týsdagur 12. august 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. august 2014 - Nr.90
|
lk
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
Sosialurin
Lega fyri familjur við barnum, ið bera brek 2014
Frá hósdegnum 28. til sunnudagin 31. august 2014 verður
henda åhugaverda familjulega, har dentur verður lagdur á
eina fjølbroytta skrá við nógvum til bernini.
Eins og í fjør verður Familjulega VII, sum er legan fyri familjur
við barnum, ið bera brek, hildin síðst í august mánað.
Familjulegurnar eru væl umtóktar, og tað er ikki uttan orsøk, tí
her fáa familjurnar møguleika at vera saman sum familja í
góðum, barnavinarligum umhvørvi.
Á skránni fyri hesa leguna verða eitt nú bíbliutímar og
fyrilestrar um viðkomandi evni, andaktir, hugnaløtur, sangur,
spæl úti og inni, barnametir, søgur, ftriv, svimjing.
Eisini hava vit ein frálíkan graslikisvøll.
Nógv ertil børnini, sum verða ansað og kunnu luttaka í ymsum
virksemi, meðan bíbliutímar og fyrilestrar eru fyri tey vaksnu.
Í Zarepta eru atkomumøguleikarnir góðir, lyfta er í húsinum og
stór komur, har koyristólar sleppa inn.
Tekning til leguna fer fram á www.zarepta.fo undir "Legur" og
so "Tekning til legur".
Eru spurningar, ber til at ringja á tlf. 228171. Teldupostadressan
er familjuleguræzarepta.net.
Kvinnustevnan í Zarepta 2014:
Saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!
Vikuskiftið 12.-14. september 2014 verður árliga kvinnustevnan
í Zarepta, har tilmeldingin í ár fer fram á www.zarepta.fo og
byrjar fríggjadagin 15. august kl. 18:00.
Undir heitinum: "Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur
vinningur!" (1. Tim. 6:6) bjóðar Zarepta enn einaferð til
kvinnustevnu, har kvinnur úr øllum pørtum av landinum fáa
høvi at hittast eitt vikuskifti, har dentur verður lagdur á
hugnaliga og gevandi samveru.
Umsteðurnar til at halda legur eru góðar, har skráin m.a. fevnir
um uppbyggjandi boðskapir, góðan felagssang og friløtur við
samveru og hugna.
Kvinnustevnan byrjar við nátturða kl. 19:00 friggjakvøldiå.
Tveir møguleikar fyri luttøku
220 pláss Leguluttøka við gisting
30 pláss Leguluttøka uttan gisting
Kr. 600,-
Kr. 400,-
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Zarepta, www.zarepta.
fo, og byrjar fríggjadagin 15. august kl. 18:00. Legugjaldið
verður avgreitt sum bankaflyting skjótast møguliga eftir
tilmelding. Leguluttakari er tilmeldaður, tá ið legugjaldið er
avgreitt. Vinarliga havið kvittanina við á leguna. Um tað eru
trupulleikar ella spurningar, so ber til at ringja til tlf. 224256.
Ferðasamband við bussum
Skipað verður fyri busssambandi til og frá stevnuni, og tað
hevði komið væl við, um flest møguligar kvinnur velja hendan
ferbamøguleikan.
FYRI AT BUSSFYRITØKAN SKAL VITA, HVUSSU
STORAN BUSS TEY SKULU SETA INN, BIDJAST TÆR,
SUM YNSKJA AT FERDAST VID BUSSI, UM AT BODA
FRÁ Á TLF. 224256.
C$ Zarepla
Busssambandið vestur á Kvinnustevnuna friggjakvøldi& kostar
kr. 100,- og eru hesar fráferðartíðirnar:
Úr Klaksvík:
Bussur hjá AP Bussar fer av Sandinum í Klaksvík kl. 17.30.
Hann steðgar:
Við Effostødina í Leirvik kl. 17.35,
Við Filadelfia í Gøtu kl. 17.40,
Å Skipaneskrossinum kl. 17.50,
Í Skálabotni kl. 18.00,
Við Streymin kl. 18.15,
Við kirkjuna í Kollafirði kl. 18.25,
Við Effostødina í Kollafjarðadali kl. 18.30.
Tórshavn:
Bussur hjá AP Bussar fer av økinum við Farstødina
(tá ið Smyril er komin) uml. kl. 17:40.
VÆLKOMIN Á KVINNUSTEVNU Í ZAREPTA
21