mánadagur 11. august 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. august 2014 · Nr. 89
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
22
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var tað greitt, at TB
næsta kappingarár, eftir at hava
verið burturi frá í eitt ár, aftur
verður í bestu deildini. Leygardagin
var tað greitt, at at gullkrónurnar
verða hongdar um hálsin á TB
spælarunum, tá ið teir hava sett
punktum fyri hetta kappingarárið.
Tað verður á Argjum leygardagin 4.
oktober.
Hóast uppflytingin og gull
krónurnar eru komin til høldar, so
ætla teir á Tvøroyri ikki at kobla
úr, nú tað resta sjey umfør. Næsta
málið hjá TB er at seta met og
vinna næstbestu deildina við fleiri
stigum, enn nakar áður hevur gjørt.
Síðani 2006 hevur næstbesta
deildin fevnt um 27 umfør. Tað vil
siga, at hægsta stigatalið, sum tað
yvirhøvur ber til at vinna, er 81.
Tað er longu greitt, at TB fer ikki at
vinna so góða úrtøku í ár. Higartil
hevur TB mist tvey stig. Tað var í 2-2
javnleikinum í grannauppgerðini
ímóti FC Suðuroy. Hetta var 11.
juni. Tá ið suðuroyarliðini hittust
á Vágseiði 9. apríl, vann TB 2-0.
Mikukvøldið í hesi vikuni bresta
grannarnir saman aftur á Vágseiði.
Umframt fyri vánirnar hjá TB at
seta met, so verður úrslitið eisini
avgerandi fyri, um tað skal eydn
ast FC Suðuroy at vinna seinna
uppflytingarplássið.
Leygardagin var FC Suðuroy
á Argjum. Tað eydnaðist at vinna
1-0. Fyrr í summar kiksaði tað tvær
ferðir hjá FC Suðuroy ímóti AB – 2-2
á Argjum og 1-2 á Vágseiði.
Málið
Nú tá ið høvuðsmálið at flyta upp
og næsta málið – at vinna gull –
eru rokkin, er næsta málið hjá TB
at vinna deildina við metnógvum
stigum.
Vánirnar fyri tí eiga framvegis
at vera hampuliga góðar. Størstu
úrtøkuna higartil í 1. deild eigur
B68. Tá ið toftamenn í 2007, eftir
at hava verið í næstbestu deildini í
eitt ár, vunnu seg uppaftur í bestu
deildina, var tað við 72 stigum og
málmuninum 79-20.
Hetta árið tapti B68 ein dyst – 3-0
á heimavølli ímóti ÍF – og higartil
er tað ongantíð síðani 2006 eydnast
einum liði at spæla eitt kappingarár
í næstbestu deildini uttan at tapa.
Tann møguleikan hevur TB
framvegis í ár. Tað eru 21 stig eftir
at spæla um. Tað vil siga, at TB
hevur møguleika at flyta upp við
79 stigum!
Í botninum er tað so spennandi,
sum tað ber til. Leygardagin vann
EB/Streymur á heimavølli ímóti
Víkingi. KÍ bjargaði sær í evstu løtu
eitt stig á heimavølli ímóti NSÍ.
Hetta ber við sær, at EB/Streym
ur, HB og KÍ øll eru jøvn í stigum.
Mikukvøldið hittast KÍ og EB/
Streymur í Klaksvík.
19. umfar
Mikukvøldið
07V-HB 1-2 (1-1)
1-0: Torstein Mýlingstind 19.
1-1: Teit Jacobsen 43.
1-2: Poul Ingason 53.
Reytt kort: Heri H. Mohr, HB, 88. (tvey gul
kort)
Leygardagin
KÍ-NSÍ 1-1 (0-0)
0-1: Debes Danielsen 63.
1-1: Tórur Justesen 90.+2.
EB/Str-Vík 1-0 (0-0)
1-0: Árni G. Olsen 78.
Reytt kort: Búgvi Øster, EB/Streymur, 90.
(beinleiðis reytt)
AB-FC Suðuroy 0-1 (0-0)
0-1: Búi Egilsson 74.
TB-B36 3-2 (0-2)
0-1: Rasmus Dan Sørensen 22.
0-2: Rasmus Dan Sørensen 43.
1-2: Heini Mortensen 65.
2-2: Heini Mikal Mortensen 71.
3-2: Heini Mortensen 75.
21. umfar
Mikudagin 13. august
KÍ-EB/Streymur
Víkingur-AB
B36-07Vestur
HB-NSÍ
FC Suðuroy-TB
Jóannes Hansen
Kvinnurnar úr Klaksvík taptu
leygardagin fyrsta dystin í euro
peisku kappingini 2-1 ímóti Vllaznia
úr Albania.
Tað gekk ikki, sum tað varð vó
nað og kanska roknað við, tá ið KÍ
kvinnurnar løgdu til brots í euro
peisku kappingini. Kappingin er í
Litava, og FM vinnararnir fjúrtan
tey seinastu árini spældu fyrst
ímóti Vllaznia, sum er úr Albania.
Úrslitið var, at albanska liðið vann
2-1. Fyri tveimum árum síðani vann
KÍ 11-1 ímóti hesum liðnum, sum
nú er styrkt við fleiri útlendskum
spælarum.
-Vit eru sera vónsviknar. Eitt er,
at teirra lið var mannað við tíggju
nýggjum spælarum sammett við
tá ið vit fyri tveimum árum síðani
vunnu á teimum. Nú er liðið hjá
teimum væl sterkari, enn tað var
tá. Eitt annað er, at vit ongantíð
komu á lagið. Spælið hjá okkum
gekk stutt sagt ikki soleiðis, sum
vit vita, at tað eigur at gera, sigur KÍ
liðformaðurin Malena Joesephsen
úr Litava.
Víst av vøllinum
Fyri Malenu Josephsen sjálva
tørnaði leygardagurin heilt øðrvísi
út, enn allir hinir dystirnir, sum
hon hevur verið við í europeisku
kappingini.
KÍ hevur á hvørjum ári síðani
2001 spælt í europeisku meistara
kappingini. Á hvørjum ári hava tær
úr Klaksvík verið í bólkaspæli sam
an við trimum øðrum liðum. Harvið
hevði KÍ undan uppgerðini leygar
dagin spælt 39 europeiskar dystir.
Einasti spælarin, sum hevði verið
á liðnum allar ferðirnar, var liðfor
maðurin Malena Josephsen.
Leygardagin
var
talan
um
jubileum, tí Malena sum fyrsta
føroyska kvinna rakk 40 dystum
í europeisku kappingini. Í hesum
dystinum upplivdi hon tað, sum
hon ongantíð áður hevur verið úti
fyri í europeiskari avbjóðing fyri
KÍ. Hon varð víst av vøllinum:
-Hetta var ógvuliga keðiligt,
og tað hevur við sær, at eg nú
verði leikbannað í dag, tá ið vit
skulu spæla ímóti Gintra úr Li
tava. Eg vóni, at liðfelagarnir fara
at reisa seg eftir vónbrotið leyg
ardagin, men talan verður um
stóra avbjóðing. Annika Petersen
fer at loysa av í miðverjuni, um
hon verður før fyri at spæla. Hon
noyddist av vøllinum leygardagin,
tí hon hevði fingið eitt trælær, sigur
Malena Josephsen.
Hvussu bar tað til, at tú vart víst
av vøllinum?
-Eg fekk tvey gul kort. Tað fyrra
tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið
eg royndi at steðga einari, sum var
um at sleppa ígjøgnum. Tíverri
rakti bólturin í armin, og dómarin
segði fríspark og gult kort. Seinna
gula kortið fekk eg í tíðini, sum
dómarin legði aftrat. Eg var ov
sein at takla. Tað var harmuligt, og
kanska fekk mótstøðuspælarin tað
at síggja ógvusligari út, enn tað var.
Gongdin
Miðvallarin Eyðvør Klakstein legði
annars KÍ framum, tá ið ein hálvur
tími var farin.
Seks minuttir undan steðginum
javnaði albanska liðið við beinleiðis
frísparki, og tríggjar minuttir eftir
steðgin skoraðu tær sigursmálið til
2-1, eftir at fríspark varð sent inn
fyri.
Tølini siga, at albanska mót
støðuliðið hevði meiri spæl. Tær
høvdu átjan royndir ímóti KÍ máli
num, meðan KÍ hevði seks roynd
ir ímóti albanska málinum. Eina
ferð sendi Vllaznia bóltin í stólpan
aftanfyri Randi Wardum í KÍ máli
num.
Í dag skal KÍ spæla ímóti Gintra
úr Litava og hósdagin ímóti Apollon
Ladies FC av Kypros.
Royndirnar siga, at kypriotiska
liðið er ógvuliga gott. Eftir tapið
leygardagin kennast vánirnar ikki
so góðar fyri, at tað skal eydnast at
vinna annað av fremstu plássunum,
sum bera rættin at halda fram í
kappingini við sær.
fótbóltur
Effodeildin støðan
TB ætlar sær
at taka metið
Vónbrotið hjá KÍ kvinnunum var stórt
Besta úrsltið higartil í næstbestu deildini er í
2007, tá ið B68 flutti upp við 72 stigum
Liðformaðurin Malena Josephsen, sum
varð rikin av vølli fram ímóti dystarenda,
sigur, at mótstøðan leygardagin var
hópin størri, enn tað varð roknað við
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
TB
20
19
1
0
60
13
+47
58
2
FC Suðuroy
20
11
3
6
43
29
+14
36
3
07 Vestur
20
10
3
7
36
31
+5
33
4
B36 II
20
9
4
7
45
37
+8
31
5
NSÍ II
20
8
3
9
44
38
+6
27
6
AB II
20
7
5
8
38
33
+5
26
7
Víkingur II
20
5
6
9
29
42
-13
21
8
KÍ II
20
3
7
10
29
49
-20
16
9
EB/Streymur II
20
4
4
12
25
50
-25
16
10 HB II
20
4
4
12
26
53
-27
16
KÍ liðið leygardagin: Randi Wardum
– Katrina Akursmørk, Bára S. Klakstein,
Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen
– Eyðvør Klakstein, Annika Petersen
(Sigrun Sirdal, 81.), Olga Kristina
Hansen, Maria K. Thomsen, Laila
Pætursdóttir (Hervør Olsen, 81.) –
Rannvá B. Andreasen
Á beinkinum uttan at verða skiftar
inn: Monika Biskopstø, Kristina A.
Rasmussen, Lisa Joensen og Gudny
Johannesen.
Venjari: Alaksandar Djordjevic.