týsdagur 12. august 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvið
Nú Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna
hava hava skipað samstarv um tænastur innan
eldraøkið, er eitt áhugavert, spennandi og fjøl-
broytt starv, sum leiðari fyri Heimatænastuna
í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu,
leyst at søkja.
Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni
og menningini av Heimatænastuni og teimum
stovnum ið eru, og koma, í økinum hjá kom-
mununum. Leiðarin skal tryggja at uppgávur-
nar verða loystar á einum høgum stigi, og at
bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við
nútímans krøv.
Tú verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa
starvið, og at menna nýggju umsitingina saman
við leiðslunum og starvsfólkunum í kommunu-
num. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv
við nýggjum avbjóðingum innan eldraøkið, har
tú fært møguleikan at verða við til, at saman-
sjóða allar tænasturnar, ið Heimatænastan
hevur at bjóða í Eysturkommunu og Fugla-
fjarðar kommunu.
Sum leiðari kemur tú at vísa beinleiðis til stýrið
fyri Heimatænastuna, sum hevur evstu ábyrgd
av eldraøkinum. Dagliga umsitingin av Heima-
tænastuni verður partur av umsitingini hjá
Eysturkommunu.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru
m.a. at:
• ganga á odda, soleiðis at tænasturnar í
Heimatænastani frameftir verða í fremstu røð
• gera uppskot um bygnað og samansjóðing av
øllum tænastunum í Heimatænastuni
• byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi
leiðslutoymi fyri Heimatænastuna
• fremja skilagott samstarv og samskifti við
politikarar, borgaran, leiðslur, starvsfólk, myn-
dugleikar og aðrar áhugabólkar
• tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og
veitingar, sum samstarvið veitir borgarunum
í økinum innan heimatænastu, eldrarøkt v.m.,
verður skipað so skilagott sum til ber
• ráðgeva stýrinum o.ø. og vegleiða í spurning
um innan eldraøkið
• verða skrivari og at føra gerðabók fyri stýrið í
Heimatænastuni
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at tú:
• hevur viðkomandi hægri útbúgving, ella aðra
viðkomandi útbúgving og royndir.
• hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella
privata arbeiðsmarknaðinum, og at tú við
tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir
leiðarar, starvsfólk og Heimatænastuna sum
heild
• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur
góð evni og vilja til at samstarva
• ert sjónlig/ur og dugir væl at lýsa sjónarmið
fyri øðrum
• ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjar-
stýring og hevur góðar umsitingarligar
førleikar
• hevur førleika at menna samstarvið og
samskiftið við politikarar, borgaran, leiðslur,
starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 35. lønarflokki hjá Tæn-
astumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt
tænastumannastarv. Lønin er í løtuni 39.293,77
kr um mánaðin, og harumframt verða 15%
goldin í eftirlønargjaldi. Starvið verður áramáls-
sett í 5 ár, við einum lønarískoyti sum er 20%.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkoman-
di skjølum skulu sendast til:
Eysturkommunu
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella til t-post: eystur@eystur.fo
Umsóknin skal verða Eysturkommunu í hendi í
seinasta lagi mánadagin 1. september 2014 kl.
12:00. Starvið verður sett frá 1. oktober 2014,
ella skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja
til Jóhan Christiansen, stýrisformann, á tlf.:
730010, ella til Erik Lervig, kommunustjóra á
tlf.: 730011.
Síðufótur
Stýrið fyri Heimatænastuna er sett saman av 3
kommunustýrislimum úr Eysturkommunu og 2
kommunustýrislimum úr Fuglafjarðar kom-
munu. Í Heimatænastuni eru eldrasambýlini
Giljagarður í Leirvík, Gøtubrá í Gøtu og Vestur-
stova í Fuglafirði. Umfamt hesi eru Dagtilhaldið
í Fuglafirði og heimarøktin í kommununum
báðum eisini í Heimatænastuni. Tað eru 51
starvsfólk knýtt at heimunum og 7 heimahjál-
parar eru knýttir at heimarøktini. Harumframt
eru heimasjúkrarøktarfrøðingar, svarandi til 3
ársverk og ½ ársverk sum ítrivsfólk, eisini knýtt
at Heimatænastuni.
Leiðari til Heimatænastuna í Eysturkommunu
og Fuglafjarðar kommunu
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og framskygdum leiðara at standa á
odda fyri Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu