hósdagur 7. august 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 88 · 8. august 2014
2
VIKUSKIFTI
Tróndur Bogason hevur staðið
fyri upptøkunum í Studio Bloch
í Havn og lagt til rættis.
Ljóðførini verða leikt av royndum
føroyskum og útlendskum
tónleikarum. Ljóðblandað og mastrað
hava ávikavist James Thomas
(DK) og Mandy Parnell (UK).
Tutl er útgevari, og fer at hava
staklagið til sølu á netinum. Seinni
í ár kemur eitt staklag aftrat og
komandi ár enn fleiri stakløg.
Serliga kend gjørdist Kristel í
X-Factor 2012, har henni varð
spátt pláss í finaluni. Dómarin
metti tó Kristel vera so mikið búna
sum sangarinnu, at hon skuldi út
í ‘veruliga heimin’ at gera tónleik
heldur enn at luttaka í kappingini.
Seinasta staklagi hjá Kristel ‘In The
Lights’ frá 2011 lá í tíggju vikur á
fyrsta plássi á føroysku hitt-listunum.
Kristel hevur síðani arbeitt miðvíst
við egnum tilfari, og hesa ferð er
stílurin nakað øðrvísi, eitt sindur
myrkari poppur kann ein siga.
Kristel byrjaði sum gestasangarinna á
konsertum hjá pápanum, Jens Lisberg.
Tá kom eisini lagið ‘Aint No Love’ út,
sum hon spældi á egnum konsertum.
Kristel nemur sær í dag útbúgving í
Keypmannahavn, samstundis sum
hon arbeiðir við tónleikinum.
Holgar ger sjónbandalag
Tónleikarin Holgar Jacobsen ger í hesum døgum sjónbandaupptøkur til eitt av løgum sínum.
Hóast Holgar hevur ár á baki sum tónleikari, og er millum virknastu tónleikarar á ymsu pallunum
í landinum, somuleiðis sum hann hevur fleiri útgávur at vísa á, so er hetta fyrstuferð, at eitt
sjónbandalag verður gjørt til tónleik hansara.
Licentia Poetica
Upplestur við Carl Johan, Róa, Ludvík og Vónbjørt.
Leygarkvøldið 9. august skipar Ritøvundafelag Føroya fyri upplestri í Sirkus í Havn.
Har fara høvundarnir Carl Johan Jensen, Ludvík á Brekku, Rói Patorsson og Vónbjørt Vang at lesa upp.
Tiltakið verður klokkan 21:00 leygarkvøldið í Sirkus í Vágsbotni.
Kristel Lisberg
við nýggjum
staklagi
Summar redaktør: Dagfinn Olsen
Forsíðumynd: Sigmar Mørkøre
Kristel Lisberg letur í dag frá sær nýtt staklag við heitinum ‘Without You’,
sum hon hevur skrivað orð og lag til