Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Norskt vinnulív óttast føroyskan leiklut Norska fiski- og alivinnan óttast, at Føroyar og onnur lond fara avstað við stóra, russiska marknaðinum, ið nú er stongdur fyri ES og Norra. Vinnan biður tí norsku stjórnina um hjálp, soleiðis at Føroyar ikki gerast ein millumstøð fyri norskan fisk til Russlands Jón Brian Hvidtfeldt – Vit eru í eini óvanligari støðu, ið krevur óvanlig stig. Tað er boðskapurin hjá norsku fiski- og ali­ vinn­uni, sum umvegis fe­lags­skapin Fiskeri- og H a v ­b r u k s n æ r i n g e n s Lands­forening (FHL) biður norsku stjórnina um hjálp í kjalarvørrinum á russiska inn­flutningsbanninum móti bæði ES og Norra. Í drúgvum brævi, sum FHL sendi norsku stjórnini mána­dagin, verður víst á týdn­ingin, sum russiski markn­aðurin hevur fyri bæði fiski- og alivinnuna. Í fjør útflutti norska fiski- og alivinnan vørur fyri 6,5 milli­ardir norskar krónur, stív­liga seks milliardir í okkara peningi, til Russ­ lands. Alivinnan stóð fyri tveim­um triðingum av út­ flutn­inginum, meðan upp­ sjóv­arvinnan stóð fyri ein­ um triðingi. FHL vísir á, at norska vinnan hevur møtt av­markingum og forðingum av ymsum slag á russiska markn­aðinum líka síðani 2006, men við nýggjasta inn­ flutn­ingsbanninum ber av. Tí er neyðugt við óvanligum stig­um. Taktikkurin FHL vísir á, at inn­flutn­ ings­bannið vil broyta kapp­ ing­arstøðuna við Ísland og Føroyar munandi. Landa­ frøði­liga liggja Føroyar best fyri at gera sær dælt av støð­ uni, serliga tá umræður at fáa fatur á uppsjóvarfiski frá norskum og ES-skipum, sum síðani kann seljast inn á russiska marknaðin. Ser­ liga er tað sildin, ið hevur týdn­ing í hesum sambandi. Fjórða hvør sild, ið norsk skip fiskaðu í fjør, varð seld til russiska marknaðin. Út­ flutningsvirðið var 778 milli­ ón­ir norskar krónur. Tí biður FHL stjórnina um at skipa soleiðis fyri, at írest­andi sildakvotan hjá norsku skipunum í ár kann flytast til næsta ár. Hetta fyri at fyribyrgja, at norsk skip kunnu freistast til at av­reiða í Føroyum, heldur enn í Norra. Somuleiðis sigur FHL seg síggja eitt russiskt mo­ tiv fyri at lata Ísland og Før­oyar sleppa undan inn­ flutn­ingsbanninum. Felagið vís­ir á, at á henda hátt kann Russ­land bæði skaða ES og Norra, samstundis sum land­ ið fær røkt áhugamálini hjá heimamarknaðinum, ið hev­ ur tørv á uppsjóvarfiski. Tí biður felagið hjá norsku fiski- og alivinnuni stjórnina um at taka upp samband við ES, Ísland og Føroyar fyri at forða fyri, at fiskur frá norsk­um og ES-skipum kann ger­ast triðjalandsfiskur á russ­iska marknaðinum, inn­ flutt­ur umvegis føroyskan bryggju­kant. Óttin Í brævinum til norsku stjórn­ina gevur norska fiski- og alivinnan eisini greitt til sjóndar ein ótta fyri, at Føroyar fara at gera sær dælt av at russiska bann­inum móti Norra. Víst verður á fordømi, har Før­oy­ ar í makreltrætuni við hini strandalondini megnaði at byggja upp ein stóran mót­ tøku­kapasitet eftir stuttari tíð. FHL roknar við, at før­ oyskt vinnulív longu í okt­ob­ er mánað aktivt kann leggja seg út í kappingina um upp­ sjóv­arfiskin hjá norskum og ES-skipum. Og verður russ­ iska innflutningsbannið var­ andi, verður hetta ein støða, ið føroyskt vinnulív í vaks­ andi mun fer at gera sær dælt av. Somuleiðis vísir FHL á, at Føroyar longu í dag hava ein protektionistiskan fiski­vinnupolitikk, har eitt avreiðingargjald á tvær krónur kilo verður lagt á allan uppsjóvarfisk, ið før­ oysk skip landa utt­an­lands. Norra hevur ikki sama poli­tikk mótvegis norska upp­sjóvarflotanum, men hav­andi í huga aktuellu støð­una við russiska inn­ flutn­ingsbanninum met­ir fe­lagið, at føroyska av­reið­ ing­argjaldið eigur at takast við í samlaðu myndina. Brævið frá Fiskeri- og Hav­bruksnæringens Lands­ for­ening (FHL) varð sent norska utt­an­rík­is­ráð­harr­ an­um, fiski­mála­ráð­harr­an­ um og evr­opa­ráð­harr­an­um mána­dagin. Jón Brian Hvidtfeldt – Vit mugu ikki gloyma, at ES-boykottið er framvegis í gildi. Kom nú eitt russiskt boykott omaná, so byrjar heimurin also at gerast ógvuliga lítil fyri føroyskan uppsjóvarfisk. Tað sigur Pól Huus Sól­ stein, sølustjóri hjá North Pelagic, ið eitt nú selir fiskin hjá Norðborg og Christiani í Grótinum. Pól Huus Sólstein met­ ir tað hava ótrúliga stór­ an týdning fyri før­o­yskt vinnulív at sleppa undan russiska inn­flutn­ings­bann­ in­um, ið nú rakar bæði Norra og ES. Royndi sølumaðurin, ið eisini er limur í nýstovnaða Útflutningsráðnum, roknar við at russiska stigið fer at leggja trýst á ES-marknaðin, ið Føroyar væntandi aftur sleppa at selja sild og makrel til seinni í august. – Russiski stongsulin vil vænt­andi seta ES-marknaðin undir trýst, og harvið kann prís­ur­in á ES-marknaðinum lækka, sigur Pól Huus Sól­ stein í samrøðu við Rás2. Hinvegin kann russiska stig­ið móti ES og Norra geva møgu­leikar fyri føroyskt vinnu­lív. Men í dag hava fleiri føroyskar fyritøku ikki neyðugu loyvini upp á pláss fyri at sleppa at selja inn á russiska marknaðin, og har­ til ber illa til at satsa alt uppá russ­iska marknaðin, metir Pól Huus Sólstein. – Duga vit nóg væl, so kunnu vit fáa optimalt fyri okk­ara vørur á russiska markn­aðinum, men sam­ stund­is mugu vit ikki gloyma ES-marknaðin, ið væntandi verð­ur latin uppaftur fyri før­oyskum vørum fyrsta dag­in. Vit mugu royna at hugsa langsigtað og minna okk­um á, at tað eisini er ein gerandisdagur aftan á eitt boykott, sigur Pól Huus Sól­ stein. Mánadagin fekk Utt­ an­rík­istænastan á Løg­mans­skriv­stov­ uni óformligar ábend­ ing­ar um, at Føroyar ikki verða raktar av russisku hand­ils­til­ tøk­unum. Á fundi á russ­isku sendistovuni í Keypmannahavn í morg­ un (týsmorgun, red.) fekk Uttanríkistænastan vátt­ an fyri hesum. Síðan russisku hand­ ilst­iltøkini vórðu frá­boð­ að seinasta hósdag, hev­ u­r U­ttanríkistænastan sam­skift við russiskar mynd­u­g­leikar fyri at tryggja,  at Føroyar ikki verða fevndar av russisku hand­ ilstiltøkunum móti ES. Ein skrivlig váttan verð­ur væntandi latin føroysku mynd­ug­leik­ un­um seinni í vikuni, tá mál­ið hevur verið ígjøgnum neyð­ugar fyristingarligar manna­ gongdir í Moskva, sigur Løg­mansskrivstovan í al­menn­ari fráboðan. jonbrian@sos.fo Løgmansskrivstovan: Ótrúliga stóran týdning at sleppa undan boykotti Innflutningsbannið rakar ikki Føroyar Stjórin í sølufyritøkuni North Pelagic fegnast um at sleppa undan russiska inn­ flutningsbanninum, ið tó hevur stórar avbjóðingar við sær fyri føroyskar fyritøkur Føroyskar útflutningsfyritøkur kunnu eins og áður útflyta sínar vørur til Russlands. Tað sigur Løgmansskrivstovan í almennari fráboðan 12. august. – Vit eru í eini óvanligari støðu, ið krevur óvanlig stig, sigur Geir Ove Ystmark, stjóri í felagnum hjá norsku fiski- og alivinnuni, sum tí biður stjórnina taka ítøkilig stig fyri at hjálpa vinnuni, eitt nú móti kapping úr Føroyum. Mynd: Ola Nordmann/FHL Pól Huus Sólstein, sølustjóri hjá North Pelagic.