Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juli 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juli 2014 · Nr. 80 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Endamálið hjá Formula er at skapa meirvirði fyri kundan. At skapa meirvirði fyri kundan krevur munagóða sølu og ráðgeving, tí søkja vit nú eftir enn einum sølufólki. Starvsøkið fevnir um sølu, ráðgeving og samskipan av uppgávum, bæði innanhýsis og mótvegis kundunum. Tú kemur at vera millumlið ímillum okkara ráðgevar og kundarnar, tá ið nýggjar loysnir skulu mennast og setast í verk. Vit leita eftir fólki, ið duga væl at samskifta og eru fyrikomandi av lyndi. Neyðugt er, at tú ert røkin og álitisvekjandi. Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, arbeiðir sjálvstøðugt og málrættað. Tú hevur royndir innan sølu og ráðgeving umframt kunnleika til KT. Tú verður ein partur av virkisøkinum Tøkni- og rakstrarloysnir. Arbeiðsumhvørvið er spennandi og mennandi, tí arbeitt verður tvørtur um fakmørk. Fakligu avbjóðingarnar eru í hásæti, har góðir møgu- leikar eru fyri persónligari menning, bæði umvegis dagligar avbjóðingar og altjóða góðkenningar. Á virkisøkinum hava vit nógv um at vera, tí skalt tú kunna hava fleiri bóltar í senn og arbeiða miðvíst. Vit bjóða løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving. Umsóknin við prógvum skal sendast til Eyðun Thorsvig á teldupostadressu et@formula.fo. Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Eyðun Thorsvig á tel. 244145 ella senda ein teldupost til áðurnevndu teldupostadressu. Umsóknarfreistin er mánadagin 21. juli 2014 kl. 12. 1xpetur Stutt um Formula: Okkara aðalmál er at virka fyri at okkara viðskiftafólk fáa økt kappingarføri. Virksemið hjá Formula er skipað í vitarnareindir har góðskan verður tryggjað umvegis altjóða góðkenningar. Á Formula starvast 75 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við eini eginfígging á 60% og einum gjaldførislutfalli á 250. Á Formula eftirmeta vit áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis kundanøgdsemiskanningum og búskaparligum úrslitum. Formula søkir eftir søluráðgeva Posta • Óðinshædd 2 • 100 Tórshavn • Tlf. 34 60 00 • Faks 34 60 01 • posta@posta.fo • www.posta.fo Posta sóknast eftir einum dugnaligum KT- fólki til okkara KT-deild. Vit vænta at tú kann byrja skjótast tilber, men vit bíða tó fegin eftir rætta persóninum. Tú skal: veita starvsfeløgum KT-hjálp, umsita net og servarar, seta upp og reka skipanir umframt aðrar viðkomandi KT-uppgávur. Vit vænta at tú: hevur viðkomandi útbúgving ellar royndir innan KT. Tað er títt eyðkenni, at tú ert ágrýtin, dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og dugir at seta teg inn í mannagongdir og nýggjar skipanir. Tað er ein fyrimunur at tú hevur royndir við: • Microsoft Backoffice • Microsoft skipanir • at arbeiða við processum • SharePoint • Support Vit bjóða: Eitt spennandi og avbjóðandi fulltíðarstarv í einum jaligum umhvørvi, har øll eru partar av eini heildarætlan, sum skal bera Posta fram. Løn sambært avtalu. Spurningar Spurningar um starvið kunnu setast Edvard S. Remberg, KT-leiðara á edvard@posta.fo. Umsóknir Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 25.07.2014 og sendast: Posta Starvsfólkadeildin Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella posta@posta.fo Starvsfólk til KT-deildina á Posta