mikudagur 23. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 117 - 23. juni 2004
Nr. 117 - 23. juni 2004
5
Óvist um nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar
Fyribils arbeiðir
Strandferðslan við
eini ætlan um, at
nýggi Smyril skal
sigla sama túratal,
sum hesin ger
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ikki vist, at nýggi
Smyril kemur at sigla fleiri
túrar, enn hesin.
Tað fingu suðuroyingar
at vita frá stjóranum á
Strandferðsluni á evnis-
degnum seinasta leygardag
um samferðsluviðurskift-
ini í Suðuroy.
Kristian Davidsen segði,
at nú Strandferðslan er
farin at leggja ætlanina fyri
næsta ár, verður fyribils
arbeitt út frá tí, at nýggi
Smyril skal sigla sama
túratal, sum hesin ger.
Kortini leggur hann aft-
urat, at í hesum sambandi
er verri enn so síðsta orðið
sagt enn, tí teir komandu
mánaðirnar skal støðan
viðgerast.
Kristian Davidsen sigur,
at nýggi Smyril siglur so
mikið skjótari enn hesin, at
skal hann sigla sama túra-
tal um vikuna, verður sigl-
ingstíðin einar 14 tímar
færri.
– Sostatt leypa 14 tímar
av og tað gevur rúmd fyri 3-
4 túrum afturat um vikuna,
uttan at sprongja sáttmála-
setta tímatalið hjá mann-
ingini og reglar um hvílitíð
o.s.fr.
Hinvegin verða eyka út-
reiðslur til olju og annað, so
tað er óvist, hvussu verður.
Í Sosialinum í gjár segði
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður, sum yvirtekur
Strandferðsluna tann 5.
juli, at sum búskaparligu
útlitini eru, dugir hann illa
at síggja, at játtanin til
Strandferðsluna
verður
hækkað.
Skal brúkast
Á evnisdegnum vísti Denn-
is Holm, samfelagsfrøðing-
ur á, at tað er høpisleyst at
byggja eitt skip fyri 300
milliónir, sum bara skal
sigla í seks tímar um sam-
døgurið.
– Tað vildi svara til, at
undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasundi einans var
opin seks tímar um sam-
døgurið og tað duga øll at
síggja at tað hevði verið
burturvið.
Kristian Davidsen sigur,
at teir hava ongan áhuga í at
liggja á nýggja Smyrli, tí
hann skal er sjálvandi
bygdur til at brúka.
Hinvegin ivast hann í,
hvussu breitt Strandferðsl-
an skal fevna um.
Hann heldur, at Strand-
ferðslan skal miðsavna seg
um at flyta ferðafólk ímill-
um oyggjarnar og at leggja
eina so góða ferðaætlan
sum gjørligt.
– At gera serligar út-
ferðir, liggur uttanfyri van-
liga virkisøkið hjá Strand-
ferðsluni.
Tí er hann ikki treytaleyst
hugaður fyri at taka undir
við hugskotinum um at
gera serliga ferðir kring
Suðuroynna ella midnáttar-
ferðir undir Enniberg, sum
uppskot er sett fram um.
Tí heldur hann, at skal
Smyril gera serligar ferðir,
skal hann leigast til tað.
Somuleiðis heldur hann at
tað vildi verið skeivt at farið
undir matstovu- og hot-
ellvirksemi sum so umborð
á Smyrli, tí tað vildi verið at
tikið kappingina upp við tey
privatu
vinnurekandi
á
økinum, men tað merkir
sjálvsagt ikki, at matstovan
umborð ikki verður opin, tá
ið siglt verður.
Best at einskilja Strandferðsluna
– Tað hevði verið eitt
gott hugskot at lagt
Strandferðsluna í eitt
alment partafelag,
heldur stjórin á
Strandferðsluni. Men
at luta hana sundur í
fleiri feløg, tekur
hann ikki undir við
STRANDFERÐSLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað besta hevði verið at
einskilt Strandferðsluna og
at lagt hana í eitt partafelag.
Tað heldur Kristian David-
sen, stjóri á Strandferðsl-
uni.
Á evnisdegnum í Suð-
uroy seinasta leygardag um
samferðsluviðurskiftini í
Suðuroy, vísti stjórin á
Strandferðsluni á, at í
nógvum londum rundanum
okkum hevur tað hepnast
væl at lagt flutningsskervið
í almenn partafeløg.
– Í øllum londum rund-
anum
okkum,
verður
hugsað í feløgum, heldur
enn í stovnum.
Kristian Davidsen sigur,
at verður Strandferðslan
skipað í eitt felag, hevði
greiður skilnaður verðið
gjørdur ímillum hana og
politiska myndugleikan.
– Tað, sum lonnur lond
hava gjørt, er síðani at gera
ein samferðslusáttmála í
millum flutningsfelagið og
politiska myndugleikan.
– Í hesum sáttmála er
greitt sett upp, hvørja tæn-
astu, flutningsfelagið skal
røkja og hvussu nógv, tað
skal hava afturfyri frá
landskassanum.
Innanfyri teir karmarnir,
sum eru ásettir í sam-
ferðslusáttmálanum, kemur
Strandferðslan so at hava
fríar ræsur.
– Sostatt binda báðir
partar seg til at at halda
heilt ávísar skyldur mót-
vegis hvørjum øðrum og
tað hevði verið ein nógv
greiðari skipan, enn vit
hava nú.
Greiður skilnaður
Kristian Davidsen sigur, at
varð
tað
gjørt,
hevði
Strandferðslan verðið rikin
sum eitt privat virki við
ávísum, greiðum skyldum.
Hann sigur, at hetta hevði
verið ein stórur fyrimunur,
bæði fyri politiska mynd-
ugleikan, fyri Strandferðsl-
una og fyri viðskiftafólkið
hjá Strandferðsluni.
– Fyri politiska myndug-
leikan hevði fyrimunurin
verið, at viðurskiftini verða
púra greið. Men tá ið
Strandferðslan fær heilt
greiðar karmar at halda seg
til, hevði politiski myndug-
leikin eisini sloppið undan
afturvendandi trupulleik-
anum við eykajáttanum.
Tað er heldur ongin
loyna, at tað er ovurstórur,
politiskur áhugi fyri hvørj-
um
einasta
túri,
sum
Strandferðslan siglur.
Men verður hon løgd í
eitt partafelag, hevði hon
eisini sloppið undan pol-
itiskari uppílegging í allar
møguligar smálutir.
Ella sum strandferslu-
stjórin orðar tað:
– Í øllum førum fáa vit
skorið ein greiðan karm til
hjá báðum pørtum!
Skeivt at luta sundur
Hinvegin tekur stjórin á
Strandferðsluni ikki undir
við samferðslubólkinum í
Suðuroy, tá ið hann mælir
til at taka Smyril burturúr
Strandferðsluni og at leggja
hann í P/F Suðuroyar-
leiðina.
– Tað er skeivt at luta
Strandferðsluna sundur í
fleiri eindir, segði Kristian
Davidsen á evnisdegnum.
Hann sigur, at tað eru yms-
ar tvørgangandi funktiónir
á Strandferðsluni, sum ein
slík fyritøka má hava, um
hon so hevur eitt skip, ella
um hon hevur 10 skip.
Hann sipar m.a til rakstr-
ardeildina, sum umsitur
manningarviðurskifti, út-
reiðslustýring o.s.fr.
– Verða einstøk skip tikin
burturúr Strandferðsluni,
hevði tað sostatt gjørt
raksturin dýrari.
Men hví so ikki leggja alla
Strandferðsluna í Suðuroy?
– Tað er eitt ynski, sum er
væl skilji. Tað hevði helst
eisini bæði verðið betri fyri
suðuroyingar og fyri Smyril.
Hinvegin hevði tað verið
verri fyri øll hini skipini, tí
so kemur umsitingin at
liggja
longri
burturfrá
skipunum og tað fer at føra
til øktar útreiðslur, eitt nú í
sambandi við ferðing.
– Alt legur seg gera, men
at flyta ein heilan stovn er
eitt sera stórt stig. Tað
hevði kostað nógv at bygt
Strandferðsluna upp av
nýggjum í Suðuroy. Hin-
vegin er tað bíligari at leiga
høli í Suðuroy og í ávísan
mun er lønarlagið eisini
lægri í Suðuroy.
Men hann heldur, at tað
er ilt at siga, um tað saman-
umtikið hevði verðið dýrari
í longdini at rikið Strand-
ferðsluna úr Suðuroy.
Hovmeistari setast
Í prátinum um einskiljing á
Strandferðsluni, hevur tað
eisini verðið nevnt, at tað
rætta hevði verið at einskilt
kiosk- og matstovuvirk-
semið umborð á Smyrli og
at leiga tað út til onkran
privatan vinnurekandi.
Tað er ikki ein ætlan,
sum verður umhugsaður.
– Tað, sum liggur í kort-
unum nú, er at ein hov-
meistari skal setast av hava
ábyrgdina av matstovu- og
kioskvirkseminum umborð,
sigur Kristian Davidsen.
– Kristian Davidsen, stjóri á
Strandferðsluni, vinstru-
megin, tí djúpari samtalu við
samfelagsfrøðingarnar
Bjarna Mortensen, í miðjuni
og Dennis Holm um nýggja
Smyril, ferðaætlan og
strandferðslu
Kristian Davidsen greiðir suðuroyingum frá um Strandferðsl-
una og nýggja Smyril á evnisdegi í Øravík seinasta leygardag
Koyristólur eingin forðing
Risastórt sjónleikaratiltak á ólavsøku
Tær fýra, sum reka
handarbeiðs- og
ítrivsbúðina, Diana, í
Saltangará, seta tey
rørslutarnaðu í há-
sætið. Sum eitt tað
fyrsta, tá handilin
flutti úr Lamba út í
Saltangará, settu tær
sær fyri, at tað skuldi
verða møguligt hjá
teimum í koyristóli at
handla hjá teimum
HANDILSUMSTØÐUR
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Fyri stuttum flutti hand-
arbeiðs- og ítrivsbúðin hjá
Dianu Jacobsen í Lamba út
í
Saltangará.
Handilin
heldur til í hølunum, har
Heiðabúðin fyrr var.
Fyri mongum árum síð-
ani, byrjaði Diana at handla
við meturvørum í kjallara
sínum í Lamba. Handilin
gekk væl, og Diana fekk
við tíðini tríggjar aðrar aft-
urat sær, sum nú reka hand-
ilin saman við henni.
Handilin liggur soleiðis
fyri, at tað eru nøkur
trapputrin upp til hurðina.
Men tær tríggjar gjørdu av,
at eisini tey rørslutarnaðu
skuldu hava møguleikan at
keypa í teirra handli. Tí,
sum tær siga, at hóast tú
ikki kanst brúka beinini, so
er einki til hindurs fyri, at
tú kanst gera handarbeiði.
Eisini inni í sjálvum
handlinum er hugsað um, at
pláss skal vera fyri koyri-
stólum; har er rúmligt og
frítt millum hillarnar.
Umframt toy í meturmáli
og handarbeiðs- og ítrivslut-
ir av ymiksum slagi, selja
tær eisini seymimaskinur.
Diana hevur í mong ár
starvast sum heimahjálp, og
dagliga arbeiðir hon við
fólki, ið eru bundin at
koyristóli. Tað ger, at tað
hjá henni er heilt nátúrligt
at hugsa um tey, ið ikki
kunnu nýta trappur.
Formaðurin í MBF, Leila
Solmunde, fegnast um ta
hugburðsbroyting, sum er
at síggja, tá tað ræður um at
gera tað atkomiligt hjá
rørslutarnaðum
– Men tað vísir seg, at
privatu fyritøkurnar eru
skjótari at hugsa um tey
rørslutarnaðu enn tað al-
menna, sigur hon.
Tað er byggivirkið, KBH
á Toftum, sum hevur gjørt
skráan, sum er úr træi og
kostar smáar 20.000 krón-
ur.
Fyrireikingarnar til
útileikin á ólavsøku
eru byrjaðar, og nú
kunnu komandi
ólavsøkugestirnir
byrja at gleða seg til,
at havnargøtur verða
broyttar til ein ævin-
týrkendan heim, tá
umleið 100 sjónleik-
arar í litføgrum bún-
um, gyklarar og
dansarar við tónleiki
og dansi føra tey
gjøgnum býin frá
einum palli til annan
SJÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Kærleiki er evnið og Havn-
in er pallurin. Nú kunnu øll,
sum hava ein lítlan sjón-
leikara, tónleikara, fimleik-
ara ella gyklara í maganum
royna seg, tí aftur í ár
verður útileikur á ólavsøku.
Havnargøtur verða broyttar
til ein ævintýrheim á opn-
um plássum og í smáum
skotum, tá eini 100 sjón-
leikarir, fimleikarir, dansar-
ir, statistar, hjálparfólk og
tónleikarir føra ólavsøku-
gestirnir gjøgnum býin og
inn í ein annan heim, har
tey kunnu hitta alskyns ver-
ur og skapningar úr ævin-
týrunum.
Fyrireikarirnir vóna, at
nógv melda seg til at lut-
taka í útileikinum, óansæð
um tað er tí, at tey duga at
seyma, smíða ella at spæla
sjónleik - tørvur er á allari
skapandi megi.
Útileikurin verður fram-
førdur á ymsum plássum í
Havn og heldur fram stað
av staði.
Gongan byrjar á Bursa-
tanga og endar í Vágsbotni
við steðgi til dømis uttan-
fyri løgtingið og í Tróndar-
gøtu, og áskoðarirnir kunnu
sostatt fylgja við leikarun-
um í paraduni av gyklarum
sum ganga á styltum og
dansarum sum saman við
tónleikarum og leikarum
siga frá søgum um kærleika
og lagnunar speisemi.
Vóna at nógv melda
seg
Útileikurin á ólavsøku er
siður, sum tók seg upp fyrst
í nítiárunum, og er hetta
tann fjóri. Fyrireikingarnar
eru byrjaðar, og nú hava
fólk so møguleika at melda
seg, um tey vilja vera við í
tiltakinum.
Fyrsta venjing verður
sunnudagin 20. juni kl. 14
á Føroya Fólkaháskúla, og
øll áhugaði kunnu møta.
Tey, sum sum ikki hava
stundir at venja so nógv,
kunnu melda seg sum
statistar, tí tann venjingin er
ikki so umfatandi.
Umframt leikarar og stat-
istar sóknast fyrireikarnir
eftir
handverkarum
og
fólki, sum duga at seyma.
Eigur onkur ein gamlan
brúðarkjóla, stores ella
okkurt annað stórt toyð-
petti, sum tey vilja lata, er
tað eisini kærkomið.
Marita Dalsgaard hevur
listarligu leiðsluna av til-
takinum í ár, eins og hon
virkar sum leikstjóri saman
við Katarinu Nolsøe, Elini
á Rógvu og Annfinni
Heinesen. Jóna Thomsen
tekur sær av koreografi og
dansi, og Trygvi í Brekk-
unum samskipar tónleikin.
Aldursmark fyri luttøku er
sett niður í 15 ár - og upp-
eftur er einki mark.
Tey sum hava áhuga í til-
takinum kunnu venda sær
til MáF, Meginfelag áhuga-
leikara Føroya, ella møta á
fyrsta fundinum á Háskúl-
anum sunnudagin 20. juni
kl. 14.
Hóast tú ert bundin at
koyristóli, er einki til hindurs
fyri, at tú kanst handla í
handarbeiðs- og ítrivsbúðini
hjá Dianu í Saltangará.
Formaðurin í MBF, Leila
Solmunde sigur, at tað vísir
seg, at privatu fyritøkurnar
eru skjótari at hugsa um tey
rørslutarnaðu enn tað
almenna
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
5
4