Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Hanus samró Kjak síða 29 Omma ræð­ist Sea Shepherd Gunvør balle Kjak 27 Gevi tónleiki luft undir veingirnar – Kommunurnar eru ein forðing fyri at føra fíggjarpolitikk sum heild, og tær eru ein forðing fyri, at neyðugar ný­skip­anir innan eldraøkið og skúl­ a­verk­ið kunnu gerast. So bersøgin var Magni Laks­a­foss, búskaparfrøðingur og fyrr­ver­andi løgtingsmaður og fíggj­ar­mála­ráð­ harri, her í blaðnum fríggjadagin. Hann heldur, at Føroyar eiga at verða ein kommuna. Tað eru áhugaverdir tankar, sum Magni Laksafoss nemur við í samrøðuni. Tí tað er ikki skil­a­ gott, at Føroyar eru býttar upp í 30 komm­unur. Gamaní hevur støð­an verið verri, tá vit høvdu 51 komm­ un­ur. Men ein yvir 20 ára long til­ gongd varð bumbað niður av lands­ stýr­i­num, sum við Kára P. Høj­gaard úr Sjálvstýrisflokkinum á odda koll­sigldi ta tilgongdina við eini sera illa fyri­reik­að­ari fólka­at­kvøð­ u­greiðslu. Hon var so illa fyrireikað, at fólk fóru ikki á val, tí tey snøgt sagt ikki vistu, hví tey skuldu á val ella hvat tey skuldu velja. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu tú kanst manipulera við fólka­at­kvøðum – ella hvussu fólka­ at­kvøð­ur kunnu forkoma eini ætl­ an, tá tær eru so illa fyrireikaðar, sum hend­an fólkaatkvøðan var. Hóast tað kann verða trupult at í­mynda okkum, at vit nakrantíð fara at semjast um at skipa landið í eina kommunu – so er tað eitt fakt­ um, at vit oyðsla nógvar pengar burt­ur í berari umsiting av øllum hes­um smáu kommununum. Eitt í­tøkj­u­ligt dømi er Suðuroy, sum er skip­að í sjey kommunur. Tað kostar suðuroyingum 16 mill­i­ón­ir bara í umsting. Suð­ur­oy­ ing­ar rinda yvir tvær milliónir bara í borg­ar­stjóralønum! Tað sigur seg sjálvt, at tað er hol í høvdið. Í Danmark hava tey lækkað tal­ ið av kommunum munandi, og tað sama í Grønlandi, sum er eitt risa­ stórt land við einum fólkatali á leið sum okkara. Har eru bara fýra komm­unur. Sjálvsagt kunnu Føroyar skipast í tríggj­ar ella fýra kommunur. Strukturella hallið hjá lands­kass­ a­num er øðiligt – og einki bendir á, at okk­ara kosnu menn og kvinnur hava ella fáa tam­ar­hald á tí. Arbeitt verður fram eftir fummum – eitt nú við at for­skatta pensjónir, sum er ein hóvs­a­loysn upp á strukturella hall­ið, tí tað kemur samfelagnum aft­ur um brekkur seinni. Tað eru tøk, sum skulu takast. Makt skal flytast, og makt skal sen­ tral­i­ser­ast. Fleiri skulu missa makt og á­virkan. Tað er prísurin fyri eitt rat­i­o­nell­ari samfelag – men vilja vit gjalda prísin? – Tað er Fólkaflokkurin, sum hevur ábyrgdina av, at einki kom burtur úr komm­unu­ sam­an­leggingum, sigur Kári P. Højgaard Í aftursvari til Anniku Olsen, sum í Sosialinum um viku­skiftið gav Kára P. Højgaard skuldina fyri, at einki kom burtur úr komm­ unusamanlegging, gevur hann Fólkaflokkinum av grov­fíluni. Annika Olsen segði við Sosialin, at vit vórð­u bumbað 100 ár aftur í tíðina av miseydnaðu fólka­atkvøðuni hjá Kára P. Højgaard. Tí spyr Kári P. Høj­ gaard nú, hvør tað var, sum framdi bumbuálopið, sum hann kallar tað, og hann svar­ar sjálvur: »Til løgtingsvalið 2011 var Sjálv­stýr­is­flokkurin ein av politisku flokkunum, sum gjørdi greitt, at vit tóku und­ir við at lækka talið av komm­ unum úr 30 niður í 7 komm­ una­l­ar eindir. Tá samráðingarnar vóru í november mánaði um skip­ an av samgongu, varð ein av stóru spurningunum, hvussu henda kommu­n­u­s­am­an­legg­ ing skuldi fremj­ast. Einasta samgongan kundi semj­ast um, varð ein á­set­ing í sam­ gong­u­skjal­ið, at fólkaatkvøða um komm­un­u­sam­an­legging skuldi haldast á vári 2012. Sigast skal, at Fólka­flokkurin var heitasti tals­maður fyri hesi loysnini og eig­ur tí ein høvuðsleiklut í fram­skund­ aðu fólkaatkvøðuni. Tilrættaleggingin og til­ gongd­in til fólkaatkvøðuna varð gjørd í samráð við sam­ gong­u­flokk­ar­nar. Em­bætis­ fólk í Inn­lend­is­má­l­a­r­á­ðnum og landstýrisfólk sum serliga varaðu av kommununum vórðu við á kunningarferð kring landið, til tess at kunna allar komm­unustýrislimir og svara spurningum. Løg­ maður, varaløgmaður Annika Ol­sen, Bjørn Kalsø og Kári P. Høj­gaard vóru við á øllum fund­u­num, men sannast má, at vit ikki kláraðu at selja boð­skap­in; tað vísti fólka­at­ kvøðan. Landsstýrismaðurin í inn­ lend­is­mál­um fekk ikki und­ irtøku fyri at leggja komm­ unur saman í 7 eindir. Hann var bundin til at fremja tað, honum varð álagt í sam­ gongu­skjal­i­num, og tað bleiv gjørt. Sirið Stenberg hevur verið í and­støðu alt valskeiðið, tí kann ein skilja hennara út­ søgn. Annika, hvussu kanst tú í Sos­i­al­i­num vaska hendur, tá tú var landstýrisfólk í inn­ lend­is­mál­um stóran part av und­an­farna valskeiði, hevur ver­ið við í allari tilgongdini og síð­an september 2013 røkt máls­økið kommunumál? Summa summarum: Lands­stýr­is­mað­ur­in bleiv bumb­umaður, men høvuðs­ á­byrgd­ar­in av bumbuni var Fólka­flokk­urin.« Fólkaflokkurin framdi bumbuálopið Fríggjadagin 15. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Janus á Hús­ a­garði upp í Galerie Focus í Lamb­a­gerði 1 í Havn. Janus á Húsagarði hevur tekn­að síðan hann var smá­ drongur. Sum ungur fjakk­ aði Janus í nøkur ár, og hev­ ur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógv­an íblástur, haðani hann ferðaist. Síðani hevur Janus lært til snikk­ara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nøkur ár, men er nú fluttur og teknar burt­ur­av í Tórshavn. Janus hevur havt hópin av list­a­framsýningum runt í Før­oyum, Íslandi og Dan­ mark. Hann hevur teknað fleiri bøkur, plakatir, lýs­ ing­ar, fløguhúsar, hevur tekn­að í barna­sjón­varpi og undirvíst í tekn­ing í “Ung í Føroyum” ì Norð­ur­landa­ húsinum 2010 og í skúlum runt umkring í Føroyum. Í 2012 gekk Janus 4 mánaðar í lista­háskúlanum í Holbæk í Dan­mark Janus fekk Barn­a­bók­a­ heið­ursløn Tórshavnar bý­ ráðs í 2010 og Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum í 2013. Farast kann inn á heim­ a­síðuna www.galeriefocus. com og síggja mynd­irnar sum eru á fram­sýningini. Framsýningin er opin til 28. august, týsdag til fríggj­a­ dag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eft­ ir avtalu. Janus á Húsa­garði í Galerie Focus Suðuroyingar rinda yvir 2 mió kr í borgarstjóralønum! Vilja vit gjalda prisin?