hósdagur 7. august 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. august 2014 · Nr. 88
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Annita á fríðriksmørk
Kjak síða 10
Føroya-
fobi og
konu
bukarar
Heðin Mortensen
Kjak síða 10
Lata
fegin lág
løntum
lætta
Um tað er nakar sum heldur, at tað
ikki ber til at blæsa og hava mjøl í
munninum, so kennir hann ikki før
oyskan politikk.
Tí tað var sjón fyri søgn í løgting
inum týsdagin – tá Annika Olsen í
besta breckmann-stíli blásti mjøl
yvir tingsalin – sum tó mest minti
um torvmold í eygum á lurtarum og
hyggjarum kring landið.
Tað var, tá hon tók til sín harma
um, at tjóðskaparmálið hevur verið
so forfjónað í hesum samgongutíð
arskeiðnum.
Taktikkurin er greiður: Poul
Michelsen liggur væl fyri at taka
veljarar frá Fólkaflokkinum – ser
liga teir veljarar, sum hildu, at Fólk
aflokkurin var ein fullveldisflokkur
– ella um ikki annað ein sjálvstýris
flokkur, sum kanska vildi eitt sind
ur meira enn sjálvstýri enn til døm
is Javnaðarflokkurin.
Men tað er Fólkaflokkurin ikki.
Fullveldismálið fyllir als einki hjá
Fólkaflokkinum. Heldur ikki sjálv
stýrismálið.
Kaga vit í samgonguskjalið, so er
tað nærmasta vit koma sjálvstýri
ella yvirtøku, hesir 27 stavirnir: »Út
lendingamál verða yvirtikin.«
Men tað sum hevði størri týdning
hjá samgonguni fyri at koma væl
frá byrjan vóru hesi orðini:
»Samráðingar verða við donsku
stjórnina um at dagføra ríkisveit
ingina til dagsvirði.«
Hóast Jørgen Niclasen – saman
við Jenisi av Rana og Kára P. Høj
gaard fýrdi eina lygn av fyri opnum
skíggja valkvøldið 29. oktober í 2011
um, at blokkurin ikki skuldi hækka,
so varð tað longu avtalað fýra dag
ar seinni, at nýggja samgongan, við
Jørgen Niclasen á odda, for til Dan
markar at biða um at fáa 200 milli
ónir meira í donskum blokkstuðuli
og harvið binda Føroyar 200 milli
ónir nærri danska ríkinum.
Jú, vit vita væl, at hetta var prís
urin fyri at fáa valdið í samgonguni
hjá Kaj Leo. Tað hevur eisini eydnast
væl. Tað kunnu fólkafloksfólk rós
ast fyri og tað kunnu tey rósa sær
sjálvum fyri. Í so máta hevur tað
hepnast væl at fáa fólkaflokspoli
tikk á upp í toppin í føroyskum pol
itikki, og tí er samgongan hjá Kaj
Leo Holm Johannesen tann mest
reaktionera borgarliga samgongan
nakrantíð.
Fullveldisneistan sløkti Anfinn
Kallsberg handan desembermorg
unin í 2003 – provokeraður av Tjóð
veldi, tá sakk fullveldisskútuan frá
1998.
Tjóðveldi roynir at halda full
veldisvónini uppi. Men tað ger Fólk
aflokkurin ikki. Og so slett ikki tey
ráðandi sum Annika, Jørgen og Jac
ob. Tey seldu fullveldið fyri at fáa
valdið á Kaj Leo!
Mjølið í munni Anniku
Seyður sleppur nú undan
skatti. Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Jørgen Nicla
sen, hevur lagt uppskot fram
á ting, sum frítekur fólk fyri
at rinda skatt av seyði, sum
tey fáa sum løn fyri eitt nú at
ganga á fjalli.
Málið snýr seg ítøkjuliga
um skatting av seyði, sum
verður latin sum samsýning
fyri fjallgongu og røkt.
– Talan er um eina alda
gamla
føroyska
siðvenju,
har seyður verður givin sum
samsýning fyri at ganga á
fjall og fyri at røkta seyð,
sigur
Jørgen
Niclasen
í
viðmerkingum til uppskot
ið.
Eftir grein 25 í skattalógini
eigur virði av tílíkum seyði at
roknast við í skattskyldugu
inntøkuni hjá tí persóni, ið
fær seyðin. Siðvenja hevur
tó verið ikki at skatta virðið
av slíkum seyði.
– Tá fjallomb og røktingar
lomb í praksis ikki hava verið
skattað, fer henda broytingin
ikki at fáa fíggjarligar avleið
ingar fyri almennu kassar
nar, men bert lógfesta tann
praksis, ið hevur verið gald
andi, og taka burtur tann iva,
ið til tíðir hevur tikið seg upp
millum manna.
Um ístaðin varð valt at
skatta fjalllomb og røkting
arlomb, hevði hetta í fyrsta
umfari givið almennu kass
unum
eina
meirinntøku,
men tá talan hevði verið um
nógvar smáar upphæddir,
hevði ein týðandi partur
av eykainntøkuni farið til
umsiting og eftirlit, og sam
stundis hevði henda serliga
mentanin, ið er í sambandi
við seyðahald í Føroyum,
verið órógvað, stendur í
viðmerkingum til uppskot
ið.
Skulu ikki rinda skatt av seyði
– Eg taki avgerðir eftir tí,
sum eg haldi vera rætt
So einføld er orsøkin til,
at Jacob Vestergaard als
ikki lurtar eftir Havstovuni
og hennara tilráðingum.
Og soleiðis er eisini nú,
ið Jacob Vestergaard hevur
borið uppskotið um fisk
idagar í løgtingið.
Hóast fakligi tilráðandi
myndugleikin
mælir
til
skerjingar, so mælir lands
stýrismaður
til
óbroytt
fiskidagatal næsta fiskiár.
Hann sigur við útvarpið,
at hann hevur ikki álit á til
ráðingunum frá Havstovuni
og teimum tilráðingum,
sum Havstovan letur lands
stýrismanninum.
Tað var Páll á Reyna
túgvu, sum reisti spurning
in í løgtinginum, um tað er
neyðugt at hava eina Hav
stovu, tá landsstýrismaður
ongantíð lurtur eftir tilráð
ingunum og altíð sjálvur
veit betur enn serfrøðin.
Jacob Vestergaard sigur,
at tað sjálvandi er rætt at
lurta, men at hann nýtist
ikki at gera, soleiðis sum
serfrøðin mælir til.
– Eg taki støðu út frá,
sum eg haldi vera rætt.
Soleiðis er tað nú einaferð.
Spurdu, um hann ikki
heldur tað vera rætt at
lurta eftri tilráðingunum,
sigur hann:
– Jú, tað er tað væl. Men
eg havi mínar egnu mein
ingar.
Jacob Vestergaard gull
verdur – í øllum førum fyri
teir barónar í Føroyum, sum
spinna gull av hasara gávu
mildni. Ei undur í at polit
isturin úr Lopra er høgt í
metum í ríkastu stætt í Før
oyum.
Men tá tað er Fólkaflokk
urin sum øllum ræður, so
alt, sum tað eigur at vera.
Okkurt spakt mótmæli
hoyrist viðhvørt frá Mið
flokki og andstøðingunum
í Sambandsflokki.
Men teir meina tað ikki
í nóg stórum álvara til for
láta flógvu taburettirnar í
landsins stýri...
Fólkaflokkurin seldi
fullveldið fyri valdið á Kaj Leo
Jacob er klókari
enn Havstovan