týsdagur 15. juli 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Eg vóni ikki, at vit noyðast at um
hugsa at flyta av landinum, men eg
havi kensluna av, at tey veiku ikki
verða vird í hesum samfelagnum...
Soleiðis sigur ein mamma at
ein einum menningartarnaðum
dreingi, sum í vár fylti 18 ár, her í
blaðnum í dag.
Orðini sigur hon í djúpasta vón
loysi eftir at hava stríðst við Al
mannaverkið í áravís.
Trupulleikin hjá hesum foreldr
um er, at drongurin, sum hevur
gingið í Skúlanum á Trøðni, nú er
vorðin 18 ár og tí ikki kann ganga
har meira. Hóast øll onnur ung
í hansara aldri hava hópin av
útbúgvingar- og menningartilboð
um, so hevur samfelagið Føroya
einki at bjóða hesum 18 ára gamla
menningartarnaða dreingi.
Foreldrini hava fyri fleiri árum
síðani spurt myndugleikarnar um,
hvørji tilboð verða til dreingin, tá
hann verður 18 ár. Svarað varð, »at
tað skuldu tey nokk hyggja uppá«,
men svar kom ongantíð.
Tá tey eftir tógvið stríð koma á
tal við Almannaverkið, fáa tey at
vita, at tíverri er eingin játtan til
dreingin. Ta avgerðina kunnu tey
kæra, men hava tá eisini trupul
leikan at fáa noktandi svarið upp á
skrivt, so tey kunnu kæra.
Tað er ikki í ordan, at fólk í
hesari støðu skulu standa við
kensluni av, at tey ikki verða vird av
Almannaráðnum. At tey ikki verða
tikin í álvara – og at reina líkasæla
frá Almannaverkinum skal skína
ígjøgnum við snópisligum feilum,
har tey millum annað gloyma,
hvussu drongurin eitur.
Tað
er
ótrúligt,
men
satt,
at fólk flýggja av landinum, tí
tey í Danmark kunnu fáa tær
sømdir, sum tey ikki kunnu fáa
í Føroyum. Bara tað at tað eru
tankar, sum mala í høvdinum á
slíkum foreldrum, at tey kanska
mugu rýma av landinum, tí at fólk
í Almannaverkinum ikki taka tey
í álvara, ogt í at okkara politiska
skipan ikki megnar at skapa hesum
bólkinum – bara tí at talan er um
ein veikan bólk – rímulig kor, so tað
ber til hjá slíkum foreldrum at hava
eitt familjulív, sum ikki er ov nógv
darvað av tí byrðu, sum tað er at
hava menningartarnað vaksin fólk
í húsinum.
Tað er ófatuligt, at okkara polit
iska skipan virðismetir hesi fólk so
lágt, at tey ikki fáa frægari sømdir
– og tað er líka so ófatuligt, at Al
mannaverkið kann verða so ópro
fessiónelt, sum tað verður lýst í
greinini í blaðnum í dag.
Men kann landsstýriskvinnan,
sum varðar av økinum liva við, at
ein mamma kennir seg og barn sítt
so lítið virðismett, at hon umhugsar
at flyta av landinum?
Ger hon tað, so er hon ikki rætta
fólk í sessinum. Ger hon ikki tað, so
skal hon syrgja fyri at alt Almanna
verkið vísir fólki virðing.
Okkurt er ravruskandi galið,
tá loysnin er at rýma av landinum
Fyrrverandi fút
in í Føroyum,
Mogens Nepper-
Christensen,
er deyður 78
ára gamal
Hann var fúti í Føroyum
frá 1976 til 2005. Hann var
útbúgvin løgfrøðingur frá
Københavns Universitet og
var ákæri í fleiri politiøkjum
í Danmark, áðrenn hann
gjørdist fúti í Føroyum.
Mogens Nepper-Christ
ensen var giftur við Klaru,
fødd Hilduberg, úr Fugla
firði. Tey eiga sonin Steen.
Hann sovnaði burtur
leygardagin 12. juli, við sín
um nærmastu kring seg,
eftir langa sjúkralegu.
Jarðarferðin verður úr
Søllerød Kirke leygardagin
26. juli klokkan 11.00
Mogens Nepper-
Christensen deyður
loysnin at rýma av landinum
Vitleysa
í hásæti –
vónsvikin
Njál Mackay Djurhuus
kjak á síðu 19
Víking
ur hevur
ein møgu
leika
Ítróttur
síða 29
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Ferðslulógar
broyting skal
økja trygdina, tá
ferðsluvanlukk
ur eru hendar
Nýggj grein í ferðslulógini
ásetir, at akfør skulu avmerkj
ast við ávaringartríkanti, um
tey eru uppsteðgað, har tey
eru til vanda fyri ferðsluna.
Hetta kann vera orsakað av
ferðsluóhappi,
motorbreki
ella øðrum orsøkum.
Endamálið við lógarbroyt
ingini er at økja trygdina á
vegnum eftir ferðsluvan
lukkur ella motorbek, so aðr
ir bilar ikki renna á og fleiri
vanlukkur henda.
Ávaringartríkanturin skal
verða settur longst til høgru
á vegnum í somu síðu, sum
steðgaða akfarið stendur.
Hann skal venda framsíðuna
móti ferðslurætninginum og
standa í minsta lagi 50 metrar
frá akfarinum. Á landsvegi
har koyrt veður 80 km/t skal
hann standa 100 metrar frá
akfarinum.
Við lógarbroytingini verð
ur eisini loyvt at brúka skað
ablunk, eisini nevnt ’hava
ríljós’, í somu førum sum tá
ávaringartríkanturin verður
brúktur. Hetta kann tó ikki
koma í staðin fyri tríkantin,
men samstundis sum trí
kanturin stendur uppi.
Akfør kunnu eisini brúka
skaðablunk í sambandi við
óvæntað bilrað ella annan
beinleiðis vanda á vegi uttan
fyri fjølbygt øki. Hetta fyri
at ávara um ferðandi, sum
koyra aftaná, um vandan.
Ikki er loyvt at brúka skaða
blunk í øðrum førum enn her
nevnt. Dømi um hetta kann
vera óvæntað bilrað, sum
knappliga kemur fyri í einum
tunnli.
Eisini viðfestisakfør skulu
avmerkjast við ávaringartrí
kanti, eru tey eru uppsteðgað
har tey eru til vanda fyri
ferðsluna.
Lógin kom í gildi 5. juli
2014.
Lógarbroyting at økja trygdina