Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Úrtøkan hjá NSÍ, KÍ og ÍF seinastu ferðirnar leggur ikki upp til, at nakað av hesum liðunum fer at bjóða av í kappingini um europeisku plássini, sum B36 og HB sita á saman við Víkingi og EB/Streymi fótbóltur Tað letur ikki til, at tað verð­ ur stórvegis kapping um, hvørji feløg næsta summar skulu umboða Føroyar í eur­ opeisku kappingunum. B36 spolar við ferð fram ímóti FM heitinum, HB er fram­ vegis á tryggari kós ímóti silvurmerkjunum, og so eru tað Víkingur og EB/Streym­ ur, sum í kvøld bresta saman í Sarpugerði. Sniðgøtan út í Europa plag­ar sigur í steypafinaluni at verða róptur. Soleiðis verð­ ur tað neyvan í ár. Steypa­ fin­alan er hálva triðju viku burt­ur, og hon verður millum HB og Víking, sum longu eru á europeiskum plássum. Í løtuni er tað lítið, sum bend­ir á, at nakað av hinum fe­løg­unum, sum hevur verið rokn­að sum møguligt evni til eur­opeiskan fótbólt, fer at blanda seg uppí. Teir í NSÍ, KÍ og ÍF hava aftur og aftur nevnt, at dreymurin hjá teim­um er næsta summar at spæla í europeiskari kapp­ ing. Men úrslitini seinastu ferð­irnar hava ikki lyft liðini nærri europeiskum plássi. Síðani summarsteðgin hev­ur NSÍ vunnið eitt stig burt­urúr tveimum umførum, KÍ hevur vunnið tvey stig burt­urúr trimum umførum, og ÍF hevur vunnið fýra stig burt­urúr trimum umførum. Úr­tøkan hjá ÍF er tann størsta, men manningarligu fyri­treyt­ ir­nar hjá fuglfirðingum at vinna seg upp í europeisku kapp­ingina kennast ikki at vera góðar. NSÍ hevur vunn­ ið eitt stig á útivølli, meðan KÍ hevur vunnið tvey stig á heima­vølli. Aftur hesa ferð varð eyð­ kenni fyri gongdina hjá NSÍ og KÍ staðfest. Hó­ast NSÍ ferð eftir ferð er um reppið at gera tað, so eydn­ast tað ikki at vinna á øðr­um enn trimum teimum nið­astu. KÍ megnar ikki at vinna fulla úrtøku ímóti teim­u­m trimum niðastu. Fríggja­ kvøld­ið var botnliðið B68 á summ­arfestivalinum. Tað end­aði málleyst, og harvið fóru toftamenn fyri fyrstu ferð í ár av útivølli og til hús við úrtøku. Lítið veiggj í Klaksvíkingar høvdu sett nøs­ina upp eftir, at tað endi­ liga aftur skuldi eydnast at vinna fulla úrtøku. B68 spældi disiplinerað í verjupartinum, og í fram­ rætt­aða partinum var 18 ára gamli Hákun Edmundsson eyð­sýndur, tá ið hann bjóð­aði av í ein móti einum støð­um. B68 hevði málmøguleikar, utt­an at tað eydnaðist at vinna úrtøku, og kanska fingu teir ikki tann størsta møgu­leikan av øllum. Eftir langa diagonalsending fram ímóti dystarenda tók bólt­ urin í armin á Heðini á Lakj­ uni. Toftamenn veitraðu fyri brotssparki, men Petur Rein­ ert, sum annars hevði gott tak á sínum leikluti, tagdi: – Eg haldi, at har mistók dóm­arin seg, tí talan var um klárt brotsspark. At vit vinna eitt stig kann eg ikki vera annað enn nøgdur við, tí nú er tað langt síðani, at vit vunnu nakað stig. Nú eru níggju dystir eftir, og vit skylda okkum sjálvum at vísa góðan hugburð og at tora at spæla, helt B68 venj­ ar­in Jógvan Martin Olsen. Hann og KÍ venjarin vóru ikki samdir í leikgongdini: – Vit vóru ikki komnir til Klaks­víkar at grava okkum nið­u­r. Heldur settu vit mið­ verj­arnar og Ndende á mið­ vøll­inum undir trýst. Tað eydn­aðist, og tað var orsøkin til, at vit vunnu nakrar heilt góðar støður, helt B68 venj­ ar­in. KÍ venjarin Eyðun Klak­ stein var ikki nøgdur við, at hans­ara lið ikki megnaði at skora mál og harvið at vinna: – Vit høvdu møguleikar til tað. Bæði Jonas Flindt Ras­mussen og innskifti Sør­ mund­ur Kalsø raktu stong og tvørtræ, men vit hava ikki marginalirnar við. At vit ikki standa okkum so væl ímóti teimum niðastu kemst iva­ Allan Enghamar HB-fjeppari Ein vigtigur sigur í dag og uppiborđin eisini! Vit mugu bara koyra á og vóna at B36 snávar! HååååBeee.. fjeppara sms Eingin bjóðar Víkingi og EB/Streymi av