Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90 16 Sosialurin Ikki vardi tað okkum, tá ið tú og Hallgerð vóru og vitjaðu okkum, sum tit so ofta gjørdu, beint fyri páskir í ár og søgdu, at tit skuldu við flogfari til Danmarkar til dóttur tykkara, Eyðbjørg, og eftir tað til Norra at vitja Fríðbjørg, yngstu dóttrina, at hetta skuldi vera seinasta ferðin, tit vóru inni hjá okkum. Tú bar teg altíð so væl, Julius, sá út sum ein unglingi, og tað gjørdi tú eisini henda dagin. Tit plagdu at ringja til okkara, tá ið tit vóru burturstødd, og tað gjørdi Hallgerð eisini, tá ið tit vóru í Norra. Men tað vóru ikki góð tíðindi, hon hevði at bera okkum, tíverri. Tú var blivin illa sjúkur, og tað var ikki til at skilja. Tíbetur untist mær at síggja teg, eftir at tit vóru komin heim. Men tað sást tíverri, hvønn vegin tað bar. Góði Julius, nú er ringt ikki at kunna ringja til tín. Vit tosaðu saman í telefon hvønn tann einasta dag í mong ár um fisk, um fótbólt og mangt, mangt annað. Tað var altíð hugnaligt at tosa við teg. Góða Hallgerð og børn við familju. Tit hava mist kæran mann, pápa, verpápa, abba og langabba. Harrin styrki tykkum øll. Hvíl í friði, góði Julius. Heilsan Svágur tín, Bergtórur Til minnis um mín kæra svág og vin, Julius Biskopstø Takkarheilsan Øllum tykkum, sum mintust til mín á 70 ára føðingardegnum tann 27. juli 2014 og gjørdu dagin sera hugnaligan, takki eg hjartaliga. Vinarliga heilsan Jógvan á Argjaboða