týsdagur 12. august 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Mótmælið við orðum – ikki vápnum!
Annita á
Fríðriksmørk
Um ein kvinnufelagsskapur
fór til eitt muslimskt land væl
mannaðar og útgjørdar við
vápnum og boðaðu alment
frá, at endamálið við vitjanini
var at forða kvinnunum í at
ganga í burka. Høvdu tær
sloppið tað uttan nakað?
Um ein umhvørvisfelags
skapur fór til eitt vestur
lendskt land væl mannaður
og væl útgjørdur og boðaðu
alment frá, at endamálið við
vitjanini var fysiskt at forða
bilum við stórum motorum
at koyra á almennum vegi.
Hevði man sloppið tað uttan
nakað?
Tá ið ein bólkur sigur
seg vilja brúka harðskap og
makt til tess at forða føroy
ingum at gera tað, sum er
lógligt, so sleppa tey ov
langt. Tað er í lagi, at tey
ganga mótmælisgongur og
býta traktatir út. Men tað er
ikki í lagi, tá ið tey nærum
alvápnað liggja klár inni
á okkara firðum til tess at
forða okkum í at gera tað,
sum er lógligt her á landi!
Hetta er ikki ein politi
statur verður sagt, og tey
mugu fyrst gera okkurt,
áðrenn løgreglan reagerar,
sum rættvísger, at tey verða
tikin ella fáa forboð móti
sínum virksemi her á landi.
Til tað er at siga, at fyri tað
fyrsta hevur felagsskapurin
eina kriminella bakgrund,
og fyri tað næsta hava tey
longu forða okkum í at
fingið ta einu grindina til
lands; -aftaná, at fleiri bátar
við manning høvdu brúkt
nógva tíð og pengar við at
hildið henni til. Hvat er tað,
sum tey skulu gera FYRST?
Vóni ikki, at nakar ger seg
inn á hesi ungu og heldur
naivu fólkini; lat tey fyri
Guds skyld fáa frið. Men
tað er margháttligt, at vit
eru fleiri, sum javnan fáa
parkeringsbøtur, tí vit hava
parkera nakrar minuttir ov
leingi niðri í býnum, meðan
Sea Shephard fólkini sleppa
ótarnað í fleiri mánaðir
at brúka fleiri víkipláss á
almennum vegum í upp til
fleiri tímar dagliga!
Vóni ikki, at nakar ger
seg inn á hesi ungu! Men,
hvussu ber tað til, at tey
sleppa ótarnað at brúka
stórar bátar og útgerð, sum
einans hevur til endamáls at
oyðileggja okkara siðaarv? Er
tað lógarøki, sum haltar, ella
heldur løgreglan, at tað, sum
fer fram er í lagi og innan fyri
lógarinnar mark?
Onga list og einki Guðs orð á ólavsøku
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Summarið er farið at halla.
Ólavsøkan er millum góðu
løturnar, væl lagdar í geyma.
Tá vit savnast um Merkið, um
sangin, um listina, um tón
leikin, um familjuna - dyrka
fólkasálina og samleika, vit
eru errin av. Tjóðarhátíðina
eiga vit øll. Tó, nøkur eiga
hana meira enn onnur.
Á ólavsøkuframsýningini
í Listaskálanum var aftur í
ár fitt av fólki hendan ólav
søkudagin. Millum teirra ein
maður í koyristóli. Har er
lyfta millum ovaru og niðaru
hæddina. Men tá maðurin
við hjálp frá starvsfólki
royndi at sleppa oman hig
ar, har meginparturin av
framsýningini hekk, vísti
tað seg, at lyftan kundi ikki
lyfta tað, sum maðurin við
koyristóli vigaði – tó talan
var ikki um prúðan mann.
Hann var komin at hyggja at
avbjóðandi list, men gjørdist,
púra óynskt, eina løtu sjálvur
miðdepil.
Flestu
okkara
ynskja ikki slíkt uppmerk
semi, tá vit eru komin fyri at
njóta eina framsýning.
Fáar tímar frammanundan
var guðstænastan í Dóm
kirkjuni. Hátíðarliga sessað
ust løgtingsfólk og onnur
at lýða á prestsins góða orð,
við hegnisliga innflættaðum
áminningum um rætt og
rangt. Samstundis stríddist
ein rørslutarnaður maður
bókstaviliga fyri at sleppa
um kirkjugátt í sínum koyri
stóli. Hann mátti fáa hjálp
frá hjástøddum og innkom
in, var ikki rúm fyri honum.
Vit varnaðust einki, men
kundu lesa hetta á FB í støðu
dagføring hjá Hanusi Samró,
tingmanni.
Hetta vóru bert tvey
dømi, sum hendu har eg
var hjástødd. Hvussu mong
onnur mundu vera runt um
kring, og hvussu mong vóru
tey, sum settust aftur til
ymiskt tiltøk, tó at tey høvdu
hug at luttaka?
Atkomuligi
gerandisdagurin
Eitt er ólavsøkan. Verri er tað
tó við teimum forðingum,
sum mong møta í gerandis
degnum. Rørslutarnað, sum
ikki uttan víðari sleppa inn í
bygningar, á arbeiðspláss, til
konsertir,
ferðavinnutúrar
osfre. Fólk við ovurviðkvæmi,
sum hava torført við at fara
út at eta, tí flestu matstov
ur, eisini almennar, ikki
geva hesum ans. Hoyri- og
sjónveik, sum mangla at
gongd til stóran part av tí
almenna samskiftinum og
kunningini.
Arbeiðsmark
naðurin, sum framvegis í
alt ov avmarkaðan mun
rúmar fólki, við serligum av
bjóðingum (og her er lands
myndugleikin tíverri eingin
fyrimynd). Fólk, sum fram
vegis mugu renna millum
óteljandi hurðar, tí tilboðini
eru ov illa samskipað, osfre,
osfre. Hetta útihýsir ikki bert
nógvum borgarum frá felags
skapinum, men tað ger eisini,
at samfelagið missir ta gagn
og styrki, sum atkomuleiki
fyri øll gevur.
ST-sáttmálin
og ábyrgdin
Í 2009 samtykti Løgtingið at
seta í gildi ST-sáttmálan um
rættindi hjá teimum, sum
bera brek. Hetta var stórt
framstig, men ásannast má,
at tað gongur óneyðuga seint
at fylgja góðu ætlanunum.
Í vár legði Tjóðveldi tí
fram uppskot til samtyktar
um at eitt av aðalráðunum
skal hava ábyrgdina av hes
um sáttmála. Eitt og sama
landsstýrisfólk fær soleiðis
ábyrgdina av, at sáttmálin
verður hildin, og skal sam
skipa millum øll aðalráðini,
so neyðugar ábøtur og broyt
ingar verða framdar. Og taka
stig til at orða ein brekpoli
tikk við greiðum málum,
sum miðvíst verða rokkin.
Í løtuni er ábyrgdin spjødd
og ógreið. Samgongan feldi
uppskot okkara, men tey
vóru tó samd í, at ábyrgdin
eigur at verða savnað. Hetta
skal tí vera enn ein áheitan
á landsstýrið um at fáa tað
gjørt nú, beinanvegin.
Batar henda tíbetur alla
tíðina, eitt nú er í kunngerð
ásett krøv um atkomumøgu
leikar til almennar bygningar.
Men, komið er verri enn so á
mál og skundað eigur at vera
undir áhaldandi tilgongdina
at bøta umstøðurnar, eins
og Ráðið fyri brekað, MBF
og limfeløgini har, miðvíst
arbeiða fyri. Við politisku
uppraðfestingini má eisini
fylgja fíggjarlig orka. Tí tað
kostar í fyrstu syftu at inn
rætta samfelagið til øll. Men
íløgan kemur væl aftur, tí
eitt samfelag verður av sær
sjálvum ríkari, tá øll telja
við!
Hátíðarliga sessaðust løgtings
fólk og onnur at lýða á prestsins
góða orð, við hegnisliga innflætt
aðum áminningum um rætt og rangt.
Samstundis stríddist ein rørslu
tarnaður maður bókstaviliga fyri
at sleppa um kirkjugátt í sínum
koyristóli. Hann mátti fáa hjálp frá
hjástøddum og innkomin, var ikki rúm
fyri honum
Bjørt Samuelsen, tingkvinna