týsdagur 26. august 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað vindur meiri og meiri
upp á seg, at fólk verða lump
að at taka rúsevni.
Tað sigur Steinbjørn V. Ol
sen, samarittur í Føroyum.
Hann sigur, at eitt fyri
brigdi samarittarnir síggja
oftari og oftari, er, at fólk
ganga púra í ørviti, men at
tey siga, at tey ikki vita av
hvørjum.
- Tey siga, at onkur hevur
koyrt okkurt í glasið hjá
teimum, uttan at tey hava
vitað av tí.
Nú eru tað 15 ár síðani at
samarittarnir vórðu stovn
aðir í Føroyum og Steinbjørn
V. Olsen sigur, at arbeiðið er
nógv broytt hesi seinastu ár
ini.
- So vítt er veit, vórðu
samarittarnir stovnaðir tí at
altjóða fótbóltssamgongan,
FIFA, broytti reglarnar og
kravdi at samarittar vóru til
staðar tá ið landsdystir vóru.
- Okkara upprunaliga ar
beiði var sostatt at veita hjálp
í sambandi við fótbóltsdystir,
sigur hann.
Men síðani er arbeiðsøkið
nógv broytt og nú eru fót
bóltsdystir tann minsti part
urin av arbeiðnum, sigur
hann.
Tað, vit mest fáast við
í dag, at at vera til hjálpar,
tá ið stevnur eru, bæði tón
leikastevnur,
bátastevnur,
bygdarstevnur, ólavsøka og
alt møguligt ann, sigur hann.
Á hvørjum ári eru føroys
kir samarittar eisini á tón
leikastevnuni í Jelling.
- Tað er mest fyri at geva
føroysku
samarittunum
royndir, tí á stevnuni í Jelling
hava vit kanska 1500 fólk í
viðgerð eitt vikuskiftið, men
í Føroyum hava vit kanska
700 um árið í Føroyum.
So hetta er ein venjing,
sum kemur rættiliga væl við
hjá okkum, sigur hann.
Tilsamans eru eini 35-40
útbúnir samarittar í Før
oyum, men teir eru eini 20,
sum eru virknir.
- Um summarið, frá apríl
til síðst í august, hava vit
rættiliga nógv at gera, men
um veturin royna vit at
halda frí einar tríggjar, fýra
mánaðir at løða battaríðini
aftur.
Alt arbeiði er sjálvboðið
og ólønt, men Reyði Krossur
fær eitt gjald fyri at vit eru
til taks.
Steinbjørn V Olsen veit
ikki rættiliga, hvussu tað ber
til, at nakar tímir at brúka
so nógva orku upp á at vera
samarittur, tí tað er rættiliga
tíðarkrevjandi.
- Men onkusvegna er
hetta nakað, ein fer í blóðið.
Vit eru saman við nógvum
fólki og vit føla av álvara, at
vit gera mun, har vit eru, sig
ur hann.
Lumpað at taka
rúsevni
Tað er ikki yvir at dylja, at tey
tiltøkini, har samarittarnir
hjálpa til á, eru ofta merkt
av rúsi.
Men Steinbjørn V. Olsen
sigur, at eitt fyribrigdi sum
vindur meiri og meiri upp á
seg, er, at fólk koma til okk
um, ella verða førd til okkara,
púra í ørviti, uttan at vita hví.
- Teirra forkláring er, at
tað er onkur, sum hevur
koyrt okkurt rúsandi í glasið
hjá teimum, uttan at tey hava
vitað av tí.
Samaritturin
sigur,
at
hetta er eitt fyribrigdi, sum
serliga hevur vundið upp á
seg hesi seinastu trý, fýra
árini.
Hann vísir á, at tað eru
ikki bara ungfólk sum siga
hetta, men eisini vaksin fólk,
sum annars hava tamarhald
á, hvussu nógv tey drekka.
Í summum førum verða
hesi fólkini tikin inn til
samarittarnar, har tey verða
eygleidd og pulsur og blóð
trýst máld alla tíðina.
- Har eru tey so til tey eru
komin so frægt fyri seg aftur,
at tey klára seg sjálvi.
Men tey flestu eru kortini
so illa fyri, at vit halda at
tað er ráðiligast, at tey koma
undir læknahond og tá ring
ja vit eftir sjúkrabili til tey,
sigur hann.
- Hetta er eitt keðiligt rák,
vit síggja meiri og meiri til,
men hetta er sama rákið tey
eisini síggja á stevnuni í Jell
ing og aðrastaðni í Danmark.
Hann sigur, at hyggjuráð
ini eru, at fólk skulu ikki seta
gløs og fløskur frá sær uttan
at nakar ansar eftir tí, tá ið
tey dansa, fara á wc, út at
roykja o.s.fr.
Ansa væl eftir
hvørjum øðrum
Annars Steinbjørn V. Olsen
at tey ungu eru serstakliga
røsk at ansa eftir hvørjum
øðrum.
- Tey eru røsk at ansa eftir
vinfólki, sum fáa ov nógv, og
tey eru røsk at ansa eftir, at
vinfólk ikki liggja eftir, tá ið
farið verður til húsar aftur.
- Hava fólk fingið ov nógv,
er heldur ikki óvanligt, at
vinfólkini koma til okkum
við teimum og biðja okkum
hava eyguni eftir teimum og
siga, at tey koma aftur um
tríggjar tímar, tá ið tey eru
komin fyri seg aftur.
- So eygleiða vit tey og
vanliga koma vinfólkini so
aftur eftir teimum, sigur
Steinbjørn V. Olsen.
Hann sigur, at hóast tey
fólkini, teir eru ímillum,
rættiliga ofta eru ávirkað,
er tað rættiliga sjáldsamt, at
nakar er ólátaður ímóti sam
arittunum.
- Men hendir tað, senda
vit bara boð eftir løgregluni,
sigur hann.
RÚSEVNI
Áki Bertholdsen
- Tað er ikki ofta, at løg
reglan fær fráboðan um, at
rúsevni verða lumpað niður
í fólk.
Tað
sigur
Mikkjal
Thomassen á narkodeildini
hjá løgregluni í Føroyum.
Hann sipar til tað, Stein
bjørn V. Olsen, samarittur,
sigur í aðrari grein her á
síðuni um, at tað vindur
meiri og meiri upp á seg,
at fólk siga, at onkur hevur
koyrt rúsevni í glasið hjá
teimum, uttan at tey vita
av tí.
Mikkjal
Thomassen
sigur, at løgreglan hevur
nøkur dømi um at slíkir til
burðir verða meldaðir.
Tað hendir seg at vit fáa
fráboðanir um slíka fram
ferð, men tað eri ikki ofta,
sigur hann.
Hent forkláring
Hann sigur, at hóast fólk
siga, at onkur hevur koyrt
rúsevni í glasið hjá teimum,
uttan at tey vita av tí, er tað
ikki vist at tað passar.
- Tað kann vera ein hent
forkláring at hava, tá ið
brúk er fyri tí, heldur hann.
Men í teimum førum, har
slíkir fráboðanir eru kom
nar, kann endamálið vera
seksuelt sigur løgreglumað
urin.
- Men í onkrum dømi vit
hava, var tað rætt og slætt
gjørt í berari óreinheit.
Hann sigur, at tað er ikki
sagt, at talan altíð er um
rúsevni, tí talan kann eisini
vera um heilivág av ymsum
slagi.
Hinvegin leggur Mikkjal
Thomassen afturat, at eru
fólk úti fyri slíkum, vilja tey
hjá løgregluni fegin hava
tað at vita.
- Í nógvum førum kann
finnast fram til hvør kann
hava sníkt onkur evni í eitt
glas, uttan at tann, sum eig
ur glasið, veit av tí.
- Nógva staðni eru vev
myndatól, so mangan ber
tað til at síggja, hvør tað er
um hevur gjørt nakað tílíkt.
- Men annars eiga fólk
at brúka vanligt vit og skil,
men tað er ikk okkara fatan,
at slíkt er nakað ið eigur at
ræða fólki frá at fara í býin
og fáa sær okkurt at drekka.
Var hetta ein stórur trupul
leiki, hevði løgreglan havt
gjørt var við støðuna, sigur
Mikkjal Thomassen.
Verða lumpað
at taka rúsevni
Tað vindur meiri og meiri uppá
seg, at fólk siga, at rúsevni
verða koyrd í gløsini hjá teimum,
uttan at tey vita av tí, sigur
Steinbjørn V. Olsen, samarittur
hjá Reyða Krossi í Føroyum
Løgreglan fær fáar fráboðanir
Tað er ikki ofta at vit fáa fráboðanir um,
at rúsevni eru koyrd í gløs hjá fólki uttan
at tey vita av tí, sigur løgreglan
Keðiligt rák
Hesi síðstu trý fýra árini hevur eitt keðiligt rák
tikið seg upp á stevnum og øðrum stóum tiltøkum,
sigur Steinbjørn V. Olsen, samarittur í Havn
Fáir tilburðir
- Tað er ikki okkara varhugi, at hetta er ein
stórur trupulleiki, sigur Mikkjal Thomassen á
narkodeildini hjá løgregluni í Føroyum