týsdagur 19. august 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. august 2014 · Nr. 93
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
upptakt fótbóltur
At tey næstu á talvuni ikki megna fulla úrtøku kemur væl við hjá
víkingunum, sum nú fyrireika seg til enn eina steypafinalu
Jóannes Hansen
Hesa ferð er tað so stutt
millum umførini, at tað
ikki ber til hjá feløgunum
at venja. Fimm dystir vóru
sunnudagin. Í fyrrakvøldið
var dagsskráin at fáa eymu
vøddarnar upp á pláss aftur,
og í gjárkvøldið var fokus á
avbjóðingunum, sum bíða í
kvøld.
Sunnudagin vóru úrslitini
umleið soleiðis, sum tað
kundi roknast við. Samlaða
máltalið var fimtan, sum er
tað hægsta síðani 14. umfar,
tá ið sekstan mál vórðu skor
að.
Mest sannførandi úrslitið
hesa ferð syrgdi HB fyri. At
vinna 3-0 við Margáir er ikki
hvørs mans føri. Hetta var
størsta EB/Streyma tapið á
heimavølli síðani 5. august
2009, tá ið EB/Streymur púra
óvæntað tapti 3-0 við Marg
áir ímóti AB.
At HB vann so trivaligan
sigur, ber boð um, at mor
alurin framvegis er góður,
at spælararnir eru fokus
eraðir, og at HB harvið er á
aldukambinum, nú steypa
finalan stundar til. Upp
skriftin er sambært HB ein
føld:
– Vit arbeiddu sera væl
og nógv, og vit eru komn
ir okkum heilt væl eftir
summarsteðgin og europe
isku dystirnar, sigur HB vet
eranurin Andrew av Fløtum.
Hann skoraði eitt mál við
Margáir, og hansara avrik
var undirstriking av, at hann
er komin seg heilt, eftir at
hann leingi hevur verið
skaðadarvaður.
Fyri
HB
hevur
hetta
ógvuliga nógv at siga, held
ur
EB/Streyma
venjarin
Rúni Nolsøe, sum í síni tíð
var sentralur miðvallari á
HB liðnum og harvið saman
spældi við Andrew av Fløt
um:
– Hjá HB er uppskriftin
at spæla bóltin fram til An
drew av Fløtum. Um hann
fær høvi at fáa tak á bólt
inum og at venda sær, so
er tað heilt vandamikið,
sigur
Rúni
Nolsøe,
sum
kendi seg noyddan longu
í 1. hálvleiki ímóti HB at
broyta verjuuppstilling við
tí fyri eyga at fáa betri tak á
Andrew og harvið HB álops
spælinum.
HB hevur framvegis góð
an møguleika at røkka øðr
um partinum av ársins setn
ingi. Hann verður rokkin, um
tað eydnast at vinna steypa
finaluna annan leygardag
ímóti Víkingi. FM heitið siga
teir í HB, sum undan kapp
ingarbyrjan vórðu roknaðir
at vera størsta favorittarnir
at vinna FM, seg ikki hugsa
so nógv um.
– Vit mugu bara staðfesta,
at higartil hava teir í B36
verið framúr støðugir, og
tað skal nógv til at vinna
inn aftur tað, sum teir eru
frammanfyri
okkum.
Vit
eru fokuseraðir á okkara
avbjóðingum. So fer tíðin at
vísa, hvussu langt okkara
avrik bera, sigur Andrew av
Fløtum.
Eingin fingið fult
Síðani stutta summarsteðgin
eru fýra umfør avgreidd.
Støðutalvan er framvegis eitt
sindur misvísandi, tí granna
uppgerðin í Runavík millum
NSÍ og Víking, sum sambært
skránni skuldi verið 27. juli
er útsett inntil mikudagin 17.
september.
Felags fyri øll tíggju liðini
er, at einki teirra síðani
summarsteðgin hevur vunn
ið fulla úrtøku. At B36 og HB
hava vunnið 9 stig úr fýra
dystum er soleiðis, sum tað
við støðutalvuni í huga kundi
roknast við. At triðja felagið
í
høvuðsstaðnum
hevur
vunnið átta stig, var fyrr í
summar ikki so upplagt. AB
og Oddbjørn Joensen hava
ordiliga fingið um endan, og
nú restar ikki so nógv í, inntil
onnur feløg enn B68 og Skála
verða niðanfyri AB.
Fremstu
kandidatarnir
at detta niður um AB eru ÍF
og KÍ, sum eru ávikavíst eitt
og tvey stig og betri málmun
frammanfyri AB. KÍ hevur
tríggjar ferðir spælt javnt
og tapt eina ferð síðani
summarsteðgin. At tað ikki
stendur so væl til í Klaksvík
verður undirstrikað av, at KÍ
ikki hevur vunnið síðani 9.
Kjalarvørrurin
frá Europa
rakar Víking me
LIÐTÍÐINDI
AB
B36
B68
EB/Streymur
HB
Skaddur: Sørin N Samuelsen (knæ, óvist)
Ivasamir: Sorin Anghel (økilin), Magnus
Egilsson (knæ) og Jógvan Skeel Nolsøe
(fóturin)
Ikki við: Bárður Olsen
Skaddur: Benjamin Heinesen (brotið
óstbeinið, 4-5 vikur)
Burturstaddur: Klæmint Matras (2 dystir)
Skaddur: Johnleif Højgaard (liðband, 3-6
vikur)
Ikki við: Remi Langgaard (givin, farin niður)
Janus Mortensen (givin)
Skaddur: Brian Olsen (fótliðið)
Burturstaddur: Høgni Madsen
Skaddir: Símun Samuelsen (hælsina, 4
vikur), Gunnar Haraldsen (lærkrikin, langtíð
arskaddur), Christian R. Mouritsen (fóturin,
óvist) Ivasamir: Jógvan Rói Davidsen (økslin,
útskiftur móti EB/S), Poul Ingason (Møguliga
heilaskjálvta) Klárir aftur: Tróndur Jensen,
Jóan Símun Edmundsson og René S. Joensen