týsdagur 19. august 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Føroyingar fegnast við løgmanni,
nú handilsstongsulin hjá ES mót
vegis Føroyum er tikin av, og ES
havnir aftur eru opnar fyri før
oyskum fiskiskipum og føroyskum
útflutningi av fiski og fiskaúrdrátt
um.
Tað stóð á gomlum nøglum hjá
mongum, tá Danmark skuldu gera
av, um landið var í parti við ES og
millióningum í Esbjerg og hinum
í ES, sum vilja vera við, at tað eru
føroyingar, sum standa fyri ovur
fisking.
Serliga vóru tað borgarligu and
støðuflokkarnir í Fólkatinginum,
sum vildu hava Føroyar niður við
nakkanum. Ídnast vóru tey í Kon
servativa
Fólkaflokkinum,
við
reiðarardóttrini í Hirtshals, Lenu
Espersen á odda. Tað tykist, sum
fólk í uppsjóvarvinnuni í Danmark
fyri enn hvønn prís vilja hava før
oyingar niður við nakkanum. Tá er
tað líka mikið, um tú ert danskur
fólkatingspolitikari – ella um tú ert
føroyingur.
Tað er danska felagið hjá upp
sjóvarvinnuni, Danmarks Pelag
iske Producentorganisation, sum
er ídnast í herferðini mótvegis før
oyingunum. Stjóri felagsins, Esben
Sverdrup-Jensen, leggur ikki fingr
arnar ímillum.
Tí sambært honum er nýggja
semjan millum ES og Føroyar
dupultmoralsk, og ES bendir síni
egnu krøv til burðardyggan fiski
skap við semjuni, sigur hann, og
kallar tað eina brotsgerð og vist
frøðiliga vanlukku, at Føroyar trí
falda sildakvotuna og niðurfiska
stovnin.
Tað løgna fyri føroyingar er, at
føroyingar hava rættiliga stórt vald
í felagnum hjá donsku uppsjóvar
vinnuni. Sambært heimasíðuni hjá
Danmarks Pelagiske Producent
organisation sita tríggir føroyingar
í nevndini: Gullak Madsen, Fríði
Magnusen og Virgar Tindskarð.
Gullak Madsen møtti saman við
felagnum í Fólkatinginum at leggja
trýst á umhøvrvisnevndina fyri at
fáa hana at mæla stjórini til at boy
kotta Føroyar – sami maður, sum
hevur stór fíggjarlig áhugamál í
handilsvinnuni í Føroyum.
Tað løgna er eisini, at Magnus
sen-familjan er komin til Føroya við
skipi sínum, Asbjørn Senior, at fiska
av føroysku kvotuni, sum sambært
egna felag teirra í Danmark, er
ein brotsgerð og vistfrøðiliga van
lukka.
At pengar og moralur ikki fylgj
ast, er so mangan sjón fyri søgn –
serliga tá tú hevur nógvar pengar.
Sambært formanninum í utt
anlandsnevndini hjá Løgtinginum,
so halda danskir politikarar nú, at
tað var skeivt av Danmark ikki at
atkvøða ímóti boykottinum. Tað vil
so siga, at danska imperialisman
ikki verður stýrd úr Fólkatinginum,
men av reiðaraskrivstovum í Hirts
hals – eisini teimum føroysku.
Donsk imperialisma stýrd av
føroyskum reiðaraskrivstovum
Íslendingar kunnu framveg
is drekka gull-øl frá Føroya
Bjór. Tað kunnu teir, hóast
bryggjaríið Egills setti teim
um freist til í gjár at taka
gull-ølið av hillunum í ís
lendsku rúsuni, Vinbúðini,
at steðga við allari marknað
arføring og at steðga øllum
innflutningi av gulløli.
Advokaturin hjá Føroya
Bjór hevur svarað hótt
anunum frá íslendska
bryggjarínum aftur
Tað var fríggja
dagin, at Føroya Bjór
fekk
kravboð
frá
íslendska
bryggja
rínum, Egills, sum
metir seg at hava
einkarrætt upp á at
nýta navnið »gull« í
Íslandi. Hesi kravboð
koma
nústani
frá
íslendska bryggjarín
um, hóast Føroya Bjór
hevur bryggjað øl við
gull-heitinum síðani 1980
- níggju ár áðrenn íslend
ingar sluppu at bryggja
sterkt øl, og hóast ølið er
selt í íslenda mesta part
in av tíðini síðani 1. mars
í 1989, tá loyvt varð at
bryggja og selja sterkt øl
í Íslandi.
Sum støðan er beint nú,
so kann Egils einki gera,
og Vínbúðin kann heldur
einki gera uttan so, at eitt
veruligt fútabann verður
sett fram ímóti Føroya Bjór
í Íslandi.
Tískil heldur Føroya Bjór
fram við at selja føroyskt
gull-øl í Íslandi.
Føroyskt øl enn
á hillum í Íslandi
Imperialistar í hirtshals
Ikki
talan um
Vestergaard
Bill Justinussen
kjak á síðu 20
Tað
dregur á
luftina í
Havn...
Marin Katrina frýdal
kjak á síðu 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fram kemur
hann, ið hóv
liga fer
– Fremsta málið hjá Sea
Shepherd í Føroyum er at fáa
umrøðu. Tess størri rok, tess
størri umrøða, tess meira í
pengakassan hjá Sea Shep
herd.
Tað sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, sum
heldur at millum troyttu am
boðini hjá felagsskapinum er
ein væl fyrireikað fjølmiðla
maskina, sum skal tryggja so
stóra umrøðu sum gjørligt.
Hann hevur sent út hesa
fráboðan:
»Sea Shepherd hevur ver
ið í Føroyum í slakar tveir
mánaðir. Tað hevur fel
agsskapurin rætt til, tí Sea
Shepherd er ein lógligur
felagsskapur. Fleiri røddir
vilja vera við, at myndugleik
arnir eiga at forða limunum
í Sea Shepherd at koma til
Føroya.
Tað ber ikki til. Vit hava
onga lógarheimild at taka
rættin at mótmæla hjá fólki.
Talufrælsið og rætturin at
mótmæla eru grundlógar
tryggjað og grundleggjandi
partur av einum vælvirkandi
fólkaræði.
Myndugleikarnir
hava
neyvt eftirlit við øllum lim
unum hjá Sea Shepherd, ið
koma til Føroya. Er talan um
illgrunasom fólk, sleppa tey
ikki inn í landið.
Vit mugu virða, at onnur
eru ósamd og kunnu gera
vart við síni sjónarmið og
mótmæla – um tey halda seg
innan lógarinnar karmar. Tað
loysir seg ikki at gera seg inn
á onnur fyri at kroysta síni
sjónarmið ígjøgnum. Vit eiga
at vísa tolsemi.
Seinastu tveir mánaðirnar
hava vit í stóran mun staðið
royndina. Vit hava víst, at vit
eru eitt stillført og ábyrgd
arfult fólk, ið ikki lata okk
um øsa, ið er málið hjá Sea
Shepherd. Hesum eiga vit at
halda fast um, tí umheimur
in hyggur eisini eftir, hvussu
vit handfara grindamálið.
Gaman í er orðadrátturin
stundum harður. Kortini eiga
vit ikki at lata okkum tøla av
einum skjótum vinningi við
at kappast um, hvør nú er
best at bíta frá sær. Grind
amálið er alt ov týdningar
mikið til tað. Heldur eiga vit
at sláa kalt vatn í blóðið.
Vónandi fáa vit skjótt eina
grind. Okkara myndugleikar
eru væl fyrireikaðir. Eitt er
at mótmæla, eitt annað er
at bróta landsins lógir og
fremja ágang. Hendir tað, er
tað ábyrgdin hjá løgregluni
at taka sær av slíkum og upp
ihalda lóg og landaskil«.
Størri rok – meira kemur
í kassan hjá Sea Shepherd