kom B36 víðari í kappingini!
Á katólskum pubbum
hildu tey við B36, tí Linfield
er protestantiskt.
Men stuttligt og deiligt
var at merkja, at vit kanska
60 føroyingar vunnu áskoð
aradystin. Teir kanska 1500
Linfieldfjepparar
muntu
lítið aftur í móti.
Kommununnar gyltan møguleika
Minnisbrot frá
B36-belfasttúri
4. - 8. juli 2014
Sinnisbati undrast og
stendur spyrjandi
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna
Súsanna Olsen, forkvinna
Vegna Sinnisbata
Hanus
Vang
kjak
Tað kom óvart á okkum,
sum hjá so nógvum øðrum,
tá ið vit frættu, at leiðandi
yvirlæknin á Psykiatriska
Deplinum, Tórmóður Stórá
hevði tikið umsókn sína, til
egið starv, aftur. Starvið sum
hann hevur røkt seinastu 8
árini.
Sinnisbati hevur ikki inn
lit í sjálvt málið, og hvørjar
niðurstøður sjúkrahúsleiðsl
an hevur gjørt sær. Men vit
skilja væl, at Tormóður Stórá,
umhugsar sína støðu. At
lýsa eitt starv leyst at søkja
einaferð enn, er eftir okkara
tykki ein ábending um, at
leiðslan metur, at umsøkjar
in ikki er tann best skikkaði?
So kann ein vísa til siðvenjur,
princip og aðrar subtilar
grundgevingar, sum ein vil
– hesar grundgevingar frá
sjúkrahúsleiðsluni eru tor
førar at skilja, og skilja vit
væl hesa útsøgn:
”Tórmóður Stórá sigur,
at hann er ørkymlaður, sum
støðan er. Kann tað hugsast,
at leiðslan vil hava ein annan
profil í leiðarastarvið, er ein
spurningur, hann hevur sett
sær sjálvum”
Hvat er tað sjúkrahús
leiðslan
væntar
at
fáa
burturúr at lýsa starvið leyst
enn einaferð, meira enn at
”handhevja” eitt princip? Slík
principavgerð kann koma at
kosta okkum nógv meira enn
vit kunnu ímynda okkum.
Hvat nú um Tormóður Stórá
tekur avleiðingarnar av, at
misálit er víst honum? Hvat
um eingin søkir fasta starvið
sum leiðandi yvirlækni á
Psykiatriska
deplinum?
Føroyskir psykiatarar, sum
kenna mentan okkara, og
sum eru skikkaðir til leið
andi
yvirlæknastørv
og
depilsleiðslu, hanga ikki á
trøðunum og vit eiga at vera
eymjúk her í útjaðaranum
av Europa. Fakfólk sum Tor
móður Stórá, og læknar ser
liga, er ein rættuliga mobil
arbeiðskraft
–
Tormóður
Stórá kann vera Psykiatriska
Depilin fyri uttan! Men kann
Psykiatriski
Depilin
vera
leiðandi
psykiataran
fyri
uttan?
Psykiatriski Depilin hevur
verið og er í bygnaðarbroyt
ingum, har endamálið er at
nútímansgera psykiatriina í
Føroyum. Hetta hevur eydn
ast, tó er enn eitt sindur eftir
á mál. Psykiatriski Depilin
(starvsfólk, borgarin og av
varandi) eru við at finna seg
til rættis í nýggja haminum
og høpinum. Um tað er nakað
sum
Psykiatrski
Depilin
IKKI hevur brúk fyri beint
nú, so er tað ikki at hava eina
leiðslu. Broytingarleiðsla er
altíð ein avbjóðing bæði fyri
leiðslu og tann ið ein leiðir.
Síðani nevnda fráboðan
var almanna kunngjørd, hev
ur verið boðað Sinnisbata
frá, at borgarin, ið hevur
tørv á røkt og viðgerð hiðani,
er rættuliga ótryggur. Fleiri
dømi eru um at hesi ringja
og spyrja hvat nú við okkum?
Onkur ferð enntá so vítt, sum
at spyrja: ”Skulu vit nú til
Danmark aftur til viðgerð?”
Hetta er ein óneyðug ørkyml
an at útseta borgarar fyri,
sum frammanundan hava
tað svárt.
Sinnisbati vil heita so
inniliga á allar partar um
at endurskoða støðuna og
finna eina virðiliga loysn,
sum hevur fokus á borgar
an, ið hevur tørv á ”stabilum”
viðurskiftum á Psykiatriska
Deplinum
-
borgarin,
ið
hevur tørv á viðgerð er til
verugrundarlag Sjúkrahús-
og Heilsuverksins.
Nú eldraøkið verður lagt út
til kommununnar at umsita
1. januar, hava tær ein gyltan
møguleika at skipa økið av
nýggjum. At skipa eldrarøkt
ina soleiðis, at tænastan og
fakligheitin verður sett ovast
á breddan. At heitar hendur
hava hægstu raðfesting.
Vit hava seinnu árini havt
nógv órógv um eldraøkið, ov
lítil játtan, ov nógv tíð til
umsiting og skráseting og
ein rúgva av starvsfólki, ið
hava roynt at gjørt sítt besta
og runnið skjótari fyri at
náa tær uppgávur, ið alsamt
minni tíð er til. Tænastan
til okkara eldru borgarar er
vorðin standardiserað, so
leiðis, at tað eru nøkur fá
tilboð at velja ímillum, og
hevur tú ikki tørv á júst hes
um tilboðum, so hevur tæn
astan onki at bjóða tær. Hev
ur tørvurin til dømis verið
gerandisrehabilitering,
at
gjørt verður reint ella keypt
inn, so hevur hetta, nærum,
ikki borið til.
Skráseting byggir
á misálit
Ein kann spyrja seg sjálvan,
hví skal meginparturin av
teim dýrabæru minuttum, ið
ein eldri kann fáa í heimarøkt
brúkast til skráseting. Ikki
minst, tá ið vit hava í huga,
at starvsfólkini eru útbúgvin
og tí hava førleika at meta
um, um Maria orkar í bað í
dag, ella heldur skal bíða til
í morgin. Ístaðin hevur eitt
rokniark avgjørt, at Maria
skal í bað í dag, av tí einføldu
orsøk, at tað er mikudagur.
Lat okkum byggja skipan
ina upp á álit og heitar hend
ur, ið sleppa at brúka sína
fakligheit og geva tað røkt, ið
brúkarin hevur tørv á í dag,
uttan mun til hvat rokni
arkið sigur.
Góð arbeiðsviðurskifti
skapa trivna
Fleiri kanningar hava víst, at
nógv av teimum ið starvast
í eldrarøktini ynskja fleiri
arbeiðstímar enn tey fáa.
Sum nú er, eru vaktirnar
styttar og togaðir sundur við
tí úrslitið, at heilsuhjálparin
fær ein smábýttan arbeiðs
dag og eitt tímatal, ið pen
ingaliga als ikki røkkur til
dagligu útreiðslurnar. Tað er
eisini meira undantakið enn
reglan, at hesi starvsfólkini
fáa eitt fast starv. Fleiri noyð
ast tí at leita sær eftir fleiri
størvum við niðursettari tíð,
fyri at fáa peningin at røk
ka. Hetta skapar strongd,
eina stúran fyri ikki at fáa
gjørt arbeiðið so væl sum
ein ynskir og ein ótta fyri,
hvussu ein skal klára seg, tá
ið lønin ikki strekkir til.
Trivnaður millum
starvsfólk gevur
nøgdar brúkarar
Ein íløga í góð arbeiðsviður
skifti, er ikki bert ein íløga í
nøgdsemi hjá starvsfólku
num. Tað er ein sannroynd,
at starvsfólk, ið kenna seg
vird, eru fús at spenna seg
enn meira út. Tí vilja góð
arbeiðsviðurskifti
geva
nøgdari brúkarar, tí brúkarin
merkir, at hann fær eina
betri tænastu. Er tað so, at
40 tímar arbeiðsvika er ov
tungt til hetta yrkið, latið so
arbeiðsgevaran og fakfelag
ið viðgerða henda spurn
ingin. Vegurin til trivnað á
arbeiðsplássinum er, at lata
fakligheitina og ikki rokni
arkið stýra dagligdegnum,
at skipa arbeiðið soleiðis, at
starvsfólkini, so vítt gjørligt,
fáa tað tímatal, ið tey ynskja,
og at tey fáa møguleikan at
menna seg í starvinum.
Møguleikin at loysa hes
ar spurningar liggur nú í
hondunum á kommununum.
Tað er mín inniliga vón, at
tær fara at bróta upp úr
nýggjum, og bæði vænti og
vóni eg, at vit komandi ár fáa
eina nýggja eldrarøkt, har
trivnaðurin hjá bæði brúk
ara og starvsfólki er í hásæti.