Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 117 - 23. juni 2004 Nr. 117 - 23. juni 2004 17 – At stýra einum flogfari til Føroya er nakað heilt serligt fyri eini flogskipara. Í dag verður tað mesta stýrt við radarum og øðrum teknikki, men á Føroyaleiðini er øðrvísi. Her sleppur tú veruliga at vísa, at tú dugir flogskipara- handverkið til lítar, og tað dámar mær væl sigur Poul Erik Vittrup, sum týs- morgunin fleyg sín seinasta túr til Føroya við Mærsk SEINASTI TÚRUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað er altíð spennandi at flúgva upp til Føroyar. Í góðum veðri fært tú møgu- leikan at síggja frálíku nátt- úruna, og í ringum veðrið er vanliga talan um eina rættiliga spennandi avbjóð- ing fyri ein flogskipara. Týsdagurin fer leingi at standa sólarklárur í minnin- um hjá flogskiparanum Poul Erik Vittrup. Danin hevur síðan 1996 verið flogskipari hjá Mærsk á Føroyaleiðini, men vegna aldur var týsdagurin sein- asti arbeiðsdagur hjá danska flogskiparanum. Í samband við seinasta ar- beiðsdag hjá Poul Eriki á Føroyaleiðini, var skipað fyri eini móttøku á flog- vøllinum í Vágum fyri dámliga dananum. Poul Erik Vittrup hevur starvast sum flogskipari hjá Mærsk síðan 1976, og hann hevur sostatt verið flog- skipari seinastu 24 árini. Spurdur, hvussu tað kendist at flúgva inn eftir Sørvágs- firði fyri seinastu ferð, svaraði flogskiparin hjá Mærsk, at tað kendist løgið, og tað óivað fer at taka nakrar dagar, áðrenn hann veruliga hevur fatað, at flogferðin var hin seinasta. Veruliga royna seg Danski flogskiparin er eitt sindur trekur at fáa at siga, hvør túrur til Føroya hevur Í Føroyum sleppur tú at nýta handverkið Danski flogskiparin og hansara crew Á seinastu ferðini til Føroya varð Poul Erik Vittrup heiraður við einum heiðursportri Frá Flogfelagi Føroya fekk Poul Erik Vittrup ein málning í heiðursgávu, nú hann gevst á Føroyaleiðini Í dag verður útgávu- fagnaður á Vertshús- inum í Havn. Luttak- andi bólkarnir eru: 48 Pages, Speaker, Zink, Lama Sea ÚTGÁVUFAGNAÐUR Tíðindaskriv Í dag, mikudagin kl 15.30, verður útgávufagnaður í Vertshúsinum (um viðrar) uttan fyri. À skránni er tónleikur av nýggju fløguni Ampaljóð, sum Spren Rex júst hevur sent á marknaðin. Ein und- irgrundsfløga við 4 av teim allarbestu rokkarabólkun- um í Havn í dag. Pallurin mikudagin, verður vónandi sólríka væl- svingandi parkeringsøki uttan fyri Vertshúsið. Høvi verður at hoyra og ogna sær fløguna og at hoyra tónleikin hjá bólkun- um live. Bólkarnir spældu á sera væleydnaðu og vælum- tøktu ROX 2004 í Badmin- tonhøllini leygarkvøldið. Siðursrøðin heldur fram í Fuglafirði fríggjakvøldið 25. juni, tá væntandi allir ungdómar í Eysturoy og aðra staðni við fara at feira, at skúlin er liðugur og setur kósina í Mentunarhúsið at rokka saman við bólkunum umframt DJ Switch. Ampaljóð: Spren Rex í Vertshúsinum verið tann baldruttasti. Hann ber seg eitt sindur undan, men sigur kortini, at tað ikki altíð er so tespiligt at koma eftir Sørvágsfirði, tá nógvur sunnanvindur er. Poul Erik Vittrup hevur øll átta árini, hann hevur flogið til Føroya, savnað hagtøl frá túrunum. – Í dag var mín 352 túrur til Føroya. Síðan eg fór undir at flúgva til Føroya, havi eg bert verið noyddur at venda aftur fýra ferðir vegna veður, og tað haldi eg ikki er so galið, greiðir fráfarandi flogskiparin frá. Honum hevur dámt ómetaliga væl at flúgva til Føroya. – At stýra einum flogfari til Føroya er nakað heilt serligt fyri eini flogskipara. Í dag verður tað mesta stýrt við radarum og øðrum teknikki, men á Føroyaleið- ini er øðrvísi. Her sleppur tú veruliga at vísa, at tú dugir flogskiparahandverk- ið til lítar, og tað dámar mær væl sigur Poul Erik Vittrup Søga og klintring Hóast Poul Erik Vittrup júst hevur rundað pensións- aldur, hevur hann ongar ætlanir um at liggja á latu síðuni. Eftir summarfrítíð- ina fer hann at undir at lesa søga á universitetinum í Keypmannahavn. Seinni í heyst ætlar hann sær at klintra á Mount Everest. Hann hevur áður roynt seg á Mount Everest, og vil fegin royna tað aftur. – Tað er altíð spennandi at flúgva upp til Føroyar. Í góðum veðri fært tú møguleikan at síggja frálíku náttúruna, og í ringum veðrið er vanliga talan um eina rættiliga spennandi avbjóðing fyri ein flogskipara C M Y K 17 16