Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. august 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 25. august 2014 · Nr. 95 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Frand Davidsen Kjak síða 19 Nú sansar at hjá Vest­ ergaard Helgi Abrahamsen Kjak síða 22 Leita við lykt eftir trup­ ulleikum Orrustan í Sandoynni leygardagin, tá ein føroyingar – eftir tí sum hig­ ar­til er komið fram – leyp á ein sakleysan mann frá Sea Shepherd, er ein pínlig hending, sum ikki átti at far­ið fram. Tað er sjálvandi ongantíð í lagi, at fólk taka lógina í egnar hendur. Vit kunnu halda hesi fólkini vera bæði irr­i­t­er­andi, tápulig og pro­vo­ ker­andi, men tað er ongantíð í lagi at leggja hond á fólk, tí tann mynd­ ug­leika hevur bara løgreglarn, sum eisi­ni sigur seg vera føra fyri at gera tað, sum gerast skal. Men ein slík hending, sum tann í Sand­oy­nni, har ein føroyingur leggur á eitt av fólku­num frá Sea Shep­h­erd, kemur kanska ikki av ong­um. Um Sandoyingar eru meira plág­ að­ar av hesum ó­ynkstu gestum, enn onn­ur í Før­oy­um, skal vera ó­sagt. Men ser­liga nógv hevur ver­ ið at hoyrt úr Sand­oynni, har borg­ ar­stjórar og aðrir bygd­ar­ráðs­lim­ir hava verið frammi í fjøl­miðl­u­num og ver­ið sera hvassorðaðir. Borgstjórin á Sandi, sum eis­ini er løg­tingsmaður, hevur al­ment boð­að frá, at hesi fólk ikki eru væl­ komin at nýta almennu ves­ini í komm­un­uni, tí tey stjala so illa wc papp­ír. Tað ljóðar sum ein held­ur ull­int und­an­førsla, sum kanska er fram­prov­o­ker­að av onkr­um øðr­ um – ella sum skal fram­pro­v­o­kera ­okkurt annað. Skila­gott ljóðar tað í øllum førum ikki. Og lógligt er tað valla heldur. Hevur borgarstjórin á Sandi bið­ið lógarinnar arm taka sær av máli­num? Ella hevur hann eis­ini tikið lógi­na í egnar hendur? Sum skilst er løgreglan í Før­oy­ um sera væl mannað. Hóast eing­ir upp­lýs­ing­ar eru komnir fram al­ ment um, hvussu stórt frosk­mann­ alið og løgreglulið er í Før­oy­um, so er greitt, at løgreglan er sera væl mann­að og sera væl fyr­i­reik­að, um ein orr­usta skuldi tikið seg upp. Her síggjast bæði fremmandi politibilar og bátar. Og verjuskipið sæst dag­ liga liggja millum oyggjarnar. Vit eiga staðiliga at vísa á okkara rætt­indi, sum hesi fremmandu fólk eru kom­in higar at hótta. Men tað skal sjálvandi gerast við orðum og ikki við harðskapi. Vit eiga eisini at krevja okkara fólka­valdu pol­it­ik­arum, at teir eisi­ sini vanda sær um orðini. Og í hes­ um aktella døminum av Sandi at teir eisini vanda sær um gerðirnar. Tí slíkar útsagnir frá fólkavaldum fólk­um hava ávirkan á tey, sum ikki hugsa klárt. So vælsignaðu menn sláið kalt vatn í blóðið! Sláið kalt vatn í blóðið Mikudagin seldi Føroya Bjór 12 ferð­ir so nógv øl í ís­lendsku rúsuni sum ein van­lig­ an mikudag. Or­ søkin er alt rumb­ l­ið eftir ­hótt­anina um rætt­ar­sókn frá ís­lendska bryggj­ a­r­ínum­, Egils Ongantíð áður hevur Før­o­ ya Bjór fingið so góða um­ røðu í Íslandi, sum seinastu vik­una. Tað hevur rættiliga vakt ans, at annað av stóru bryggj­ar­íunum ­í Íslandi, Eg­ ils, hevur hótt Føroya Bjór við rættarsókn, tí íslendska bryggj­aríið metir seg at hava eink­ar­rætt til ølnavnið »Gull« í Ís­landi. Tí kravdi Egils fríggjadagin í síðstu viku, at Føroya Bjór tók gullølið av hillinum í rús­ ini í Íslandi, at tey góvust við marknaðarføring av ølinum í Ís­landi, og at tey steðgaðu inn­flutn­ingi av gull-ølinum til Ís­landi. Men íslendingar hava ikki tikið væl ímóti hótt­an­ini frá íslendska bryggj­a­ra­num ­mótvegis føroyska frænda­ num. Tey, sum hava viðmerkt grein­ar­nar, sum íslendsku bløð­ini hava havt á netinum, eru alt annað enn fegin um ís­lendska brøðralagið hjá Eg­ils. Fleiri siga, at føroyska øl­ið smakkar nógv betri, enn gullið hjá Egils, sum fær nógv niðrandi orð á vegnum fyri »atsóknina« móti lítla før­ oyska frændanum. Hóast stjórin í Egils roynir at káva útyvir harðrenda bræv­ið til Føroya Bjór og sig­ur, at hann bara vil hitta Ein­ar Waag til eitt prát um mál­ið, so er harðrenda kravið tað ein­asta, sum Føroya Bjór- stjór­in í Klaksvík hevur frætt frá frænd­u­num í Íslandi. Men ølið hjá Føroya Bjór er ikki tikið av hillunum í rús­ uni í Íslandi, ÁTVR. Tvørt­ur­í­ móti hevur Føroya Bjór sent nógv meira øl til Íslands. – Føroya Bjór Gull er nær um útselt í Íslandi aftan á alt hetta rumblið við Egils, sigur Soph­us Dal-Christiansen, markn­að­ar­leiðari hjá Før­oya Bjór, sum fegnast um, at um­ tal­an hevur verið so positiv fyri føroyska bryggjaríið. – Vit máttu senda tríggjar ferð­ir so nógv øl yvir til Ís­ lands fríggjadagin – sølan mik­u­dagin ­eksploderaði. Vit seldu 1.200 prosent meira, enn ein vanligan mikudag, sig­ur hann. Tólvfaldaði søluna av gulli Landsstýrismaðurin í ment­ a­málum setti saman við borg­ar­stjóranum í Reykj­a­vík Ment­an­arnáttina í Reykj­avík Stóra árliga mentan­ar­ nátt­in í Reykja­vík er í dag, 23. august og hes­a­ferð var tað Bjørn Kalsø, lands­stýr­ is­mað­ur, sum setti tiltakið, sa­m­an við borgarstjóranum í Reykjavík Degi B. Egg­erts­ syni. Hetta var samstundis upp­ lat­ing av framsýningini ”Flyti­ fugl­ar” hjá Tróndi Pat­urs­son í glæsiliga ment­an­ar­húsi­num Hørpu í Reykj­avík. Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­ mað­ur, nam við sam­bandið millum ljósið, list­ina og vísindina, tá hann samanbar, hvussu listamaðurin Trónd­ur Patursson og vís­ind­a­mað­ur­ in Niels R. Finsen, hvør á sín hátt hava brúkt ljósið í sín­um lívsverkum. Eftir setanina varð far­ ið upp á gólv við Fugla­ kvæð­num, sum limir í Sláið Ring stóðu fyri, saman við føroyingum í Íslandi. Før­ oyski tónleikabólkurin Orka setti sín dám á dansin við at flætta eina nýtulking inn í sjálva framførsluna. Føroyska Greta Svabo Bech var eisini á skránni í Hørpu. Skipað var fyri før­oys­k­um mentanartiltaki í før­oysku sendistovuni í Reykj­a­vík, har føroysk list varð sýnd fram og Mart­in Jo­ensen spældi. Borg­ar­stjór­in í Tórshavn, Heð­in Mortesen setti hetta tiltakið, sum var væl vitjað av føroyingum og før­oyavinum. Mentanarnáttin ­byrj­aði longu í morgun við Reykja­ víkar marathon, har fleiri føroyingar runnu við sam­an við luttakarum frá yvir 60 londum. Bjørn Kalsø, lands­ stýr­is­mað­ur, tók eisini lut. Kalsø setti mentan­ ar­nátt í Reykjavík Tey fólkavaldu eiga at ganga á odda og mæla til skynsemi