Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Grækaris Djurhuus Magnussen, Press Ein minnilutabólkur í før­ oyska samfelagnum, sum er illa fyri, tá tað snýr seg um send­ingar í sjónvarpinum, eru tey deyvu. Verða send­ ing­ar ikki tulkaðar, hava tey ongan møguleika at fylgja við. Fyri hendan bólkin er tað álvarsamt, tí tey fáa ikki ver­ið við í kjakinum um sam­ felags­viðurskifti, heldur ikki sín­ámill­um. Bjørg Hjelm, ráðgevi hjá Deyva­felagnum, minnir á, at deyv hoyra ikki sjón­varps­ tíðindini, tey hoyra ikki tað, sagt verður í 3-2, tey hoyra ikki, hvat tosa verður um í Vanga­myndini, og Kjakið fáa tey heldur ikki við. – Hetta merkir millum ann­að, at ungfólk við hoyri­ breki ikki kunnu samskifta við onnur ung í t.d. skúlanum um ítróttin í 3-2, deyv kunnu held­ur ikki samskifta við sínar starvsfelagar um eitt polit­iskt kjak, sum hevur ver­ið í sjónvarpinum, og so­ leið­is kunnu vit halda fram. Tey kenna seg meira uttan fyri enn neyðugt, sigur Bjørg Hjelm. Tulkingin steðgaði brádliga Hin 7. februar gavst kring­ varp­ið at deyvatulkad 3x2 og Kjakið. Og síðan hava tey deyvu í Føroyum verið skerd frá hesum partinum av føroyskum viðurskiftum í sjón­varpinum: 3-2 og Kjakið. Um hetta sama mund­ið var kjakfundur í Kring­varpi­ num. Ein kjakfundur, sum varð sjónvarpaður beinleiðis. Fleiri limir í Deyvafelagnum vóru til staðar, og tey gjørdu vart við sína misnøgd um, at heldur ikki hendan bein­leiðis kjaksendingin varð tulk­að. Síðan rýmdu tey av fundi­ num. Hin 4. apríl í 2013 sendi MBF, Meginfelag teirra brek­ aðu í Føroyum, bræv til lands­ stýrismannin í menta­málum, Bjørn Kalsø. Í brævi­num sigur MBF millum ann­að: – MBF vil hervið gera tyg­ um varugan við, at vit meta, at tað er ikki sørt mann­ minkandi fyri per­són­ar, sum eru deyvir, at koma í eina støðu, har teir møta upp til eitt alment tiltak, sum Kring­ var­p­ið skipar fyri, men har hvør­ki teknmálstulkur ella tekst­ur er til nakað av inn­ sløg­unum. Í brævinum til lands­ stýris­mannin vísir MBF á Public Service-sáttmálan. Har stendur m.a.: – Kringvarp Føroya skal tryggja fólki við breki ávís­ ar tænastur. Public ser­vice tænastur til deyv og hoyri­ veik skulu styrkjast. Mið­ ast skal ímóti at senda tíð­ indi, ið eru tekstað og/ella teknmálstulkað seinni sama dag, sum tey eru send fyrstu ferð. Sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og týdning, skulu í størri mun tekstast ella tekn­máls­tulk­ ast. Onki av hesum er altso hent. Í staðin tók Kringvarpið alla teknmálstulking av. – Ein avleiðing er, at vitan­in hjá einum deyvum í Føroyum er minni enn hjá øðr­um borgarum, og tað kann ikki vera rætt, heldur Bjørg Hjelm, ráðgevi hjá Deyva­felagnum. Tíðindi stroymast Nú hevur kringvarpsstórin boð­að frá, at tulking verð­ur sett á skránna sum stroym­ ing - ikki sum vanligt sjón­ varp. Í staðin verða sjónvarps tíð­indini stroymað beinleiðis á alnetinum. Og tað verða bara tíðindini í Degi og Viku, ið verða tulkaði og stroymað. Dia Midjord, kring­varps­ stjóri, sigur í brævið til Deyva­felagið dagfest 4. juni m.a.: – Nýggja sjónvarpsstovan verð­ur tikin í brúk í hesari viku­ni, og vit hava gjørt klárt at tulka beinleiðis í rúmi­num, sum er fast í sjónvarpsstovuna. Sjón­varps­ tíð­ind­ini við tekn­máls­tulki verða streama bein­leiðis á netinum, tá Tulka­tæna­st­an er klár at live tulka... Og kringvarpsstjórin sig­ ur víðari í brævinum: – Vit eiga helst eisini at fáa 3-2, Kjakið og Vangamyndina tulkað, men tað má verða í samráð við MMR, tí tað ber ikki til at fara út um játtan­ ina, sigur Dia Midjord. KvF ger mismun á fólki Tulkatænastan hevur boð­að frá, at tað verður kost­nað­ar­ miklari at tulka beinleiðis. Til dømis kann sami tulkur ongan­tíð tulka meira enn 9 min. í senn (soleiðis er tað eisini í londunum kring okkum), og sostatt er neyðugt við tveimum tulkum hvør­ja ferð. Bjørg Hjelm, ráðgevi hjá Deyva­fela­g­num, sigur, at verð­ur Dagur og Vika tulkað bein­leiðis - og heldur hetta fram eftir royndartíðina í november mánað, fer tað at at føra við sær, at játtanin má hækka. – Peningur er til roynd­ ar­tíðina, men skal tað halda fram, mugu politikkarnir út­ vega meira pening at tulka Dag og Viku, sigur hon. Hon fegnast um útlitini til, at sjónvarpstíðindini aft­ ur verða tulkað. Men hon harm­ast um, at eitt nú Kjakið og 3-2 ikki verða tulkað. Forkvinnan í MBF, Megin­felag teirra brekaðu í Føroyum, Tóra við Keldu, og dagligi leiðarin, Ása Ol­sen, er púra samdar í teirra meting av støðuna hjá Kring­varpi­num í sambandi við deyva­tulk­ing: – Her er talan um onki min­ni enn at gera mismun á fólkabólkum í Føroyum. Hetta er rein diskriminasjón, siga tær báðar. Kringvarpsstjórin, Dia Mid­jord, vísir púrasta aft­ ur, at talan er um at gera manna­mun. – Tú kanst hugsa tær til, hvussu nógvir ymiskir minni­luta­bólkar, feløg av yms­um slag og áhugabólkar. Tað er fullkomiliga ógjørligt at gera øllum til vildar, sum koma við sínum ynskjum um hetta og hatta. Tí ber tað yvirhøvur ikki til at siga, at Kringvarpið í hesum føri­ num gera mannamun," sigur hann. Hinvegin er Dia Midjord í út­gangs­støðinum fyri at alt verð­ur tulkað, men tað ber ikki til í løtuni. – Einar 335.0000 krónur eru settar av til tulking, og tað kostar umleið 280.000 krón­ ur bara at tulka Dag og Viku. So har er ikki nógv at geva útav. Hinvegin er púra greitt, at um politiski myndug­ leik­in velur at seta meira pening av, so verður meira tulkað. Í veruleikanum er tað upp til Mentamálaráðið og Tulkatænastuna, hvussu nógv verður tulkað, sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri. Tulkatænastan og Deyvafelagið vísa hinvegin á, at Kjakið hjá Kringvarpinum liggur inni í Degi og Viku, og tað merkir, at Tulkatænastan tekur onki eyka fyri Kjakið. Ein tími er ein tími, og tað er ikki soleiðis, at Tulkatænastan tekur eyka aftan á t.d. 28 min. Ein tími er 60 min. - eisini tá tað verður tulkað. Deyvafelagið fegnast um tulkingar í KvF Fyri einum ári síðan gavst Kringvarpið at tulka sjónvarpssendingar. Men nú lovar kringvarpsstjórin, at sendingar aftur verða tulkaðar. Men ikki allar Bjørg Hjelm, ráðgevi hjá Deyvafelagnum, fegnast um, at sjónvarpstíðindini í næstum verða tulkaðar og stroymaðar, men hon harmast um, at aðrar sendingar sum 3-2 og kjaksendingin ikki verða tulkaðar, tí Mynd: Grækaris D. Magnussen Deyvafelagið ynskir við hesi grein at seta fokus á viðurskifti hjá deyvum í Føroyum. Journalisturin Grækaris D. Magnussen hevur skrivað greinina eftir umbøn frá Deyvafelagnum.