Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 22. august 2014 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Tað var nógvir hiti, tá før­ oyska kvinnulandsliðið fór á vøll­in í Bosnia-Hersigovina. Før­oyska liðið var væl við all­ an dystin, men tá av­tornaði vann Bosnia-Her­si­go­vina 2-0 í nógva hitanum á Bil­ino Polje Stadion í Zenica – Bosniska liðið var betri, og serliga tá tær komu á odda, var tungt at stríða seg inn aftur í dystin. Har afturat var hitin eisini nógvur, og tað darv­aði okkara leikarum, sig­ ur Jón Pauli Olsen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, við heima­síðuna hjá Fót­bólts­ sam­bandinum. Eftir málleysan fyrra hálv­leik kom Bosnia-Her­ si­go­vina á odda beint eftir steðg­in, og tá 66 minuttir vóru spældir bleiv støðan 2-0. Før­oyska liðið var allatíðina væl við, og í tveimum førum var Heidi Sevdal sentimetrar frá at skora. Í fyrru royndini rakti bólturin stongina, og seinnu ferðina fór skotið frá Heidi Sevdal beint framvið bosn­iska málinum, skrivar fsf.fo. – Tað er altíð keðiligt at tapa, men Bosnia-Her­ si­go­vina hevur eitt gott kvinnu­landslið, og tær hava millum annað vunn­ ið á Norðurírlandi og spælt javnt ímóti Pól­landi. Okkara kvinn­ur eru eis­ini vorðnar betri, men skulu vit koma upp á eitt hægri støði, so má fysiska støð­an má forbetrast, sig­ur Jón Pauli Olsen, lands­ liðs­venjari. Føroyska liðið hevur fing­ ið tvey stig HM und­an­kapp­ ingini higartil. Stigini komu í heimadystunum móti Bos­ ina-Hersigovina og Norð­ur­ ír­landi. Næstu dystir hjá føroyska kvinnu­landsliðnum verða 13. og 17. september, tá okk­ ara skulu royna seg á úti­vølli ímóti Skotlandi og Norð­ur­ír­ landi. Tað eydnaðist ikki føroyska kvinnulandsliðnum at endurtaka bragdið og fáa stig móti Bosnia- Hersigovina. Hesa ferð taptu okkara 2-0 í nógva hitanum í Bosnia-Hersigovina Tepurt tap fyri Bosnia-Hersigovina 1-0: Nikolić 46. 2-0: Al. Spahić 66. Føroyska liðið ímóti Bosnia- Hersigovina: Randi S. Wardum, Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Oddrún Danielsen, Íðunn Magnussen (81. min. Milja R. Simonsen), Anna Sofía Sevdal, Olga Kristina Hansen (90. min. Lív Arge), Fríðrún Danielsen, Rannvá B. Andreasen (76. min. Eyðvør Klakstein) og Heidi Sevdal. Á bonkinum uttan at koma inn: Nina Davidsen, Valgerð Andreasen, Arnborg Lervig og Ásla Johannesen. Venjarar: Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic Bólkur 4: Skotland 21 stig Svøríki 21 stig Pólland 10 stig Bosnia-Hersigovina 9 stig Norðurírland 2 stig Føroyar 2 stig Bosnia-Hersi- govina – Føroyar (0-0) 2-0 Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Bosnia-Hersigovina Mynd: Lennard Pedersen fótbóltur