Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Tað dregur á luftina um grønu umhvørvisvinarligu Tórshavnar kommunu Marin Katrina Frýdal býráðslimir fyri Tjóðveldi Tá ið nývalda býráðið tók við á nýggjárinum í fjør varð avgjørt at leggja tær tríggj­ar nevndirnar, Byggi- og býar­ skipanarnevndin, Tekn­iska nevnd og Heilsu- og um­ hvørv­isnevndin, saman í eina nevnd, undir heitinum Tekn­ iska nevnd. Arbeiðið við hesi stóru nevndini hev­ur ikki gingið so væl sum ætl­að, og nú býráðið hevur skip­að seg við meiriluta og minniluta, avgjørdi meiri­lut­in at venda aftur til tríggj­ar nevndir, Byggi- og býar­skipanar­ nevnd­in, Tekn­iska nevnd og Um­hvørvis­nevnd. Hesum tók Tjóðveldi eis­ini undir við, men skeyt eg upp á býráðsfundi, at meira hóskiligt var at nevna Um­hvørvisnevndina fyri Náttúru- og umhvørvis­ nevnd­in, tá ið nevndin eis­ ini skal umsita náttúru og frí­lendi. Hesum tók meiri­ lutin undir við og býráðið sam­tykti. Líka so nógv, sum eg gleddist yvir hetta, líka so hørm gjørdist eg, nú meirilutin í býráðnum hevur slept ætlanini um at brúka sjóhita til at hita gamla Salt­ sølu­bygn­ingin við, ið bý­ráðið hevur sam­tykt at endur­ nýggja fyri tíggju­tals milli­ ónir. Royndirnar við sjóhita frá Boðanesheiminum eru ómeta­liga góðar, og sum skilst, so er avlopshitin so mik­ið nógvur, at borið hevði til at hitað fleiri bygningar upp við somu skipan. Tað verð­ur eitt av málunum eg fari at taka upp í Náttúr- og um­hvørvisnevndini; tað at fáa kannað møguleikarnar og kostnaðin fyri at hita røktar­heimini omanfyri Boða­nes­ham­arin við sama sjó­hita. Men sigast má, at hug­ stoytt var tað á býráðs­fund­ inum hós­kvøldið, tá ið góða og fram­skygda ætlanin at hita stóra Saltsølubygningin við sjóhita soleiðis bara við einum pennastroki varð spard burtur, av tí einfaldu orsøk, at samlaði kostnaðurin fyri høvuðsumvælingina gjørd­ist meira enn ætlað. Her vóru ongar framrokningar av rakstrarútreiðslum, kost­ nyttu­kanningum ella annað fyri hendi, sum kundi laðað upp­undir avgerðina. Saltsølubygningurin á Vestaru bryggju skal hýsa virksemi, ið hevur samband við sjógvin, og ætlanin er at hýsa nýskapandi og fram­ eftir­hugsandi virksemi. Bygn­ingurin verður innrætt­ að­ur soleiðis, at hann kann brúk­ast til ymiskar tørvir, og til fleiri smærri og kanska onkra miðalstóra fyritøku. Treytin er tó, at fyritøkurnar í høv­uðs­heit­um skulu ar­ beiða við sjóvinnu og menn­ ing av hesari. Talan er um eitt íverk­setara­hús við tí høv­uðs­aðal­máli at skapa eina saman­renn­ing mill­um sjógv og nýhugsan. Eft­ir mín­um tykki eigur høv­uðs­ staðar­kommunan at ganga fremst í nýskapan og tora at váða og flyta mørk. Við at nýta sjóhita í hesum gamla og stóra bygningi hevði verið ein uppaftur størri politiskur boðskapur um, at her er tal­ an um veruliga nýhugsan og íverksetan. Tórshavnar kommuna við borgarstjóranum á odda hev­ur luttikið á fleiri al­ tjóða tiltøkum, har borð­reitt hevur verið við fleiri um­ hvørvis­vinaligum til­tøk­um og loysnum, t. d. upp­hitingin av Boða­nes­heim­inum við sjó­hita, gjald­fríu Buss­leið­ ina og týðandi ar­beiði við góðkenning av spilli­vatns­ ætlanum. Grønu loysn­irnar hjá Tórs­havn­ar komm­unu hava m.a. givið íblástur hjá øðr­um norðurlendskum høv­uðs­støð­um og ætl­an­ir­ nar vórðu eisini vístar fram á stóru altjóða um­hvørvis­ ráð­stevnuni í Rio de Janiero. Men við nýggja meirilutanum eri eg stúrin um, at grønar umhvørvisvinarligar loysnir skjótt eru ein farin tíð. Men tó livir vónin enn í mær, um at býráðslimir fara at hugsa seg um enn eina­ ferð og fara at koma aft­ur í býráðið við málinum. Tí hóast alt, so glógvaði neist­ in í nøkrum teirra á bý­ráðs­ fundinum, sum talaðu fyri sjó­hita og sum eisini tóku undir við mínum soljóðandi broytingaruppskoti, sum tí­ verri fall; “Mælt verður til, at bygningurin burturav verður upphitaður við sjóhita, og at málið verður beint aftur í Vinnunevndina til at útvega neyðuga fígging.” Nýggja Náttúru- og um­ hvørvisnevndin skal fyrisita mál, ið sambært lóggávu, kunn­gerðum og reglum um umhvørvisvernd og fyri­ skip­anum eru løgd undir komm­ununa, og skipar fyri teim­um arbeiðum, sum skulu verða gjørd í hesum sambandi. Nevndin fyrisitur eisini málsøkini náttúra, umhvørvi, frílendi, framtíðar orka, umhvørvismál v.m. Tað verður spennandi at fara til verka í nýggju Náttúru- og umhvørvisnevndini, tí hóast nógv gott er gjørt og av­rikað seinastu tvey val­ skeið­ini, so er ivaleyst at tríva í, og nógv liggur eisini á láni. Haldi, at tað er ein framíhjárættur at hava høvið til at arbeiða framímóti at gera kommununa til eitt enn betri náttúru- og um­hvørvis­ vinarligt stað, sum vit við stolt­leika eiga at kunna lata úr hondunum til næsta ættar­liðið. Við náttúru- og umhvørvis­kvøðu Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar kommunu: Halla Samuelsen, Bjørghild Djurhuus, Sigrún Mohr, Elin Lindenskov og Marin Katrina Frýdal Suðuroyggin sum setursskúla- og eftirskúlaoyggj Gunvør Balle tingkvinna fyri Tjóðveldi 18. august 2014 Tjóðveldi man hava lagt upp­skot fram um at stovna eftirskúla einar 5-6 ferðir seinastu árini, og tað fara vit at gera hesa tingsetuna við. Men “tøgn kemur ikki á ting” sigur gamalt orð - ella vit kunnu eisini siga “it takes two to tango”, tí um suðringar veruliga ynskja ein eftirskúla í oynna, er neyðugt at leggja trýst á landsins myndugleikar. Eg ivist ikki í, at suðringar eisini kunnu standa saman og vísa sama framtakssemi, tá ið ræður um at skipa ein framtíðar eftirskúla, sum vit hava sæð við setursskúlanum. Í nýggjasta skúlablaðnum bjóðar Suðuroyggin skúlum norðanfjørðs av við einum frískum og freistandi tilboði. Vit vilja gera Suðuroynna til setursskúlaoyggj! Eitt frá­ líkt átak frá suðringum, ið bjóða seg fram, at skipa fyri setursskúla fyri aðrar skúlar í landinum og vísa á søgulig pláss, áhugaverd søvn og náttúru- og mentanar­upp­ livingar. Tað eru júst teir somu tankarnir, ið liggja aftanfyri hugsjónina um at stovna eftirskúla í Suður­ oy. Tá Eysturoyar- og Sand­ oyar­tunnlarnir eru komnir um nøkur ár, er Suðuroyggin einasta oyggj, ið kann kall­ ast “fjarskotin” frá restini av meginlandinum, ið tá er bundið saman. Hetta letur upp fyri heilt nýggjum møgu­leikum og her fara suðr­ingar ikki at liggja sjóvar­fallið av sær. Kenslan av at royna flogið burtur frá for­eldrunum er stórur partur av dreyminum hjá ung­ling­ inum, ið fer á eftir­skúla. Harvið er fyrsta for­treyt hjá eftirskúlanum í Suður­oy longu uppá pláss. Men skúlin sjálvur - inni­haldið, um­ hvørv­ið, næminga­bú­staðir - hevur sjálvsagt størst­an týdn­ing. Innihaldsliga haldi eg tað hevði verið áhugavert at skipa skúlan í tvær breytir og nakrar felags ástøðiligar valgreinir. Talan kundi verið um eina listabreyt og ein náttúrubreyt. Listabreytin bjóð­ar myndlist, skriving, tón­leik og sjónleik og á náttúru­breytini verður undir­víst í náttúru, tilfeingi og upp­livingum. Umframt felags vallærugreinirnar før­ oyskt, danskt, enskt, stødd­ frøði og samfelagsfak, átti íverksetan at verið kravd felags lærugrein hjá báðum breytunum. Hugsi, at eitt av endamálunum hjá einum føroyskum eftirskúla skal vera, at stimbra tey skapandi evnini og geva næmingunum sjálvsálit og hug til at brúka hesi evni. Um skúlin skal eydnast má hann vera fram­ søkin og seta høg krøv til lærarar og næmingar og stimbra undir at flyta egin mørk. Um løgting og landsstýrið - saman við suðringum og kommunum í øllum land­ inum - megna at seta beina kós móti einum føroyskum eftirskúla, so kann hann gerast veruleiki innan fá ár. Tá fara vit at geva teim­um uml. 130 føroysku ung­dóm­ unum, sum á hvørjum ári fara á eftirskúla í Danmark, eitt spennandi og mennandi eftirskúla tilboð heima hjá okkum sjálvum. Tað valið skylda vit heilt einfalt okkara ungdómi.