mikudagur 23. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 117 - 23. juni 2004
Nr. 117 - 23. juni 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Fríggjadagin 18. juni
2004 fingu 12
næmingar prógv í
»Yrkisskeið innan
Landbúnað«. Talan er
um eitt skeið, sum
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli og
Búnaðardepilin í
Kollafirði skipað fyri
12 næmingar tikið prógv í »Yrkisskeiði innan Landbúnað«
Fríggjadagin 18. juni
2004 fingu 13 mask-
inistar og 9 maskin-
meistarar prógv á
Maskinmeistara-
skúlanum í Havn
Maskinmeistaraskúlin:
Maskinistar og maskinmeistarar fingið prógv
Maskinistar.
Fremra rað f.v. Sune Dam
Frederiksen, Miðvágur, Petur
Kári Funding, Hoyvík, Karl
Gregersen, Syðrugøta, Magni
Johannesen, Vestmanna,
Aftara rað f.v. Hjalti
Lamhauge, Hoyvík, Jógvan
Lützen, Tórshavn, Finnur
Nielsen, Klaksvík, Hanus
Martin Olsen, Saltnes,
Wilhelm Petersen, Húsavík,
Thorleif Eyðun Petersen,
Klaksvík, Arthur Poulsen,
Kambsdalur, Rúni Poulsen,
Oyndarfjørður, Tórálvur
Poulsen, Tórshavn.
Virðislønir: Petur Kári
Funding fekk ein kikara frá
Føroya Sparikassa og Magni
Johannesen fekk barometur
og klokku frá P/f Trygd
Mynd: Jens Kristian Vang
Maskinmeistarar.
Fremra rað f.v. Eyðbjørn
Andreasen, Klaksvík, Bárður
Jónsson Eliasen, Leirvík, Filip
Jónsson Eliasen, Leirvík
Aftara rað f.v. Jákup Andrias
Hansen, Klaksvík, Jørgin
Jacobsen, Leirvík, Niels Pauli
Nielsen, Froðba, Jóhan
Olsen, Klaksvík, Rúni
Petersen, Tórshavn, Óli
Eiriksson Simonsen,
Tórshavn
Virðislønir: Rúni Petersen
fekk fototól frá Føroya Banka
og Jørgin Jacobsen fekk
mátitól frá
Maskinmeistarafelagnum.
Ídnisvirðisløn (flidspræmie):
Jákup Andrias Hansen fekk
ur frá A.P. Møller
Mynd: Jens Kristian Vang
Aftara rað f.v. Jákup
Skoradal, Klaksvík, Poul
Adrian í Homrum,
Kollafjørður, Snorri á
Bøgarði, Kaldbak, Peder T.
Haar, lærari/stjóri, Jákup
Bærentsen, lærari, og Poul
Müller, lærari
Mittasta rað f.v. Jógvan
Edmund á Geilini, Svínoy,
Tummas Jacobsen, Hvalvík,
og Jan Poulsen, Tórshavn
Fremra rað f.v. Fritleif
Henriksen, kvøldskúlastjóri,
Bent Jakobsen, Tórshavn,
Malan Patursson,
Kirkjubøur, Gunnvá
Jónsdóttir, Miðvágur, Torkil
Dahl, Tórshavn, og Absalon
Hansen, Tórshavn. Eyðstein
Jensen, Tórshavn, vantar á
myndini
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
23. juni. Paulinus, deyður ár 431. Franskur munkur,
sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði
úti við 80 ára gamal
Mikudagin 23. juni fyllir
mamma okkara, Kittan
Poulsen í Fuglafirði, 80 ár.
Foreldur
hennara
vóru
Elsebeth Maria og Sigvald
Øre. Tey búsettust í Geilini
og har vaks mamma upp
saman við syskjum sínum -
tey vóru Frits, Emma, Karl,
sum doyði ungur av sjúku,
Esmund
og
Minna.
Mamma er einasta, sum
eftir er á lívi av teimum.
Í 1944 giftist hon og pápi
okkara, Jógvan Andrias, og
tey fluttu inn í barnaheim
hansara í Toftum ella í
Tronganum, sum tað eisini
verður kallað, at búgva.
Saman fingu tey fýra børn -
Sonja, sum er gift við Har-
aldi Hammer av Tvøroyri
og býr í Syðrugøtu. Kári,
sum doyði av krabbameini
bert 44 ára gamal í 1991 -
hann var ógiftur. Jónsvein,
sum er giftur við Káru av
Skipanesi og Jógvan Finn-
ur, sum er giftur við Jónvør
úr Syðrugøtu. Ommubørn-
ini eru nýggju og lang-
ommubørnini tvey. Pápi
doyði í 1980.
Gott var at vaksa upp í
Tronganum. Í barnaárunum
spældu vit ikki sum nú aft-
anfyri hegnmeskar kring-
sett av pedagogum. Nei,
rásarúm var stórt, næstan
óavmarkað – áirnar, fjøran,
bøurin og hagin. Bjarging-
arvestar
og
fartelefon
ókend og fríir sum fuglar
runnu vit um tún og teig.
Tíðin var tíðin, og hon var
góð. Onkuntíð mundi vera
buldraligt, men eg minnist
einki til, at tú vart ill, bang-
in ella stúrin.
Í nærum eina fjórðings-
øld vaskaði tú í skúlanum.
Tað at arbeiða í fiski kendi
tú, sum so mangur annar
væl. Tú ert vaksin upp í tí
tíðini har kúgv, seyður og
høsn vóru ein náttúrligur
partur av gerandisdegnum.
Samfelagsbroytingin hevur
verið ovurhonds stór frá
torvi til mikroovn!
Inniblíð ert tú og tær
dámar væl, tá ið fólk støkka
inn á gólvið. Væl dugir tú
at greiða frá og hevur eitt
sera gott minni. Hetta hevur
verið tær hent tey mongu
ár, tú hevur verið ættar-
granskari. Hetta hevur ver-
ið eitt frálíkt ítriv hjá tær,
og eg veit, at tú hevur hjálpt
fleiri at greina ættartalvu
sína. Søguáhugin er við
árunum styrknaður.
Leingi hevur tú verið
limur í pensjonistafelagn-
um. Eitt óføra gott tiltak tit
eldru her og aðra staðni við
hava fingið í lag. Tú hevur
trivist sera væl í tí um-
hvørvinum og rósar teim-
um, sum skipa fyri.
Nú er, sum tey gomlu
søgdu, kempualdurin nádd-
ur. Í okkara eygum ert tú
ikki seinnu árini nógv
broytt hvørki í sinn ella
skinn. Hóast onkur tregi er,
so plagar tú at siga: »Aja,
okkurt er, men eg kann ikki
klaga.«
Mamma, hjartaliga til-
lukku á 80 ára degnum og
Harrans signing
Jógvan Finnur
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, ið sýndu samkenslu,
tá okkara kæra dóttir, systir og mostur
Jensina Hansen
úr Sørvági
andaðist og varð jarðað.
Hjartans tøkk til tykkum øll í samkomuni í Kedron,
ið á ymiskan hátt hjálptu og stuðlaðu okkum
í sambandi við jarðarferðina.
Ein serstøk heilsan til heimahjálpina,
sum trúliga hjálpti henni til tað seinasta.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni
til hennara hvíldarstað.
Friður verið við minninum um Jensinu.
Óluvá, Súsanna og Óluvá
Beinta Lamhauge, Tórshavn, hevur 14. juni 2004 staðið
yrkisútbúgvingina Gartnari. Skúlagongdina hevur hon
havt á Dansk Center for Jordbrugsuddannelse, Beder,
Danmark og lærutíðina á Gróðurstøðini hjá Skógrøkt
landsins, lærumeistari Heini Joensen.
Rannvá í Nesinum Olsen hevur tann 18. juni fingið prógv
sum grafiskur tilrættisleggjari á Seminarium for
Håndværk og design í Nørre Sundby.
PRÓGV
Í morgin 24. juni fyllir Paula Jespersen í Trongsivági 85
ár. Hon er burturstødd.
85 ÁR
Jokhild Kitta Poulsen fyllir 80 ár 23. juni.
Føðingardagurin verður hildin í Lonini í Fuglafirði
mikudagin 23. juni kl. 19.00.
80 ÁR
Kittan Poulsen 80 ár
Leygarkvøldið 12. juni
komu tey tungu boðini
um, at Marita var farin,
áleið eitt ár eftir at vit
skiltu, at hon var blivin
álvarsliga sjúk. Marita
var einans 49 ára gomul.
Meginpartin av sínum
vaksna arbeiðslívi var
Marita í starvi á Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni.
Marita var útbúgvin
farmaceutur, og hesa út-
búgving brúkti hon til
lítar í sínum starvi sum
deildarleiðari á kemisku
deild.
Hennara serliga fak-
liga áhuga høvdu kem-
iskir greiningarhættir og
akkrediteringin av kann-
ingarstovuni. Hennara
ágrýtni tryggjaði, at
okkara kanningarstova
var og er á sama stigi
sum vælriknar starvs-
stovur aðrastaðni. Aftrat
starvsstovuarbeiðnum
luttók hon í nógvum
fakligum
samstarvi,
bæði í Føroyum og í
Norðanlondum.
Júst hetta arbeiðslagið
eyðkendi Maritu, hon
setti seg sera væl inn í
tingini, kannaði eftir
hvussu man gjørdi í
øðrum Norðanlondum
og fekk sett loysnina í
verk á ein hátt, sum
hóskaði sera væl til
føroysk viðurskifti.
Marita var altumfevn-
andi. Fyri hana merkti
tað nógv, at samstarvs-
felagarnir høvdu tað gott
í sínum yrki. Óansæð
hvør trupulleikin var,
kundi man altíð venda
sær til Maritu. Við
sínum stilla sinni skapti
hon álit og tryggleika.
Bæði hon og vit hava í
eitt ár livað í vónini um,
at hon fór at vinna á
sjúkuni og aftur gerast
ein natúrligur partur av
okkara arbeiðsdegi. So-
leiðis skuldi ikki ganga.
Okkara tankar leita til
Jóhan, Rúna, Fridu og
familjuna,
sum
øll
høvdu
so
ómetaliga
stóran týdning fyri hana.
Góða Marita, túsund
takk fyri alt tað, tú hevur
verið fyri okkum øll
somul.
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Minningarorð um
Maritu Poulsen
C
M
Y
K
13
12