týsdagur 12. august 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. august 2014 · Nr. 90
ítróttur
Fótbóltur
Hóast teir vóru undirmannaðir og fingu mál ímóti sær, vístu víkingarnir góðan
hugburð, tá ið teir javnaðu og síðstu løtuna pressaðu fyri at vinna
Framvegis tætt stríð um bronsuna
Jóannes Hansen
Líkindini kundu verið betri,
men tey vóru betri, enn
tey plagdu at vera, tá ið
høgættin ger um seg í Sarpu
gerði. Nýggja húsið innanfyri
vøllin tekur hevur nógvar
funktiónir. Ein er at vera
karmur um tað, sum skal til
hjá spælarunum áðrenn og
eftir stríðið á vøllinum. Ein
onnur er, at áskoðaraplássini
eru í lívd, og ein triðja – og tað
var orduligur eykavinningur
mánakvøldið – er, at ampin á
vøllinum av fríska vindinum
ikki er so stórur, sum hann
plagdi at vera.
Uppskriftin at hava tak á
bóltinum var at syrgja fyri,
at hann ikki fór ov langt
uppfrá. Tað megnaðu báðir
partar í stóran mun væl.
Báðir partar arbeiddu nógv.
Spælararnir fluttu seg væl
fyri hvørjum øðrum, og teir
offraðu seg í nærdystunum.
Møguleikar
Tað kendist alla tíðina so
leiðis, at mál fóru at spyrjast
burturúr. Eitt stórt korter
eftir steðgin misti heimaliðið
Hans
Jørgen
Djurhuus,
sum sá gult fyri aðru ferð,
tá ið hann var ov seinur
at takla Arnbjørn Hansen.
Tá kundi kanska hugsast,
at dagsskráin hjá Víkingi
broyttist.
Serliga fyrra partin av
1. hálvleiki var heimaliðið
ágangandi, og tá vóru fleiri
møguleikar. Súni Olsen, sum
saman við Erlingi Jacobsen
var í miðverjuni í staðin fyri
leikbannaða Atla Gregersen,
sendi úr stórari fjarstøðu
í tvørtræið, Finnur Justin
ussen stútaði úr spískum í
stólpan, og eisini Andreas
Lava Olsen, Hallur Hansson
og Sølvi Vatnhamar høvdu tá
góðar royndir.
René Tórgarð var tryggur
í EB/Streyma málinum, og
Egil á Bø og Høgni Madsen í
miðverjuni saman við Arnari
Dam og Marna Djurhuus á
verjukendu sentralu miðvall
arplássunum arbeiddu væl.
Víkingarnir vóru í útgangs
støðu
sera
framrættaðir.
Andreas Lava Olsen, Finnur
Justinussen og Heðin Han
sen vóru í álopinum, Hallur
Hansson og Sølvi Vatnham
ar stuðlaðu teimum væl í
álopsspælinum, Hans Jørgen
Djurhuus arbeiddi sum ein
hestur, og í báðum borðun
um vóru Bárður Hansen og
Hanus
Jacobsen
støðugt
klárir at fara framvið.
Síðstu
løtuna
undan
steðginum og fyrstu løtuna
eftir steðgin gekk tað javnt
á. Jónas þór Næs var tryggur
í høgru verjusíðu og bjóðaði
seg nógv til í framrættaða
EB/Streyma
spælinum.
Onkra ferðina eydnaðist tað
at senda diagonalt í vinstru
til Hans Paula Samuelsen,
sum altíð megnaði at temja,
um umstøðurnar ikki vóru so
góðar, og so var vandamikið,
tí Hans Pauli megnar so nógv
einsamallur,
umframt
at
hann hevur gott eyga fyri at
spæla viðspælararnar í røttu
løtuni. Niels Pauli Danielsen,
Gunnar Zachariasen og sjálv
sagt Arnbjørn Hansen bjóð
aðu seg støðugt fram.
Eftir steðgin noyddist EB/
Streymur at broyta. Marni
Djurhuus kom ikki aftur á
vøllin. Leif Niclasen varð
settur inn í høgru, og Niels
Pauli
Danielsen
yvirtók
sentrala miðvallarleiklutin.
Málini
Eitt korter eftir útvísingina
og eitt korter undan leikloki
skoraði EB/Streymur málið,
sum í sovornum støðum oft
ast ber fulla úrtøku við sær.
Eftir innlegg úr høgru og eitt
sindur av aftur og fram var
Arnbjørn Hansen knappur,
og so var 1-0 til EB/Streym.
Víkingarnir vóru undir
mannaðir, men teir løgdu
hendurnar
á
knæið
og
kýttu
seg.
Hugburðurin
var framúr, og hóast EB/
Streymur royndi at verja og
samstundis lúrdi eftir møgu
leikanum at senda Arnbjørn
Hansen avstað, so var tað í og
kring teirra brotsteig, at tað
gekk fyri seg.
Nýggi
vongverjin
í
vinstru, Jóhannes Hansen,
fekk sína søk fyri, tí har vóru
víkingarnir ofta yvirmann
aðir. Útjavnandi málið skor
aði Finnur Justinussen, sum
sendi bóltin upp undir net
takið aftanfyri stinna René
Tórgarð.
Tá restaðu sjey minuttir,
og Víkingur spenti álops
bogan. Súni Olsen slepti
ofta í miðverjuni og bjóðaði
seg til í álopspartinum, men
tað segði tað sama. Tá ið
Rúni Gaardbo bríkslaði fyri
síðstu ferð vóru kenslurnar
blandaðar. Undirmannaðu
víkingarnir iðraðu seg um,
at yvirvágin fram ímóti
dystarenda ikki bara sig
ursmálið við sær. Og í EB/
Streymi harmaðust teir um,
at tað ikki eydnaðist at halda
tørn, tá ið teir høvdu lagt seg
framum.
Felags fyri Sigfríð Clem
entsen og Rúna Nolsøe er,
at teir kunnu fegnast um, at
teirra spælarar vístu góðan
hugburð, í løtum gott spæl,
og at undirhaldið fyri áskoð
ararnar var gott hetta vind
kvøldið í Sarpugerði.
Rógvi Dam
EB/Streymur-fjeppari
Víkingarnir raktu stengur og
yvirleggjaran 7 ferðir var ikki
nokk at taka øll stigini frá
okkum. Hóðast Arnbjørn var
sjúkur fekk hann tað eina málið
til okkum. Flott kempa. Saman
standa vit sterk.
fjeppara sms
Rúni Klein Joensen
Víkinga-fjeppari
Ein sangur hjá 200 kallast "
Bankarán" og tað var júst tað
sum hendi í Sarpugerði. Vit
spældu Eb/Streym sundur og
saman og upp og niður. Men
alíkavæl rána teir 1stig frá
okkum og vit taptu 2 stig aftur
við 10 monnum, Arnbjørn skal
bara hava 1/2 møguleika og
tað var kjansurin hjá teimum
í dag. Vit svimja og eru við at
drukna í møguleikum, men stong
út ella Rene og aftur stong út.
Ótrúgligt men ein sannroynd at
heldur ikki hesaferð var eyðnan
við okkum og Navnan tosa vit
slett ikki um.
WLYV
fjeppara sms
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
18
13
4
1
38
16
+22
43
2
HB
18
10
6
2
39
16
+23
36
3
Víkingur
17
7
7
3
32
19
+13
28
4
EB/Streymur
18
7
6
5
30
23
+7
27
5
NSÍ
17
6
4
7
33
22
+11
22
6
KÍ
18
6
4
8
29
30
-1
22
7
ÍF
18
5
6
7
26
34
-8
21
8
AB
18
5
5
8
22
39
-17
20
9
Skála
18
2
6
10
10
34
-24
12
10 B68
18
2
4
12
15
41
-26
10
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen,
Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus
Jacobsen – Hallur Hansson, Hans Jørgen
Djurhuus ■ ■ 62. (2 gul), Sølvi Vatnhamar
– Andrias Lava Olsen (Philip Djordjevic,
78.), Finnur Justinussen, Heðin Hansen
EB/Streymur: Rene Tórgarð – Jónas Tór
Næs, Høgni Madsen, Egil á Bø ■, Johannus
Hansen – Arnar Dam (Rói H. Olsen, 90.),
Marni Djurhuus (Leif Niclasen, 46.) – Niels
Pauli Danielsen ■, Gunnar Zachariasen,
Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn T. Hansen
(0-0) 1-1
0-1: Arnbjørn Hansen 77.
1-1: Finnur Justinussen 83.
Dómari: Rúni Gaardbo