Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 117 - 23. juni 2004 Nr. 117 - 23. juni 2004 11 Løgmaður hevur undir síni vitjan í Grønlandi nýtt høvið til at taka upp nøkur mál í fiskivinnu- avtaluni millum Føroyar og Grønland. Talan er fyrst og fremst um møguleikan hjá føroyskum reiðarafyritøkum at keypa ónýttar rækjukvotur í grønlendskum sjógvi. Hetta er bæði skilagott og rætt, og hetta fær mong at hugsa um spurningin, hví vit ikki samstarva meira við Grønland. Íslendingar og norðmenn samstarva nógv við Grønland. Hetta samstarv er á fleiri økjum t.d. útbygging av undirstøðukervi, ferðavinnu, fiski- vinnu, útbúgving og KT. Hví hava vit ikki størri samstarv innan t.d. fiskivinnu, gransking og KT, kundu vit havt hug at spurt. Føroyingar hava langa siðvenju fyri at virka í Grønlandi og kenna landið væl. Her áttu at verið samstarvsøki, sum báðar tjóðir kundu fingið gagn av. Tað verður talað og skrivað nógv um samstarv í útnorði. Vit hava eitt politiskt útnorðursráð, sum skal tryggja politiska samstarvið í útnorði. Hvat ger Útnorðursráðið spyrja mong. Hvørji stig hevur hetta ráð tikið til tess at menna vinnuliga og mentanarliga samstarvið millum t.d. Grøn- land og Føroyar? Hvørji stig ætlar hetta ráð at taka? Hvat hugsa føroysku ráðslimirnar um samstarvið og hvussu hugsa teir sær, at sam- starvið skal økjast og mennast framyvir? Eitt áhugavert politiskt samstarv er norðuratlants- bólkurin á fólkatingi. Men hesin bólkur tykist ikki at fara at menna seg til at vera tann stovnur- in, sum tryggjar eitt størri og breiðari politiskt og búskaparligt samstarv millum Grønland og Føroyar. Nú rennur alt meira og meira saman í Europa. Vit í útnorði eru uttan fyri hesa politiska til- gongd. Tað er okkara val, og soleiðis má tað vera, soleingi fiskivinnupolitkkurin hjá ES bein- leiðis er til skaða fyri útrorður, sum ein grøn- lendskur politikkari tók til í útvarpinum í gjár. Vit kundu hugsað okkum at lagt afturat, at finna vit ikki saman í eitt nógv tættari politiskt og bú- skaparligt samstarv í útnroðri, so er vandi fyri at útnorður endar sum ein tilafturskomin útjaðari í Europa. Her er tørvur á dialogi og góðum hug- skotum. Eitt hugskot kundi verið, at sent ein før- oyska sendinevnd við politikkarum og vinnu- lívsfólki á vitjan hjá grannatjóðunum í útnorði til tess at kanna møguleikarnar fyir øktum sam- starvi. Í hesum høpi er ferðasambandi altavger- andi. Ber tað veruliga ikki til á politiskan hátt át økja um ferðasambandið og samstundis gera tað bíligari? Her eru ivaleyst møguleikar, tað ræður um at troyta teir. DAGSINS MEINING Sosialurin Samstarv við Grønland VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Gomul og sjúk seta sjúkrarøktarfrøðing í hálsin Útlendsk ítróttafólk í Føroyum Opið bræv til Jógvan við Keldu, Innlendismálaráðharra Jón Ellendersen »Navnið Landsverkfrøð- ingurin er eisini eitt langt og tungt navn og riggar ikki so væl í útlendskum høpi« stendur á heimasíðuni hjá Landsverki sum ein av grundgevingunum fyri, at navnið er broytt frá Lands- verkfrøðinginum til Lands- verk. Í hesum samanhangi nevndi onkur, at var Lands- verkfrøðingurin tungt, hvussu er so hjá álvarsliga sjúkum og gomlum, sum liggja á Landssjúkrahús- inum? »Kann eg sleppa at tosa við ein sjúkrarøktarfrøð- ing?« Nei, neyvan, tí komin hálva leið í orðinum, orka tey neyvan longur ella, so fløkjast tey í orðinum. Men tað sum verður roknað tungt fyri útlendingar, verð- ur, sum tað sær út, helst roknað sum peanuts fyri álvarsliga sjúk og gomul. Neyvan finst nakað tyngri orð, hugsað vit um høpið, orðið verður nýtt í, og higartil havi eg ikki hoyrt nakran vanligan før- oying nýtt orðið. Sjúkra- systir ella sjúkrapleyirska verður nýtt, og grundgev- ingin er altíð hin sama: Orðið er ov tvørligt og tungt. Í fleiri førum hevur eydn- ast at finna orð, sum bæði liggja væl í munninum, eru løtt at siga og minnast, og fella náttúrlig. Dømi eru td. tyrla, telda, hvirla, fløga, rennifjøl og prutl. Sjálvur havi eg eitt starvsheiti, sum tey flestu seta í hálsin: nervanámsfrøðingur, og hvørja ferð eg nýti tað, spyrja fólk hvat í víðu verð tað er. Sigi eg hinvegin danska heitið, neuropæda- gog, so vita tey kanska ikki hvat tað inniber, men eina ábending fáa tey hóast alt. Men sjúkrarøktarfrøðing- ur!?!? Verfaðir segði skemtandi í hesum sambandi, at nú var hann ikki longur skips- timbrari, men skiparøktar- frøðingur, og heilt skeivur fór hann ikki, tí tað er eins láturligt sum sjúkrarøktar- frøðingur. Vónandi slær sama hugs- an ígjøgnum á Lands- sjúkrahúsinum, sum at enda hevur nátt klóku høvdini hjá Landsverki og Fróðskaparsetrinum so vit sleppa undan hasum ónýti- liga og tvørliga orði. Hvussu tað so skal eita: Sjúkrasystir og sjúkra- beiggi vóru hóast alt góð orð, hóast tað seinna ljóðar eitt sindur barnsligt. Men hvussu við sjúkrarøktari? Tað samsvarar væl við tað danska sygeplejerske og tað svenska sjukskjøterska. Mín áheitan til okkara mangan gløggu orðasmiðir er, at teir eisini hugsa hvørjum høpi orðini verða nýtt í og hvørji tey eru, sum kunnu hava stórar trupul- leikar við orðinum. Eitt er í øllum føri víst: Orðið sjúkrarøktarfrøðing- ur fer ongatíð at finna frama millum manna, og hvussu so enn summi royna at nýta tað á skrivt, so verða sjúkrasystir ella sjúkrapley- irska nýtt av 99% av fólk- inum. Og tá er bert eftir at spyrja: Hvat skulu vit við einum orði, sum eingin nýt- ir? Heðin Mortensen, for- seti og Sølvi Reinert Hansen, Ítróttaráðgevi Ítróttasamband Føroya Ítróttasamband Føroya hev- ur í skrivi frá Løgmanni dagfest 27. mei, sum svar uppá teldupost frá ÍSF dag- festur 13. apríl, fingið at vita, at samgongan hevur avgjørt »at seta ein politisk- an fylgibólk at viðgera út- lendingaøkið yvirhøvur«. Ítróttasamband Føroya vil við hesum spyrja, um fylgibólkurin er farin í gongd, og um Ítróttasam- band Føroya verður tikið uppá ráð, tá avtalan við danir viðvíkjandi útlendsk- um ítróttafólkum í Føroy- um verður gjørd. Sum løgmaður vísir á í brævinum, hevur lands- stýrismaðurin onga for- mella skyldu »at fylgja til- ella frámælum hjá einum áhugabólki«. Men tað er hugstoytt hjá ítróttinum, at politiski myndugleikin kortini heldur seg hava rætt at gera eina seravtalu vegna Ítróttasamband Føroya, ið sambært evstulóg síni er »óheft av politiskum og átrúnaligum áhugamálum«. Ítróttasamband Føroya vil tí enn einaferð minna landsstýrismannin á, at sjálvbodna virksemið í ítróttafeløgunum kring landið er sera viðkvæmt. Feløgini verða rikin av ítróttarleiðarum, ið einans virka av áhuga. Um lands- ins myndugleikar ikki vísa skynsemi í hesum máli, kunnu teir forkoma stórum parti av virkseminum í ítróttafeløgunum. Tí meta vit, at landsstýrið hevur eina »moralska« skyldu at verja og fjálga um sjálv- bodnu ítróttafeløgini, held- ur enn at áleggja teimum fleiri byrðar. Heystið nærkast skjótt, tá Hondbóturin og Flogbólt- urin fara í gongd aftur. Ítróttasamband Føroya vil heita á landsstýrismannin í Innlendismálum at fáa greitt hetta málið skjótast gjørligt, so feløg innan hes- ar ítróttagreinar ikki enda í somu støðu sum fótbólts- feløgini undan hesum kappingarárinum. Petur Steingrund, Fiskirannsóknarstovan Íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson hevur ofta ført fram, at toskur »goym- ist ikki«. Hetta er beinleiðis skeivt, men í staðin er tað føðin hjá fiskinum, sum ikki goymist. Toskastovnurin kundi verið størri enn nú Í sjeytiárunum lá toska- stovnurin undir Føroyum millum 80 og 160 túsund tons, meðan hann seinastu fimm árini bert hevur verið millum 65 og 120 túsund tons. Hyggja vit eftir øðr- um toskastovnum í Norður- atlantshavi eru flestu teirra nógv minni, enn teir eina- ferð vóru. Hetta vísir, at toskur væl kann goymast í havinum. Royndin eftir toski er økt Jón Kristjánsson sigur or- søkina vera, at royndin eftir toski var nógv størri fyrr enn nú, hóast hann ongar kanningar hevur at halda seg til. Hann letur eyguni fullkomuliga aftur fyri teimum framstigum, sum hava verið í veiðitøkni sein- astu nógvu árini. Kanning- ar vísa, at fyri flestu toska- stovnar er veiðitrýstið størri nú enn fyrr. At Jón Krist- jánsson beinleiðis sigur ósatt er harmiligt og tænir ikki nøkrum endamáli um upplýsing fyri fólk. Ikki er møguligt at goyma føðina Toskur kann goymast í hav- inum í nøkur ár, men ikki føðin hjá toskinum. Við at troyta toskastovnin hart, megnar toskurin ikki at troyta føðina til fulnar. Føði so sum nebbasild goymist ikki, tí hon er longu deyð ella etin av øðrum fiski eftir stuttari tíð (ofta minni enn eitt ár). At halda toska- stovninum niðri er tað sama sum at dríva óskynsama stovnsrøkt av t.d. nebbasild og hvítingsbróðri. Tey annaðhvørt doyggja ella verða etin av øðrum. Toskurin kann goymast í havinum, men ikki føðin Petur Steingrund Fiskirannsóknarstovan Jón Kristjánsson hevur aftur verið í Føroyum og sagt, at tað er bara at fiska nógv, tí fiskurin er rak og manglar føði. Vinnan hevur tikið væl ímóti hesum boð- skapi, men er hann rættur? Tað kann væl hugsast, at vinnan fær minni burtúr, um hesi ráð verða fylgd. Ov fáir toskar í góðum tíðum Gróðrarlíkindini í havinum hava verið heldur vánalig seinastu tvey árini og fisk- urin er rak. Jón Kristjáns- son sigur, at so er bara at tynna út, soleiðis at livilík- indini verða fín hjá teimum fiskum, sum eru eftir. Men hvat so tá gróðrarlíkindini í havinum gerast góð? Tá eru ov fáir toskar til at gagn- nýta yvirflóðina av føði. Ein toskur kann ikki vera allar staðir í senn og eta. Føðin fer heldur til onnur fiskasløg og aðrar verður í havinum. Veiðan av toski gerst minni, enn hon kundi verið. Ov fáir stórir toskar til tey ytru økini Tá grunnarnir vera harðliga troyttir, er toskurin smáur. Hesir smáu toskar eru bert á innaru leiðunum og eta krabbardjór og nebbasild. Toskurin er harvið avmark- aður til tær innaru leiðirnar og kann ikki gera brúk av føðini, sum er longur útiá. Har er ofta nógv til av hvít- ingsbróðri og svartkjafti, men teir hava einki at ótt- ast, tí toskurin er so lítil, at hann er eingin hóttan. Hvít- ingsbróðir og svartkjaftur kunnu tí kenna seg tryggar fyri toskinum á uttaru leið- unum. Í staðin eru tað onn- ur fiskasløg og skapningar í havinum, sum gera sær dælt av hesari føði. Veiðan av toski verður minni, enn hon kundi verið. Lítið kemur burturúr við høgum veiðitrýsti Plantugróðurin í havinum setir mørk fyri, hvussu nógv føði verður til fiskin. Um veiðitrýstið er stórt, fer hendan føðin til smáan fisk. Um veiðitrýstið er minni, kemur tað sama (ella meira) upp á land, men fiskurin er størri. Fiskimenninir kundu oftari sitið heima í frið og náðum og kortini fingið líka nógv tons upp á land. Eisini er stórur fiskur skjótari at hagreiða og prísurin er betri. Toskurin má sleppa at gagnnýta føðina í havinum VIÐMERKINGAR Dennis Holm samfelagsfrøðingur, Granskingardepilin fyri Økismenning Arbeiðsrit 8/2004 Í teimum framkomnu ídnaðarsamfeløgunum er tað vorðið alsamt meiri vanligt at ferðast langa leið millum bústað og ar- beiðspláss – at fjarferð- ast/pendla millum bústað og arbeiðspláss. Í pørtum av Føroyum er fjarferð- ing eisini vorðin ein natúrligur partur av ger- andisdegnum. Hetta ikki minst orsaka av fram- haldandi útbygging av føroyska vegakervinum, sum í dag ger tað møgu- ligt hjá umleið 75% av fólkinum at koyra í túni hjá hvørjum øðrum – tá Norðoyartunnilin hava 85% av føroyingunum hendan møguleika. Økta fjarferðingin hev- ur ført við sær, at summ- ar føroyskar kommunur í dag kunnu sigast bera eyðkenni av at vera bú- staðarkommunur. Hetta arbeiðsrit viðgerð tvær tílíkar kommunur, Hós- víkar og Kvívíkar komm- unur. Galdandi fyri bæði Hósvíkar og Kvívíkar kommunur er, at stórur partur av fólkinum í ar- beiðsførum aldri fjar- ferðast til arbeiðis uttan- fyri kommunumark, í flestu førum til arbeiðis í Havn. Eisini er galdandi fyri báðar kommunur, at nógv fólk seinastu árini eru flutt higar og fjar- ferðast til arbeiðis uttan- fyri kommunumark. At nógv fjarferðast til arbeiðis í Havnini er sum so ikki so løgi, tí Høvuðs- staðarøkið (umframt Runavíkar og partvíst eisini Klaksvíkarøkið) er tann parturin av land- inum, sum hevur hava havt størstu búskaparligu framgongdina seinastu árini. Har eru eisini flest arbeiðstilboð fyri fólk við hægri útbúgving, umframt nógv arbeiðstil- boð innan tænastu- og handilsvinnuna. Tann stóri búskaparvøksturin í Havn hevur tó eisini ført við sær økt trýst á bú- staðarmarknaðin og har- við hægri húsaprísir og leigukostnað. Harum- framt eru bíðilisti á barnaansingarøkinum, og eisini er tørvur á útbygg- ingum á skúlaøkinum. Hesi viðurskifti ávirkað, tá fólk skulu gera av, hvar tey skulu seta búgv. Kanningin vísir eisini, at fyri fólk, sum hava valt at seta búgv í Hósvík og Kvívík seinastu árini, hevur tað havt týdning, at bústaðurin er bíligari enn í Havn og at nærum- hvørvið er barnavinar- ligt. Arbeiðsritið viðgerð eisini í hvønn mun tað ávirkar lokalsamfelagið sosialt, at stórur partar av fólkinum í arbeiðsførum aldri fjarferðast til ar- beiðis aðrastaðni. Kann- ingar í eitt nú Onglandi og Írlandi vísa, at eitt høgt tal av fjarferðum (pendlarum) kann hava stóra negativa ávirkan á sosialu samansjóðingina av lokalsamfelagnum. Kanningar í Hósvík og Kvívík vísa, at hetta ikki er galdandi í hesum kommunum. At enda viðgerð Ar- beiðsritið eisini í hvønn mun Hósvíkar og Kví- víkar kommunur raðfesta tað, at skapa eitt gott bú- staðarumhvørvið. Í mun til menningarætlaninar hjá eini vanligar føroysk- ari kommunu í 1970- unum og 1980unum, har stórur dentur varð lagdur á at hava eitt sterkt lokalt vinnulív, so tykjast Hós- víkar og Kvívíkar komm- una í dag í stóran mun leggja dent á at skapa eitt gott bústaðarumhvørvið, og á tann hátt draga fólk til sín. Arbeiðsritið kann tak- ast niður á heimasíðuni hjá Granskingardepl- inum fyri Økismenning: www.region.fo og fæst eisini í prentað- um líki við at venda sær til Granskingardepilin fyri Økismenning. Fjarferðing í Føroyum Mikudagin 23. juni kl. 15 fáa tríggir verk- frøðingar handað BS prógv á Náttúruvís- indadeildini á Fróð- skaparsetrinum. Tal- an er um tveir olju- frøðingar og ein elektroverkfrøðing ÚTBÚGVING Tíðindaskriv Verkfrøðingaútbúgvingarn ar á Fróðskaparsetrinum eru liður í miðvísu menn- ingarætlanini hjá Fróðskap- arsetrinum at menna og betra føroyskan førleika. Við verkfrøðingaútbúgv- ingini frá Fróðskaparsetr- inum hava studentarnir ognað sær góða fakliga bar- last at taka við avbjóðing- um í m.a. føroyskari vinnu tey komandi árini. Oljuverkfrøði Útbúgvingin í oljuverk- frøði er eitt beinleiðis úrslit av at Føroyar stigu um gátt- ina til oljuvinnuna. Almenn tilmæli um útbúgvingar finnast m.a. í álitunum »Frágreiðing til lands- stýrismannin í skúlamálum frá útbúgvingarnevndini innan oljuvinnu« frá januar 1996 og til »Fyrireikingar til oljuleiting, Frágreiðing frá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins« frá juli 1997. Í ár er aðru ferð, at Fróðskaparsetrið handar kol- vetnisverkfrøðingum prógv. Útbúgvingin fevnir m.a. um jarðfrøði, boritøkni, brunntøkni, seismikk, vesku- mekanikk og kolvetnisalis- frøði. Elektroverkfrøði Útbúgvingin til elektro- verkfrøðing hevur verið í gongd síðan fyrst í 1990- unum, og hon fevnir m.a. um framleiðslu og tænastu- virksemi í samfelagnum og í vinnulívinum. Dentur verður lagdur á evni sum viðvíkja bæði traditionell- um og aktuellum evnum. T.d. kunnu nevnast data- savning og dataviðgerð, signalviðgerð, stýritøkni og fjarskifti. Hetta eru týðandi tættir í eitt nú el-orkuskip- anum, skipanum í fiski- og alivinnu og í kolvetnis- og KT-vinnu. Nýggju verkfrøðingarnir Nýggju oljuverkfrøðingar- nir eru Heðin Abrahamsen og Halgir Arge, sum hava skrivað BS-ritgerð í felag um alisfrøðiligar parametr- ar í føroyskum basalti við støði í kjarnuboringini frá Vestmanna í 1980. Teir hava m.a. kannað porøsitet, permeabilitet og leidnings- evni í føroyska basaltinum. Teir hava gjørt verkætlan- ina í samstarvi við GEUS í Danmark, har teir fingu vegleiðing og atgongd til starvsstovu at gera máting- arnar. Nýggi elektroverkfrøð- ingurin er Viggo Johansen. Í BS-ritgerðini hevur hann kannað støði fyri at upp- byggja eina nýggja far- telefonskipan í Føroyum. Talan er um triðja genera- tións breiðbands fartelefon- skipan, ið nevnist UMTS. Hann hevur serstakliga kanna útbreiðsluviðurskift- ini í innan- og uttandura umhvørvi, og samanborið við GSM skipanina. Breið- bandsskipanir sum UMTS eru av serligum týdningi fyri at menna fjarskiftis- skipanir við atliti at kunn- ingartøkni í vinnulívinum og í samfelagnum annars. Fróðskaparsetrið mennir føroyskan førleika C M Y K 11 10 Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti tøk Sos alur n Lýs ngar Bilar