týsdagur 12. august 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 3
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í 64 dagar hava Føroyar verið »her
settar« av fremmandafólki, sum
vilja hava okkum at gevast við at
drepa grind.
Eingin grind er hildin til hesa tíð
ina, og tí ber ikki til at siga, um hesi
fólkin fara at gera álvara av hóttan
um sínum at leggja seg út í drápið,
at leggja seg millum knív og mann
og soleiðis at seta egið lív í váða fyri
at verja ein grindahval.
Hóast
Sea
Shepherd-felags
skapurin ikki er høgt í metum úti
í heimi, og ikki er góðtikin sum ein
umhvørvisfelagsskapur, eins og til
dømis Greenpeace og aðrir slíkir
felagsskapir, so eiga vit at taka eina
slíka propagandamaskinu, sum
hesa hjá Paul Watson, í álvara.
Vit vita væl, at nógv av tí, sum
kemur úr propagandamaskinuni í
besta fall er so snarað og dreygað,
at tað víkir rættiliga langt frá
veruleikanum. Men tað veit móttak
arin úti í heimi ikki. Tí er tað neyvan
nóg mikið, at Løgmansskrivastovan
bara hevur eitt skriv á heimasíðuni
at vísa til, tá fremmandafólk biða
um viðmerkingar.
Paul Watson hevur drúgvar
royndir í sínum arbeiði. Hann hev
ur vígt lívið hjá sær – ikki til at verja
hvalin, sum hann sigur – men til at
kunna liva eitt heilt lív á havinum
fyri pengar, sum ríkar konur sum
Brigitte Bardot og onnur góðvarin
fólk vilja rinda fyri. Tað er jú ikki
rættvísi ella djóravernd, sum er í
hásæti, men tað snýr seg um ein
mann og ein felagsskap, sum vilja
liva eitt øðrvísi og meira spennandi
lív.
Men tað veit móttakarin ikki. Ein
mynd av einum grindadrápi er valla
nøkur vøkur sjón hjá nøkrum, og
grindahvalurin er sambært hugsan
hjá
einum
miðalheimsborgara
meira verdur, enn dýr annars – og
í fleiri førum meira verdur, enn
lívið hjá medborgarum longri úti í
heimi.
Tað er ein veruleiki, sum vit
mugu halda okkum til. Tað er tí als
ikki nóg mikið at siga sum løgmaður,
at herferðin higartil hevur verið eitt
flopp, tí at Sea Shepherd so at siga
onga fjølmiðlaumtalu hevur fingið
í útlendskum miðlum.
Borgastjórin í Havn hevur gjørt
bart og útihýst bátum hjá Sea
Shepherd í úr havnini í Havn.
Gamaní er tað bíligari hjá hon
um at taka populerar avgerðir, enn
hjá løgmanni, sum skal umhugsa
væl alt sum hann sigur og ger
– sum hann eisini átti at gjørt á
Facebook.
Hóast vit halda lítið um Sea
Shepherd og teirra endamál, so eiga
vit at taka hesa hóttan í nógv størri
álvara og brynja okkum nógv betur
til slík álop á okkara mentan, enn
vit hava gjørt higartil. Gera vit ikki
tað, so mugu vit gevast at drepa
grind.
Mugu taka álop á mentan
okkara í nógv størri álvara
– men himprast
ikki við at leggja
eftir mentanum
hjá øðrum
Franska sex-symbolið frá
fimmtiárinum,
Brigitte
Bardot, hevur seinnu árini
útmerkað seg við skriva og
siga ymiskt ljótt og niðra
ndi um útlendingar. Henni
dámar ikki islam, heldur
ikki tilflytarar og homosex
uel fólk.
Henni dámar væl djór, og
tí hevur hon brúkt nógva
tíð og nógvar pengar upp á
djórarættindi – eitt nú við at
stuðla Paul Watson og Sea
Shepherd við pengum. Hon
hevur givið teimum tvíkilj
una, sum eisini er uppkallað
eftir henni, so Sea Shepherd
fær hert tiltøk síni ímóti
millum annað føroyingum.
Brigitte Bardot, sum í
næsta mánaði fyllir 80 ár,
býr í Suðurfrankaríki. Hon
hevur fleiri dómar fyri síni
racistisku og diskriminer
andi útsagnir ímóti tilflyt
arum, islamistum og homo
sexuellum.
Eftir øllum at døma
dámar henni heldur ikki
føroyingar.
Tað vil so siga, at Bri
gitte Bardot, sum ikki vil
hava fremmandafólk í sín
um heimandi – tí tey hótta
franska mentan – stuðlar
og rindar fyri at fremmand
afólk gera um seg í Føroyum
ímóti vilja føroyinga – og
sum harðliga gera seg inn á
føroyska mentan.
Verjir egna mentan
ímóti útlendingum
Mugu brynja okkum
Onga
list og einki
Guds orð
Bjørt Samuelsen
kjak á síðu 18
Mót
mæli við
orðum
Annita á Fríðriksmørk
kjak á síðu 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fríggjadagin letur upp fram
sýning í Smiðjuni í Lítluvík í
Havn, har Sofus Poulsen fer
at sýna fram málningar.
– Talan er um málningar
av menniskjum, sum eru eitt
sindur
franskt-impressión
istiskt inspirerað, sigur Sofus
Poulsen.
Hann
hevur
verið
í
Danmark seinasta hálvtann
að árið.
– Eg havi upplivað danska
summarið og danska café
lívið, har fólk kunnu sita utt
anfyri í góða veðrinum undir
einum træ og njóta eitt glas
av víni.
Danska romantiska peri
odan fyllir helmingin av fram
sýningini, meðan hin helvtin
eru náttúrumyndir, veðurlag,
bygdir og fosturlandskensla.
Sofus hevur verið við í
fastari sensuraðari framsýn
ing í Brønderslev, har bert
innboðin listarfólk eru við.
Hann er eisini í trimum øðr
um gallaríum í Jyllandi.
– Eg veri eisini við á
nøkrum
ørðum
framsýn
ingum í Danmark í næstum.
Men tann fasta framsýningin
í Smiðjuni í Lítluvík eina ferð
um árið hevur stóran týdn
ing fer meg og fyri mín heim
longsul, sigur Sofus Poulsen.
Framsýningin hjá Sofusi
Poulsen letur upp fríggja
dagin, og hon er opin til og
við týsdagin, allar dagarnar
frá klokkan 15 til 18.
Sofus fingið íblástur úr
danska summarinum