Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juli 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. juli 2014 · Nr. 79 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tvey met vórðu sett leygardagin, og serliga merkisvert var tað, at vertirnir umborð á Miðvingi tóku øll á bóli og í mettíð vunnu fyri fyrstu ferð í 58 ár á vestanstevnu í Miðvági Jóannes Hansen Um snøggar tvær vikur – mána­dagin 28. juli ella ólav­ søku­aftan – verður punktum sett fyri 2014 kapp­róðrar­árið. Tað er altíð stórur spenn­ ingur undan síðsta róðrinum, tá ið tey, sum longu hava tryggjað sær FM, skulu vísa seg sum verdugar meistarar, tá ið tað í summum bólkum verður kappróð um FM, og tá ið teir bátarnir, sum ongan møguleika hava at vinna FM, hava møguleika at bjarga róðrarárinum við góðum av­ riki og sigri á ólavsøku. Eftir vestan­stevnu­róð­ur­ in, sum var fyrimyndarliga av­greiddur í dýrdarveðri í Miðvági leygardagin, er tað greitt, at tríggir bátar hava vunnið FM. Talan er um 10-mannafarið Drekan Reyða hjá Argja Róðrarfelag, um 6-mannafarið Jarn­bard við kvinnum hjá Róðrar­ felag­num Knørrrur og um 5-mannafarið Erlu Kongs­ dóttir við kvinnum hjá Fugla­ fjarðar Róðrarfelag. Hesir tríggir bátarnir hava vunnið allar seks kapp­ ingarnar í summar, og tað er eingin, sum hevur møguleika at røkka stigatalinum hjá teimum. Hetta er fyrsta ferðin yvir­høvur, at bátur hjá Argja Róðrarfelag vinnur FM í kappingini millum 10-manna­førini. Sætti sigurin hjá Drekanum Reyða var sann­førandi. Eftir fjarða­ stevn­una í Vest­manna varð róð fram­undir møguleikan, at tað í Mið­vági kanska fór at eydn­ast Vest­menningi at basa argja­monnum. Soleiðis tørnaði tað als ikki út. Tíðarmunurin millum Drekan Reyða og Vest­menn­ ing var størri hesa ferð, enn hann var tað í Vestmanna. Sera sann­ førandi sigrar Kvinnurnar á Erlu Kongs­ dóttir og tær umborð á Jarn­ bardi eru púra eina­ráðandi í kappingunum millum ávika­víst 5-mannafør við kvinn­um og 6-mannafør við kvinnum. Men hesa ferð var tað felags fyri kvinnuróðrarnar, at tað vóru avbjóðarar, sum leingi treiskaðust. Eingin ivi var um sigrarnar hjá Erlu Kongsdóttir og Jarnbardi, men Sílið treiskaðist so væl og leingi uppi í Erlu Kongs­ dóttir, og Sølmundur á sama hátt uppi í Jarnbardi, at tað við avrikunum hesa ferð í huga ikki kann útilokast, at tað kann verða heilt spenn­ andi á ólavsøku. Jarnbardur var tvey sekund undan Sølmundi, og Erla Kongsdóttir var trý sekund undan Sílinum, sum bara hevur luttikið tvær ferð­ir í ár. Á fjarðastevnu end­aði Sílið á fjórða plássi – 12 sekund aftanfyri Erlu Kongs­dóttir, og hesa ferð var tíðar­munurin trý sekund. Hetta er triðja ferðin, at Erla Kongsdóttir vinnur FM í kvinnukappingini. Fyrsta ferðin var í 1964, tá ið kapp­ ast varð um FM heitið í ein­ um róðri ein sunnudag eftir ólavsøku, og onnur ferðin var í 2010. Kvinnurnar á Jarnbardi hava vunnið FM tólv ferðir áður – í 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007, 2008 og 2013. Við at vinna FM fyri trett­ andu ferð hevur Jarnbardur við kvinnum lagt seg upp á síðuna á Havnarbátinum, sum frammanundan er ein­ asti bátur, ið hevur vunnið trettan FM heiti. Argja­bát­ urin og Sílið við kvinnum hava vunnið FM tólv ferðir. Miðvingur gjørdi bart Í fjør vóru tað so at siga bara Argjabáturin og Miðvingur, sum luttóku í kappingini millum 8-mannafør. Tá vann Miðvingur tvær ferð, og Argjabáturin vann fimm ferð og varð harvið FM vinnari. Higartil í ár hevur tað ikki verið so sannførandi hjá miðvingum. Á norð­oya­ stevnu endaði Mið­vingur á triðja plássi, á sunda­lags­ stevnu og á eystanstevnu á fjórða plássi og á jóansøku og fjarðastevnu á triðja plássi. Leyardagin galt tað í heima­sjógvi á vestanstevnu í Miðvági. Onnur ferðin, tá ið Miðvingur vann í fjør, var á vestanstevnu, sum tá varð hildin í ikki serliga góðum líkindum í Sørvági. Aftur hesa ferð eydnaðist tað Miðvingi at vinna á vestanstevnu. Talan var um merkis­verdan sigur. Tað er nevniliga ikki komið fyri síðani í 1958, at 8-mannafarið hjá miðvingum hevur vunnið á vestanstevnu í Mið­vági. Inntil fyrst í hesi øldini var vestanstevnu fjórða hvørt ár í Miðvági. Síðani Vest­manna annað hvørt ár fór at verða vertur fyri nýggju fjarðastevnuni, hevur tað verið kappast í Miðvági triðja hvørt ár. Inntil leygardagin var tað ongantíð síðani 1958 eydn­ast Miðvingi at vinna á vestanstevnu í Miðvági. Og tá ið tað endiliga eydnaðist, so var tað vorðið sum plett­ skot, sum 8-mannafarið hjá mið­vingum syrgdi fyri – bæði í drama og vinnaratíð. Miðvingur sprakk av­ stað, og tá ið málið var hálv­rógvið, var hann meiri enn eina hálva bátslongd framman­fyri Kvívíking, sum er fremstur í FM kappingini og harvið var favorittur at vinna. Bæði Knørrur og serliga Kvívíkingur gjørdu fleiri royndir at taka Miðving, og í endaspurtinum var tað um reppið, at tað eydnaðist hjá Kvívíkingi. Men miðvingar vóru væl upplagdir og ógvu­ liga treiskir, og á málinum eydnaðist tað at halda stavn­ in undan fremsta avbjóð­ aranum. Vinnaratíðin var merkis­ verd, tí tað er ongantíð áður komið fyri, at eitt 8-mannafar hevur róð kilometurin frá grót­kastinum og inn á sandin so skjótt, sum Mið­vingur megnaði tað í dýrdarveðrinum leygar­ dagin. Vinnaratíðin var 4:15.04, sum er nýtt met. Bestu vinnara­tíðina framman­undan átti Heiða­ báturin, sum í 2008 róði teinin í Miðvági í tíðini 4:15.18! kappróður Trý FM heiti eru fingin inn um stokkin