Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var ein skelkandi sjón fyri Ninu Brockie, tá hon sá greinina um teir báðar hund­ar­nar í bingjuni í Klaks­ vík. – Tað var púra vamlandi at síggja, og eg troystaði mær ikki at hyggja, fyrr enn tit settu tykkum í samband við meg, sigur Nina Brockie. Tað er henni óskiljandi, at slíkt skal vera loyvt í Før­oy­um í dag. Tíðirnar eru so nógv broytt­ar frá tí at hundar vóru arbeiðsdjór burt­ ur av, til í dag. – Hundarnir trívast best í familjum, tað er eyðsæð, og sjálvt um tað er lógligt í dag at avlíva hund­ar, so átti tann lógin at verið broytt, ong­an­tíð ov skjótt, sigur Nina Brockie. Nú er so nakað meira kom­ið fram um hvussu og hví hundarnir eru endaðir í bingjuni í Ánunum í Klaks­vík. – Eg haldi ikki tað ber til at siga, hvør dugir at skjóta. Eg hevði so ikki funnið upp á at latið mínar hund­ar ver­ið skotnar. Vit hava jú djóra­lækn­ar, hvørs arbeiði millum ann­að er at avlíva djór, sigur Nina Brockie. Hon skilir ikki, at hund­ar­nir vóru ílatnir selatoy, tá teir vórðu tveitt­ir í bingjuna. – Tað var ógvuliga illa av­stað far­ið av viðkomandi, sig­ur Nina Brockie. Hon ivast í hvør er vanur at skjóta. – Hvør dugir tað nóg væl, og hvør kann vera vísur í, at hund­urin verð­ ur avlívaður á mest humana mátan. Verð­ur hin­vegin farið til djóralækna ert tú púra vísur í, at hundurin verð­ur avlívaður so pínuleyst sum gjør­ligt, sigur Nina Brockie. Broyta lógina Hon ivast í, hvat hundarnir yvir­ høv­ur høvdu at gera í hesum bingj­ un­um. – Tær vóru settar á bryggju­økið í Ánunum, tí tær vórðu ætlaðar ein­ um ferða­manna­skipi at koyra rusk í. Tí høvdu hundarnir einki at gera har, sigur Nina Brockie. Tað er heldur ikki til at siga, hvør kann koma fram á teir. – Tín fyrsti tanki er, um tað eru børn, ið koma fram á hund­arnar, ella eru tað børn, ið hava átt teir, sig­ur Nina Brockie. Hon vísir eisini á, at at­gongd til djóra­lækna er mun­andi betri enn fyri nøkrum árum síðani. – Tá eg fari til djóralækna at av­ líva mín hund, so veit eg, at tað fer fram eftir besta máta, sigur Nina Brockie. Hon heldur eisini, at lógin er heilt afturúrsigld, tá tað ræður um hund­ar. – Lógin hevur heilt greitt ikki fylgt við, tí tað er ikki tikin hædd fyri, at hundar í dag eru kelidjór burturav, sigur Nina Brockie. Hon ivast ikki í, at var hetta hent í einum øðrum landi, hevði tað skapt eina rætti­liga gølu. – Fólk høvdu øtast og rópt upp um bæði morð og alt ann­að, tað er einki at ivast í, sig­ur Nina Brockie. Hon mælir tí til, at lógin verð­ ur broytt soleiðis, at hund­ar bert kunnu avlívast hjá sakkønum, og tað vil siga djóra­læknum. – Eingin kann siga, nær hund­ur verð­ur skotin rætt, og tí átti tað at ver­ið bann­að, sigur Nina Brockie, nevnd­ar­lim­ur í HUFF. leo@sosialurin.fo Leo Poulsen Tað vakti mikla øsing, tá in.fo í gjárkvøldið kundi greiða frá tveim­ um hundum, ið vórðu tveittir í eina bingju í Ánunum í Klaksvík. Sosialurin setti seg í sam­ band við Kristinu Dahl Jo­ensen, djóralækna, fyri at vita, um hon hevði nakra við­merking til ta skriv­ing, sum verið hevði á in.fo. – Er talan um mann, sum er vanur at skjóta, so verð­ur hund­ur­ in avlívaður líka hum­ant sum hjá ein­um djóra­lækna, sigur Kristina Dahl Joensen. Hon sigur, at tað er púra van­ ligt, eitt nú í Suðuroy, at fólk fara til bøndir ella til poli­tiið at fáa hund­ar sínar av­lívaðar. – Har tað ikki er lagaligt at koma til djóralækna er tað púra vanligt at fáa tað av­greitt á staðnum, sigur Kris­tina Dahl Joensen. Sjálv sigur Kristina Dahl Jo­ en­sen, at tey hava fasta manna­ gongd, tá tey avlíva djór. – Vit gera fast tað, at vit lata djór­ini í posar og fara so bein­leið­ is á brennistøðina við teimum og syrgja fyri, at teir beinanvegin koma í eld­in, sigur Kristina Dahl Jo­ensen. Hetta verður gjørt, so at djórini ikki liggja fyri eyg­un­um á fólki. – Tað hevði tí sæð betri út, um hasir hundarnir høvdu verið latn­ir í posar, áðr­enn teir vórðu tveitt­ir í bingj­una. Men har er sum sagt einki ólógligt farið fram, sig­ur Kristina Dahl Jo­en­sen, djóra­ lækni. leo@sosialurin.fo – Menn, sum eru vanir at skjóta, gera eitt líka gott arbeiði, sum vit gera her á Djóralæknatænastuni, sigur Kristina Dahl Joensen, djóralækni Lógin eigur at broytast – Menningin í samfelagnum hevur verið so stór seinastu árini, at hundalógin er vónleyst avoldað og eigur at verða broytt ongantíð ov skjótt, sigur Nina Brockie, nevndarlimur í hundaeigarafelagnum, HUFF Einki ólógligt farið fram