týsdagur 19. august 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Skúlaklár/-ur?
Jógvan Philbrow
So eri eg noyddur at koma
við einari viðmerking um
forskúlar - enn einaferð - og
nei, tað er ikki stuttligt at
vera tann, sum kemur við
kritikkinum, men ov fáar
røddir eru frammi sum vísa
á nakrar vandar.
Ein rúgva av fundum, pall
borðsfundum og ikki minst
greinum hava veri frammi
við útsøgnum um hetta hug
takið - at vera skúlaklár/-ur.
Talan skuldi ikki vera um
at bara læra at sita still/-ur
men eina rúgvu av øðrum
tingum.
Eg havi roynt at ført fram
at tað í størri mun eigur at
vera skúlin, ið gerst barna
búgvin. Skúlaskipanin eigur
at vera betri skipa, til at
møta barninum og tillaga
seg tørvin og fanga áhugan
hjá einstaka barninum. Nógv
orka hevur verið brúkt til at
niðurgera mínar útsøgnir
ella útsøgnum frá øðrum, ið
eisini hava somu meining.
Var ikki sørt skelkaður, og
eg ivaðist ikki eina løtu í at
viðkomandi arbeiddi uppá
meg, tá eg nú fyri stuttum
bleiv vístur ein lista við
heitinum
“Skúlaklár/-ur”.
Síðani kom listin við teimum
tingunum, ið skúlin, sum
sigur seg skipa fyri “stórsta
frambrotið
í
Føroyskum
skúlaskapi”
hevur
snikka
saman. Listin sær soleiðis út:
•
At duga at lata seg í og
úr klæðunum (fríkorter/
svimjing)
•
Megna at fara á ves sjálvi
•
Duga at binda lissur (um
ikki, at brúka skógvar við
ongum lissum)
•
Duga at pakka taskuna
og at halda skil á sínum
tingum (matpakka,
bøkur, pennalarhús)
•
Duga vanligan
fólkaskikk
•
Megna at sita still
•
Duga at taka ímóti
boðum
•
Koma inn til tíðina eftir
fríkorter
•
Ikki ríma / ikki vera
fornermaði
•
Duga at skriva sítt egna
navn
Her er einki um tey viður
skiftini, ið hava týdning fyri
at læra. Einki um forvitni,
einki um ágrýtni, úthaldni
ella at best er um barni
torir at gera feilir ella hvílir
í vitanina, at sítt virði ikki
er tengt at hvørt tað dugir
nøkur ávís ting. Hevði tað
ikki passa betur, um barni
torir at spyrja tá tað ikki
skilur okkurt ella torir at
royna ella fara í gongd við
eina arbeiðsuppgávu?
Fyri at duga, má ein læra,
fyri at læra má ein royna.
Her er nógv sum fortelur
barninum at tað ikki dugur,
ella ikki er nóg væl fyri ella
ikki er nóg gott. Listin sigur
bara at her vera eina rúgvu
av krøvum sett til atferðina
hjá barninum og einki, sum
sigur nakað um hvussu heil
in og kroppurin eru fyri, so
leiðis at tað kann fáa sum
mest burturúr skúlanum.
Sjálvandi er tað lættast fyri
læraran um barni er so sjálv
bjargið, sum gjørligt. Men
listin tekur ikki hædd fyri
ymiskleikan ella at talan er
um livandi menniskju.
Endiliga fann eg útav
hvat tey í Eysturkommunu
meina við tá ið tey snakka
um at gera barni skúlaklárt.
Vónandi vera tey ikki “for
nermaði” av hesum og tora at
taka kritikkin til sín - børnini
hava uppiborið betur.
Enn eina ferð – tað eigur
at snúgva seg um at gera
skúlan barnabúgvin.
Ikki talan um, Vestergaard!!
Bill Justinussen
løgtingsmaður
fyri Miðflokkin
Landsjørðin skal
ikki einskiljast
Jacob Vestergaard er lands
stýrismaður fyri samgong
una millum Miðflokkin, Sam
bandsflokkin og Fólkaflokkin.
Hansara uppgáva er at fremja
politiska viljan hjá hesum
trimum flokkum í felagi.
Grundarlagið er samgongu
skjalið, sum varð undirskrivað
14. novembur 2011. Landbún
aðarpolitikkurin fyri hetta
samgonguskeiðið er soleiðis
orðaður:
“Hildið verður fram at
dagføra landbúnaðarlóggáv
una. Málið er, at vit í størri
mun gerast sjálvbjargin inn
an framleiðslu av landbún
aðarvørum og fóðri. Arbeiðið
at varðveita føroysk húsdjór
verður
raðfest
frammar
laga.”
Her er ikki eitt orð um
einskiljing. Skal ein lands
stýrismaður reka politikk,
sum ikki er avtalaður í
einum samgonguskjali, skal
hann fyrst tryggja sær fulla
undirtøku í samgonguni. Tað
hevur Jacob Vestergaard ikki
gjørt í sambandi við hansara
ætlanir um at einskilja lands
jørðina. Tí verður landsjørðin
ikki einskild, og tí verður
heldur onki uppskot um
einskiljing av landsjørðini
lagt fyri Tingið í hesum val
skeiðnum.
Eg eri hart ímóti at ein
skilja landsjørðina. Ongin
eigur ella kann eiga náttúr
una. Hon er givin øllum
mannabørnum at búleikast í
í felag. Ætt eftir ætt, øld eft
ir øld. Í Føroyum eru lands
jørðin, bjørgini, firðir, sund
og hav okkara náttúra. Ongin
einstaklingur kann gera seg
inn á rættin hjá hinum og
ogna sær partar av náttúruni.
Øll eru fødd líka og hava sama
rætt til skaparverkið, uttan
mun til ríkidømi annars.
At nøkur fáa brúksrættin
til fjøll, firðir og hav í av
markaða tíð fyri at gagna
felagsskapinum, er náttúrligt
og gott vinnugrundarlag.
Men at taka eitt fjall, ein
fjørð ella partar av havsins
ríkidømi frá felagsskapinum
og lata einstaklingum hesar
ognir,
verður
ongantíð
rætt. Hvussu við ókomnum
ættarliðum, sum ikki eru
uppi á døgum tann dagin,
ein landsstýrismaður letur
einstaklingum
jørðina
til
ognar? Tað skal ikki vera
teirra vansi, at tey ikki vóru
fødd júst til hesa tíð. Ongin
politiskur myndugleiki hevur
slíkan mátt, at hann vegna
fólkið kann geva ella selja
náttúruna til einstaklingar. Tí
skaparverkið eigur seg sjálvt
og kann ikki einskiljast.
Hinvegin, partar av lands
jørðini eru longu privat ogn
og tað verður ikki broytt, tí
ognarrætturin er friðhalg
aður.
Føroyar eru lítlar landa
frøðisliga, einans 1399 fer
kilometrar. Rásarúmið hjá
náttúrumenniskjum er av
markað. Øll tey mongu, sum
njóta okkara fríu náttúru
bæði til fjals og fjøru, eiga
til allar tíðir frítt at kunna
ferðast, har tey hava hug
til tess. Fara vit at avmarka
lítla rásarúmið og ogna ein
staklingum fjøll, fjøru og
firðir, verða tað mong, sum
koma at kenna seg innilæst
í egnum landi. Júst fría at
gongdin til náttúruna er av
gerandi fyri trivnaðin hjá
so mongum. Hon hevur so
óendaliga nógv størri virði
fyri fjøldina enn eitt fíggjar
ligt yvirskot hjá einstaka
bóndanum.
Náttúran skal ikki gerast
upp í pengum. Skaparverkið
er ov dýrabært til at kapitali
sera.
Føroyar eru lítlar landafrøðisliga, einans 1399 ferkilometrar.
Rásarúmið hjá náttúrumenniskjum er avmarkað. Øll tey mongu, sum
njóta okkara fríu náttúru bæði til fjals og fjøru, eiga til allar tíðir
frítt at kunna ferðast, har tey hava hug til tess. Fara vit at avmarka
lítla rásarúmið og ogna einstaklingum fjøll, fjøru og firðir, verða tað
mong, sum koma at kenna seg innilæst í egnum landi. Júst fría at
gongdin til náttúruna er avgerandi fyri trivnaðin hjá so mongum. Hon
hevur so óendaliga nógv størri virði fyri fjøldina enn eitt fíggjarligt
yvirskot hjá einstaka bóndanum
Bill Justinussen