mikudagur 23. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 117 - 23. juni 2004
Nr. 117 - 23. juni 2004
3
Føroyar - Russland 4-1
Nú meðan EM fepur-
in herjar kring alt
landið er tað væl
hóskandi at nýta hesa
yvirskrift, sum tó als
einki hevur við fót-
bólt at gera men tón-
leik: á Summartóna-
konsertini í Norður-
landahúsinum miku-
kvøldið 23. juni kl.
19.30 fer bólkurin
Aldubáran nevnliga
at spæla 4 føroysk
verk og 1 russiskt
KONSERT
Tíðindaskriv
Føroyar 4: Aftur í ár er ein
frumframførsla
við
á
skránni. Atli Petersen hevur
skrivað eina horntrio, sum
verður framførd á fyrsta
sinni og hartil verður frram-
ført eitt annað verk eftir Atla
Petersen, Skðrák, sum er
fyri allan bólkin. Fyrsta
verk á skránni er Preludium
og Marsjur eftir Kára Bæk
fyri allan bólkin og hartil
hevur Kári Bæk eisini skriv-
að verk fyri klaver og fagott,
Humureske og Elergi, sum
verður framført. Aldubáran
hevur fyrr framført hesi
verk, men tey tola væl at
hoyrast aftur. Aldubáran er
mannaður av 9 av teim
fremstu klassiku tónleikar-
unum í Føroyum og hevur,
síðani hon bleiv til í 1995,
bílagt og frumframført hóp-
in av verkum eftir føroysk-
um tónasmiðum. Hóast
stórsti denturin verður lagd-
ur á at spæla føroyskan tón-
leik so eru útlendsk meist-
araverk eisini ofta á skránni.
Hesuferð er meistaraverkið
úr Russlandi.
Russland 1: Russiska
verkið sum er á skránni er
Oktett eftir Igor Stravinsky
og er hetta verk fyri eina
blásara oktett við floytu,
klarinett og tveimum fag-
ottum,
trompetum,
og
trombonum. Í hesum sam-
bandi hevur Aldubáran
fingið nakrar ungar og
dugnaligar blásarar afturat
sær at framføra verkið og
yngsti maðurin er hin bert
14-ára gamli Heini Andrea-
sen, sum skal spæla við
Aldubáruni fyri fyrstu ferð.
Heini gongur á Musikk-
súlanum og lærir trompet
hjá Ken Jones. Hóast sín
unga aldur, hevur Heini
spælt við Føroya Symfoni-
orkestri tvær tær seinastu
konsertirnar. Ken Jones
hevur eisini verið lærari hjá
fleiri av hinum blásarunum,
sum skulu spæla saman við
Aldubáruni, og teir eru
Andras Olsen og Dávur
Juul Magnussen, trombone,
og Ólavur Olsen, trompet.
Andras Olsen var á fyrsta
sinni og spældi við Aldu-
báruni, tá ið tey frumfram-
førdu verk eftir Trónda
Bogasini og Edvard Ny-
holm Debess á Listastevn-
uni í fjørð. Andras gongur í
løtuni á solistlinjuni á Mus-
ikkonservatoriinum í Keyp-
mannahavn og hevur eisini
verður í London á The Roy-
al Academy of Music og
nomið sær lærdóm. Dávur
Juul Magnussen gongur í
løtuni í 2. g á Hoydølum og
nemur sær undirvísing á
Musikkskúlanum og spælir
annars við í Føroya Sym-
foniorkestri, Havnar Horn-
orkestri og ungdómsork-
estri og hevur ætlanir um at
søkja inn á tónleikakon-
servatorium í Danmark,
Skotlandi ella Onglandi.
Ólavur Olsen hevði eina
væleydnaða framførslu av
einari trompet concerto
saman við Føroya Sym-
foniorkestri í mars mánað.
Ólavur varð liðugur við
útbúgving sína á Det Jyske
Musikkonservatorium
í
fjørð summar og er nú
fluttur heim aftur og starv-
ast í løtuni sum lærari á
Tórshavnar Musikkskúla.
Eisini verður Christina
Andersen við á fagot í
hesum verkinum saman við
Jógvan Zachariassen.
Íblástur frá
elskarinnuni
Stravinsky skrivaði verkið
Octet í 1922 og er hetta eitt
av hansara fyrstu sokallaðu
'neo-klassisku'
verkum,
sum er alt annað enn rom-
antiskt men hevur íblástur
frá
barokktónleikinum.
Stravinsky var fasineraður
av ljóðlitunum hjá blásar-
unum og ynskti at umganga
tað meira konventionellu
ljóðmyndina hjá strúkiljóð-
førunum og hetta fram-
gongur væl av verkinum,
sum, sambært Stravinsky
sjálvum, bleiv til í einum
dreymi. Verkið er tilognað
Veru de Bosset, (konu Bal-
lets Russes sniðgevaranum
Serge Soudeikine) sum
gjørdist elskarinna Sravins-
kys stutt áðrenn verkið
bleiv komponerað. Sjálvur
sigur Stravinsky hetta um
dreymin og verkið:
»Oktettin byrjaði í einum
dreymi. Eg droymdi at eg
var í einum lítlum rúmi um-
girdur av nøkrum tónleikar-
um sum spældu vælljóm-
andi tónleik. Eg kendist ikki
við tónleikin, teir spældu og
eg mintist einki til tónleikin
dagin eftir tá ið eg vaknaði,
men eg minnist tó mína
trongd til at finna útav,
hvussu
nógvir
leikarar
spældu, og tá ið eg royndi at
telja teir út frá dreyminum
kom eg fram til átta leikarar,
tvær fagottir, trombonir og
trompetir og eina floytu og
klarinett. Tá ið eg vaknaði
kendi eg eina vælvild og
gleði
og
byrjaði
at
komponera Oktettina, sum
eg dagin fyri ikki so mikið
sum hevði skonkt ein tanka.
Oktettin varð skjótt skrivað.
Fyrsti satsurin varð kom-
poneraður fyrst, og síðani
annar satsur, waltz, men
eftir at hava komponerað
annan sats helt eg, at hann
egnaði seg væl til eitt tema
við
variatiónum. Tískil
komponeraði eg "ribbons of
scales" variatiónina, sum
ein preludium inngang til
allar hinar variatiónirnar.
Tann síðsta variatiónin,
"Fugato" er ein kulminatión
av øllum, sum eg royndi at
fáa fram í satsinum, og hetta
er so avgjørt tann mest
áhugaverda hendingin í
allari oktettini. Hugskotið
við fugato satsinum er, at
temaið verður spælt í rota-
tión av ljóðførispørunum.
Triðji satsurin vaks burturúr
fugato-satsinum og er ætl-
aður at virka sum ein kontr-
ast til hæddarpunktið av
verkinum. Kanska eg hevði
Two Part Invention eftir
Bach í huganum meðan eg
komponeraði triðja satsin.
Verkið er tilognað Veru de
Bossets«.
Konsertin hjá Aldubáruni
í
Norðurlandahúsinum
mikukvøldið 23. juni hevur
sostatt nógv spennandi at
bjóða uppá við verkum,
sum hava íblástur frá før-
oyska skðrákinum og russ-
iskari elskarinnu, og har
frálíku og royndu tónleikar-
ar úr Aldubáruni spæla
saman við ungum gávurík-
um talentum. Og hóast
Føroyar hava yvirvág bæði
fyrra og seinna hálvleik so
er hetta ein av teim full-
komnu leikunum, har øll
vinna.
Skaldsøgan »Når
engle spiller Mozart«
er uppseld og verður
nú endurútgivin
sum fikkubók. Um-
leið triðingurin av
upprunaútgávuni er
seldur í Føroyum, og
rithøvundurin Lis-
beth Nebelong er ov-
farin og glað, at eis-
ini føroyingar hava
tikið væl ímóti henn-
ara fyrstu skaldsøgu
BÓKAÚTGÁVA
Serliga fegnast Lisbeth
Nebelong um, at nógv
fólk hava vent sær bein-
leiðis til hennara við
brøvum, teldupostum og
sms'um og hava sagt sína
hugsan um bókina, um
persónarnar í bókini og
um hetta, at bókin fer
fram í Føroyum.
– Tað er ein stór gleði,
tá ið fólk siga frá, at bókin
hevur nomið við tey og
sett ferð á týdningarmikl-
ar tankar, sigur Lisbeth
Nebelong.
Skaldsøgan er um eina
kvinnu, sum eftir mong
ár, á vitjan aftur til Føroy-
ar hittir eina fortíð og ein
ungdómskærleika, sum
hon trúði, at hon langt
síðani hevði lagt aftur um
seg.
Ein skaldsøga um at
velja og at velja burturfrá
í lívinum, um kærleika,
tónleik og politikk. Tað er
eisini ein søga um tað
norðurlendska og um við-
urskiftini millum Føroyar
og Danmark fyrr og nú.
Í Nunnuskúlanum
Lisbeth Nebelong er fødd
í 1955. Hon er útbúgvin
tíðindakvinna og Master
of Public Management,
MPM. Árini 1965 til 1967
búði hon í Havn og gekk í
Skt. Frans Skúla. Seinni
frá 1973-1974 kom hon
aftur og arbeiddi sum vik-
arur í Nonnuskúlanum.
Sum fjølmiðlakvinna
vitjaði hon Føroyar í
1980, 1985 og í 1989, og í
2000 skrivaði hon ritgerð
um fullveldisgongdina í
Føroyum. Í dag er hon rit-
høvundur og samskiftis-
ráðgevi, og hevur millum
annað havt skeið á Løg-
mansskrivstovuni um »At
fá boðskapin fram«.
Seinastu tíggju árini
hevur hon skrivað bøkur
um privatøkonomi hjá
fólki.
Når engle spiller Moz-
art er hennara fyrsta
skaldsøga.
Fikkubókin verður at
fáa í bókabúðunum fyrst í
juli og kostar umleið 100
kr. Upprunaútgávan kost-
aði 201 kr.
Meira fæst at vita frá
Lisbeth á lisbeth@nebe-
long.com telefon +45 39
68 32 98. Eisini ber til at
venda sær til forlagið til
Annemarie Elkjær, anne-
marie@elkjaeroghansen.
dk telefon +45 45 85
7167.
Einglarnir spæla Mo-
zart - nú í fikkubók
Um viðrar verður jó-
ansøkubál í Sanda-
gerði mikukvøldið 23.
juni kl. 19
JÓANSØKA
Eins og undanfarin ár skip-
ar Tórshavnar býráð fyri
summarsólstøðum í Sanda-
gerði.
Sum vant verður bál, røða
og felagssangur á skránni.
Ingi Mohr, fyrrverandi
býráðslimur, heldur røðuna
í ár.
Sum vant endar tiltakið
við at farið verður upp á
sand við føroyskum dansi.
Tiltakið byrjar kl. 19 við
ponyríðing fyri tey smáu.
Bálið verður tendrað kl. 21
og søla verður av kakao og
bollum.
Vanliga plagar nógv fólk
at vera til tiltakið, sum
býráðið hevur skipað fyri
hvørt ár síðani miðskeiðis í
80-árunum.
Summarsólstøður
í Sandagerði
Skrá:
Kári Bæk: Preludium og Marsjur
Atli Petersen: Horntrio
Kári Bæk: Humureske og Elergi
- steðgur -
Igor Stravinsky: Oktett
Atli Petersen: Skðrák
Leikarar:
Sámal Petersen, violin
Øssur Bæk, violin
Mlina Fred, viola
Frederik Waage, cello
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Kenneth Larsen, klarinett
Jógvan Zachariassen, fagott
Páll Sólstein, horn
Ólavur Jakobsen, gittar
Jóhannes Andreasen, klaver
Andras Olsen, trombon
Dávur Juul Magnussen, trombon
Ólavur Olsen, trompet
Heini Andreasen, trompet
Christina Andersen, fagott
Í døgunum 12. til 15.
august verður summ-
arfestivalur í Klaks-
vík. Ein festivalur, har
tónleikur verður sett-
ur í hásæti. Stór nøvn
verða á skránni, og á
tíðindafundi týs-
morgunin varð greitt
frá sjálvum tiltak-
inum
FESTIVALUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Eisini varð greitt
frá, hvørjar ætlanir fyrireik-
ararnir hava, og hvussu
skráin fyri festivalinum fer
at síggja út. Millum luttak-
andi tónleikararnar kunnu
nevnast: Ken Hensley, sum
er kendur úr bólkinum
Uriah Heap, Boney M,
Kjell Samuelsen, Hans
Inge
Fagervik,
Gunnar
Mikkelsen og Guðrun Sólja
Jacobsen, umframt fleiri
onnur kend føroysk nøvn.
Festivalurin byrjar hós-
dag og endar sunnudag.
Allar dagarnar eru stór tón-
leikatiltøk á skránni.
Tað heilt stóra verður tó
leygardagurin, har ein úti-
konsert verður á Vágsbøi
við teimum størstu nøvn-
unum á festivalinum.
Steintór Rasmussen, sum
er ein av fyrireikarunum til
festivalin, sigur, at enda-
málið er at fáa norðoyggjar
á Føroyakortið.
– Her hendir ikki so nógv
annað gjøgnum summarið
enn norðoyastevna, sum jú
liggur heilt tíðliga á sumr-
inum, vísir hann á og held-
ur fram, at tá er tað eina-
mest ítróttur, framsýningar
og onnur tiltøk sum eru á
skránni.
– Hetta er so ein roynd at
fáa tónleikin settan á bredd-
an, sigur hann.
Ymisk tiltøk
Festivalurin byrjar sum sagt
hóskvøld, og tá verður tón-
leikur á skránni í Atlantis.
Fríggjakvøldið verður kon-
sert í KÍ høllini.
– Hon verður kanska fyri
tað mesta fyri tey ungu,
men leygardagurin er tann
heilt stóri dagurin, sigur
Steintór.
Leygardagurin
byrjar
við, at Norðoya Sparikassi
hevur stórt morgunmatar-
borð, og aftaná middag
byrja konsertirnar. Tær
halda so fram allan dagin
og út á kvøldið. Alt endar
so við einum stórum fýr-
verki. Eisini verður eitt
stórt barnatiltak leygardag-
in, so ikki kann annað sig-
ast enn, at leygardagurin
býður upp á eitt sindur av
hvørjum til ein og hvønn.
Sunnudagin verður so ein
stór gospelkonsert í KÍ
høllini, har millum onnur
Sigrid Rasmussen og Kjell
Samuelsen fara at syngja.
Lagið er treytin
Føroyska veðurlagið er ikki
kent fyri at vera tað besta,
og mangan hevur tað verið
serstakliga tvørligt hjá fyri-
reikarum, sum skipa fyri
uttandura tiltøkum. Steintór
heldur tó ikki, at hvussu
festivalurin fer at eydnast,
verður treytað av, hvussu
veðrið verður.
– Eg vil heldur siga, at
tað er treytað av, at lagið
verður gott á fólki, sigur
hann og flennir. Men so
leggur hann afturat, at aug-
ust mánaður mangan hevur
víst seg at royndst væl í
Klaksvík, og tí vóna fyri-
reikararnir, at tað fer at
hilnast væl.
– Men um nú hann legst
við landsynningi og regni,
so hava vit møguleikan at
flyta konsertina leygardag-
in inn í KÍ høllina, sigur
Steintór.
Forsølan av atgongu-
merkjum til festivalin byrj-
ar í komandi viku. At-
gongumerki til stóru úti-
konsertina á Vágsbø kosta
250 krónur í forsølu.
Fyrireikararnir eru bjart-
skygdir og vænta nógv fólk
til festivalin.
– Vit høvdu ikki farið
undir hetta, um mótið til
tað ikki var gott, sigur
Steintór
Rasmussen
at
enda.
Kend nøvn á festivali í Klaksvík
Boney M verður millum stóru nøvnini á summarfestivalinum í Klaksvík, sum verður í døgunum 12. til 15 august
Tyrlan hjá Atlants-
flogi bar við svørðin í
Mykinesi, tá ein
hvirla tók í hana
beint sum hon fór
upp frá fríggjadagin.
Flogskiparin Hans
Erik Jakobsen sigur,
at hann gjørdi av at
fara aftur til Vágarnar
við tyrluni av trygd-
arávum, og at ongan-
tíð var nakar vandi á
ferð
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tá tyrlan hjá Atlantsflogi
skuldi fara úr Mykinesi
fríggjadagin, var veðrið
nakað óstøðugt í bygdini.
Hvirlur vóru, og í somu
løtu sum hon fór uppfrá,
kom ein hvirla aftanífrá og
niður yvir tyrluna. Hetta
gjørdi, at hon ikki fór upp
sum vanligt og tók í svørðin
aftur.
Flogskiparin royndi sum
best at koma burtur úr støð-
uni, og tað eydnaðist hon-
um
beinanvegin.
Hann
stýrdi tyrluni runt einaferð,
men gjørdi so av at lenda
aftur fyri at hyggja nærri at
tyrluni, um hon hevði fing-
ið skaða. Tað hevði hon, so
frægt sum hann dugdi at
síggja, ikki fingið, men í
samráð við teknisku deild
varð gjørt av, at tyrlan
skuldi flúgvast aftur til
Vágarnar til nærri kanning-
ar. Síðani tók Hans Erik
hina tyrluna og fór út aftur
til Mykinesar eftir ferða-
fólkunum.
– Hetta varð gjørt av
trygdarávum, tí vit eru bara
flogskiparar, ikki mekanik-
arar. Vit mettu, at tað var
betur at fáa eina gjølla
kanning av tyrluni, sigur
Hans Erik Jakobsen.
Gerandisdagur
í fjøllunum
Hans Erik Jakobsen sigur,
at hetta er fyrstu ferð, at
hann er komin út fyri slík-
um undir ferðafólkaflutn-
ingi tey tíggju árini hann
hevur flogið. Hesi tíggju ár-
ini er tað vorðið til einar
7.000 tímar, har hann hevur
flogið.
– Hetta við hvirlum kann
næstan sigast at vera ger-
andisdagur, tá vit eitt nú
flúgva í arbeiðsørindum í
fjøllunum. Tað kemst av, at
vindurin er kraftigari uppi í
fjøllunum, greiðir hann frá.
So tí kann ikki sigast, at
flogskiparin er óroyndur
undir slíkum umstøðum.
Hann heldur fram, at teir
vistu av veðrinum hendan
dagin, og tí royndu teir at
passa sær løðið til at fara
uppfrá.
– Tað hevur uttan iva sæð
ógvusligari út fyri tey, sum
stóðu og hugdu at, enn fyri
tey, sum vóru í tyrluni, ivast
Hans Erik ikki í. Fólk, sum
vóru í tyrluni, søgdu bara
aftaná, at tað kendist ikki
stórt øðrvísi enn ein lend-
ing, men sjálvandi vistu tey,
at tað var ikki heilt rætt, tí
tey vóru júst farin uppfrá.
Júst sum til venjing
Á hvørjum ári eru tyrlu-
flogskiparar frá Atlants-
flogi í USA til simulator-
venjingar. Hans Erik sigur,
at hesin tilburðurin var júst
sum til venjingarnar.
– Vit hava vant slíkar
hendingar fleiri ferðir, og
tað var sum at sita í simula-
torinum, sigur hann.
Tá slíkir tilburðir koma
fyri, er tað vanlig manna-
gongd, at frágreiðing verð-
ur skrivað beinanvegin og
latin Statens Luftfartsvæs-
en til metingar.
Hans Erik hevur somu-
leiðis verið í sambandi við
myndugleikarnar.
– Har er ikki meira at
siga um hatta. Tað var nak-
að óstøðugt veður, men ikki
ringt at flúgva kortini. Og
tað er júst sum við báti. Ein
passar sær løðið til at fara
uppfrá. Í hesum førinum
kom ein hvirla nakað
óvæntað, men so ger ein
tað, sum gerast skal fyri at
fáa tað í rættlag, sigur Hans
Erik Jakobsen, flogskipari á
tyrluni hjá Atlantsflogi.
Ongantíð vandi á ferð
Hans Erik Jakobsen fleyg tyrluna hjá Atlantsflogi fríggjadagin, tá hon varð tikin av einari
hvirlu, í tí hon skuldi fara uppfrá í Mykinesi. Hann sigur, at tað hevur sæð nakað nógv
ógvusligari út, enn tað í veruleikanum var, og at ongantíð var nakar vandi á ferð
Mynd: Eyðun Klakstein
C
M
Y
K
3
2