týsdagur 15. juli 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góði Birgir, bróður
og starvsfelagi!
Hetta vóru skelkandi tíðindi, eg
fekk frá Conny systir, tá hon ringdi
til mín fyri at siga okkum frá, at tað
var Birgir, sum doyði í syndarligu
vanlukkuni í tunnlinum. Vit høvdu
frætt áðrenn, at ein súkklistur var
yvirkoyrdur og var deyður, men
tað kom mær ikki í huga, at tað
var Birgir.
Vit báðir hava koyrt havnar
gøturnar upp og niður í skjótt
35 ár. Tú byrjaði í ´79 ella ´80 at
koyra frá Mini Taxi, sum helt til í
J. Broncksgøtu hjá Arnhold Øster.
Eg byrjaði tann dagin, eg fylti 22 í
nov. í ´81. Tað var tú, sum vildi, at
eg eisini kom at koyra. Eg mátti
bera skjótt at, tí 1. desember í ´81
legði Mini Taxi saman við Bil í
Gundadali. Tú hevði tosað við
nevndina í Mini Taxi, og tað var
góðkent. Dagin eftir hevði tú tosað
við bilasøluna hjá Vilhelm Nielsen,
har tú hevði keypt nýggjan bil, um
eg kundi keypa tín gamla bil. So
vart tú uttan fyri 14. September,
har eg starvaðist, fyri at vísa mær
bilin og avtaluna um prís. Soleiðis
byrjaði eg saman við tær í Mini
Taxi, og síðani fluttu vit til Bil at
koyra. Í 1988 søkti tú um at koyra í
Auto, og árið eftir byrjaði eg eisini í
Auto. Har hava vit koyrt síðani. Ta
fyrstu tíðina í Auto koyrdu fleiri
av teimum gomlu, sum høvdu
stovnað Auto í 1952, og aðrir. Teir
vóru góðir við okkum, tað merktu
vit. Tað komst av, at pápi okkara
eisini koyrdi í Auto, men doyði
einans 46 ára gamal lítla jólaaftan
í 1974. Teir flestu eru farnir, og hava
vit fylgt teimum øllum til teirra
síðsta hvíldarstað.
Góði Birgir, tað er umleið eitt ár
síðani, at tað bleiv staðfest, at tú
hevði alzheimer. Nakað væl áðr
enn tað, byrjaði tú at ringja til mín
at spyrja um adressur, sum støðin
hevði sent teg. At byrja við hugsaði
eg ikki um tað, tí tað kann standa
fast hjá øllum við hvørt. Tú dugdi
øðiliga væl at goyma, at tú hevði
trupulleikar, tá eg segði, hvar tað
var, tú skuldi, so svaraði tú: "oyðs
ja, tað var har, eg helt tað vera"
ella segði tú "at tú ikki fann ella
mintist til adressuna, tí tú akkurát
var vaknaður". Eisini hoyrdi eg
í sendaranum, at tú í heilum
spurdi støðina, hvar tað var, tú var
sendur. Tað virkaði sum ein lætti
hjá tær, tá tú gavst og slapp undan
at hugsa um adressur.
Góði Birgir, tú tók sjúkuna til tín
og vildi liva tað, sum tú hevði eftir
við gleði. Tú væntaði sjálvur ikki
at liva í nógv ár, men tað, sum tú
hevði eftir, skuldi verða við gleði.
Tú kom fleiri ferðir inn til Heimið
í Vallalíð. Har sita fleiri hugtung,
men tað var 1-2-3, so hevði tú tosað
við fleiri av teimum um at vera glað
og njóta hvønn dag. Tað hjálpti.
Tey vóru so glað hvørja ferð, tú
kom har. Starvsfólkini skulu hava
stóra tøkk fyri tað, tey gjørdu fyri
Birgir. Ein túrur til Barcelona er
fyrireikaður í september fyri bú
fólk á Heiminum. Tey høvdu lovað
Birgir við, tað gleddi hann seg til.
8. desember hevði Birgir fylt 60
ár. Tá ætlaði hann at halda stóran
føðingardag. Hann hevði longu
bjóðað nógvum. Kvøldið fyri sum
tú doyði, kom tú súkklandi fram
við hjá okkum. Tórfríða, Jasp
ur og Bjarni stóðu uttanfyri. Tit
stóðu leingi og prátaðu, og tú
gjørdi Bjarna og Jaspur greitt, at
teir skuldu koma í føðingardag,
ella komst tú eftir teimum. Teir
lesa uttanlands og høvdu ikki sæð
teg síðani á jólum. Eg kom stutt
aftaná. Vit prátaðu eina góða løtu.
At tað skuldi verða fyri seinastu
ferð, vardi okkum ikki.
Hvíl í friði kæri bróðir og
starvsfelagi
Kári
Góði elskaði Súni. 14. juli 1961 var
ein gleðisdagur fyri pápa tín og
meg. Tá fingu vit okkara næsta
son, stórur og væl skaptur. Alt
var so lukkuligt, tit vóru so góðir
beiggjar, Hanus og tú.
Í ´65 kom systurin Ingrid. Hana
vóru tit so góðir við, vildu verja
hana, tá tit vóru úti og spældu. Ja
lítið vistu vit, at í august 2012 fekst
tú staðfest krabbamein í heilanum.
Tú bleiv skurðvigjørdur tríggjar
ferðir, og 11. februar í ár vart tú ikki
millum okkum longur.
Aftan á aðru viðgerð ringdi tú
og segði við meg: Mamma, Jesus
vil hava meg heim nú. Hví sigur tú
so góði? Jú, læknanir kunnu ikki
hjálpa mær meira.
Tú komst aftur til Føroyar, men
skjótt komu boðini, at tú skuldi
koma niður aftur. Teir vildu geva
tær enn eina skurðviðgerð. Hóast
hesa álvarsligu sjúku, vart tú
so glaður og altíð við gott mót,
sum tú hevði alla sjúkraleðuna.
Tú vildi uppliva so nógv, at blíva
abbi aftur og halda jól saman
við øllum tínum kæru. Hetta
eyðnaðist
tær,
men
seinasta
skurðviðgerðin
eyðnaðist
ikki
væl. Tú bleivst lammaður í høgru
síðu og fekk ikki tosað meira. Tað
sást týðuliga, hvussu skuffaður, tú
bleiv. Tú hevði allatíðina sagt, at
tú ikki vildi skurðviðgerast, um tú
bleivst lammaður. Eftir seinastu
skurðviðgerðina orkaði tú ikki
meira, og lívið svann spakuliga
burtur.
Í dag, 14. juli, sita vit bæði í
Danmark uttan teg, góði sonur.
Nógvir tankar og minnir koma
fram á hesum degi. Altíð vart tú so
heimkærur. Sjálvt um tú vart nógv
burtur, gleddi tú teg altíð at koma
heim aftur til okkum og tíni kæru
børn, Katrin, Mariannu, Beinir
og Brandur og tíni elskaðu fýra
abbabørn. Tú vart eisini so glaður
og stoltur, tá ið Katrin fortaldi tær,
at hon ætlaði at kalla dóttrina upp
eftir tær, Olivia Súsanna.
Vit eru sera takksom fyri, at tú
hevði Hanus her í Slagelse, og at
hann kundi vera so nógv hjá tær,
eisini á sjúklingahotellinum. Tað
vart tú sera glaður fyri, eisini at
Ingrid kom niður við tær seinastu
ferðina, tú bleivst skurðviðgjørdur,
og at tú hevði dóttrina Katrin, sum
býr í Keypmannahavn, og var hjá,
tá hon kundi. Tað var so gott, at tit
syskini kundu vera saman. Lættur
vart tú av lyndi, og lætt hevði tú
til láturs, og tað var altíð okkurt
skemt, ið kom frá tær.
Nú er láturin tagnaður, og eftir
stendur saknurin so ómetaliga
stórur, men minnini goyma vit í
hjørtum okkara.
Hvil í friði kæri sonur.
Randers 14.07.2014
Mamma og Pápi
Nøvn
Minningarorð um Birgir Enghamar!
Minningarorð um okkara
elskaða son Súna Poulsen