Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heini í Skorini – Gev mær allar upplýsingar um handan mannin, sum tú yvirhøvur kanst fáa fatur á! Boðini vóru greið, tá red­aktørurin á kenda am­ er­ikanska tíðarritinum News­week ringdi til norska korre­spondentin Åsne Seier­ stad afturi í 2011. Sjálv var hon stødd í Tripoli undir kríg­num í Libya. Newsweek vildi hava hana at skriva um rætt­armálið ímóti Anders Beh­ring Breivik, sum ikki var ein islamistur við síðum skeggi, men ein ljóshærdur, sjálv­útnevndur kristin ridd­ ari, føddur og uppvaksin í Oslo. 32 ára gamli maðurin skeyt 69 tannáringar á lítlu oynni Utøya og bumbaði stjórn­arbygningin í Oslo, sum kravdi átta mannalív. 77 offur og mest umfatandi álopið á norð­urlond í friðartíð. Brutalur bestseljari Seierstad byrjaði at granska. Og tað, sum byrjaði við eini blaðgrein, endaði við nýggju bókini “En av oss”. Við sjáldsama umfatandi kann­ingararbeiði og rúgv­ is­miklum keldutilfari við­ ger Åsne Seierstad m.a. gern­ingsmannin, offrini, álop­ini, ivasama leiklutin hjá myndugleikunum og hvussu vit sum menniskju og samfeløg reagera, tá ónd­ skapurin rakar. Hetta er samstundis ein bók um um­ sorganarsvik, sosialan arv, innflytarapolitikk, ment­ an­ar­ligar samanbrestir, eks­tremismu og svíkjandi trygd­armyndugleikar, tá yv­irgangurin vitjar. Bókin kom út í fjør heyst og er júst umsett til danskt, og í Norðurlandahúsinum fríggja­kvøldið 25. juli fer høv­undurin at greiða frá høvuðstættunum í bók­ini, hvørs endamál er at skilja bakgrundina fyri sorg­ar­leik­ i­num. Hvør er Anders Behring Brei­vik? Hví gjørdu mynd­ ug­leikarnir so nógv grund­ leggj­andi mistøk? Snýr tað seg um militanta ideologi, ein ósunnan barndóm, krígs­ teldu­spølini, eina mentala psyk­osu ella okkurt heilt ann­að? Og hvussu hevur sorg­arleikurin broytt Noreg og Norðurlond? Bókin er longu vorðin ein best­seljari, hóast aðrar bøkur eru skrivaðar um evnið, og hon er ikki fyri sartar sál­ ir. Longu í innganginum verð­ur lesarin brutalt kon­fronteraður við tað, sum hendi á Utøya. Ungir, ræðslu­slignir tannáringar fjala seg í grasinum, millum trø­ini og í sjónum. Summi lát­ast at vera deyð. Summi renna undan. Summi leypa á bláman. Og summi royna enn­tá at tosa við alvápnaða bøð­ilin í løgreglubúna og eini automatiskari riflu við reyð­ um lasarasikti. Æðrarnar hjá Breivik eru á tremur við dop­ andi evnum sum koffein, efe­ drin og aspirin. Men regnváta jørðin á lítlu grønu oynni gerst bara reyðari og reyðari, so hvørt sum skotini gjella og mynd­ ugleikarnir drála og himpr­ ast, hóast teir hava allar møgu­leikar at handtaka Brei­vik í tíðarbilinum millum spreing­ingina í Oslo og dráp­ ini á Utøya. Sálarsjúkur ella ikki? Fremsta styrkin við bókini er, hvussu nágreiniliga høv­ und­urin fer til verka. Vit fáa innlit í ein ótryggan upp­ vøkstur saman við eini sál­ arsjúkari móðir. Vit lesa um ein ungan mann uttan við­ ur­kenning og viðburð. Og vit fáa innlit í, hvussu hann isol­erar seg við harðligum teldu­spølum og so líðandi um­broytist til ein anti-musl­ imskan terrorist, sum liv­ir í einum blogg-universi í cy­ber­ space. Vit hoyra um, hvussu hann gjølla fyrireikar álop­ ið á stjórnarberandi Arb­ eiðaraflokkin, sum fær skuld­ ina fyri, at Noreg er vorðið eitt multikulturelt samfelag við alt ov nógvum muslimum. Und­ir rættarmálinum var stóra kjakevnið, hvørt Breivik skuldi staðfestast sálarsjúkur ella ikki. Niðurstøðan var, at mað­urin var við sínum fullu fimm og visti júst, hvat hann gjørdi og hví. Lívssøgurnar hjá nøkrum av offrunum á Utøya verða eis­ini flættaðar inn í søguna um Breivik, inntil partarnir hitt­ast tann 22. juli í 2011. Í hes­um brotum lesa vit m.a. rør­andi søguna um kurdisku gent­una Bano, hvørs hægsta ynski var at ogna sær norska tjóð­arbúnan. Familjan slapp und­an etniskari útreinsing und­ir Saddam Hussein, men slapp ikki undan politiskari terr­orismu í tí friðarliga og harm­oniska oljulandinum fyri norðan. Um nakar veikleiki skal nevnast, so kundi høv­und­ ur­in í størri mun viðgjørt tað høgra­radikala ideologiska uni­versið, sum motiveraði Brei­vik. Tí hóast hansara gern­ingar eru eitt eindømi, so eru hansara ideologisku sann­føringar vælkendar og út­breiddar. Men Breivik fór eitt fet long­ur. Hann vildi oyða eitt nýtt ættarlið av politikarum og vónar, at 22. juli fer at geva øðrum sonevndum “temp­ul­ ridd­arum” íblástur. Eins og Osama bin Laden eftir 11. sept­ember í 2001. Fríggjakvøldið 25. juli fer Åsne Seierstad at greina høv­ uðs­tættirnar í hesi sjáldsama rør­andi og væl skrivaðu bók­ ini. heini.skorini@gmail.com Kendur høvundur hevur fyrilestur um Utøya Hon fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við bókini “Boghandleren i Kabul”, og nú hevur virðislønti norski journalisturin, Åsne Seierstad, skrivað eina sjáldsama sterka bók um Utøya, Breivik og Noreg eftir yvirgangsálopini fyri trimum árum síðani. Fríggjakvøldið 25. juli verður hon í Norðurlandahúsinum. Kendi norski høvundurin Åsne Seierstad hevur seinastu tvey árini granskað Breivik og størsta álopið á norðurlond í friðartíð. Fríggjakvøldið 25. Juli fer hon at greiða frá nýggju bókini “En av oss”, sum kom út í fjør heyst. ”Hetta er tíðin vit fegnast og gleðast at okkara ungu verða liðug við útbúgvingar. Flestu ganga tað kravdu skúlagongdina og fleiri taka víðari útbúgving við stórum málum og avbjóðingum fyri framman. Heini í Skorini, sum her ummælir bókina “En av oss”, skipar fyri tiltakinum í Norðurlandahús­ inum fríggjakvøldið 25. juli kl. 20. Åsne Seier­ stad (fødd 1970) fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við bókini “Boghandleren i Kabul” (2002) og hevur síðani skrivað “Hundrede og én dag” (2003) um Irak-kríggið og “Englen i Groznyj” (2006) um kríggið í Tjetjenia. Hon hevur fingið virðislønir í Noregi, Fraklandi og Bretlandi.