týsdagur 26. august 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
S
tóri steypadagurin er sonn
fótbóltsveitsla. Men hví skal veitslan
haldast sum avhaldsball við fullum
viðførisrúmum
Ja, eg veit. Rúsdrekka og fótbóltur hoyra
ikki saman. Men tað verður neyvan nakar
av spælarunum hjá Víkingi ella HB, sum fer
vinglandi á vøllin, skuldi tað hent seg, at onkur
innan FSF tók hesar reglur til eftirtektar.
Ikki tí, hesum rokni eg heldur ikki við. Vit
føroyingar hava altso ikki lyndi til at vera
serliga liberal innan útskeinking.
Men tað er løgið – ja, mest sum ófatuliga løgið,
at tað ikki ber til at keypa sær eina veika øll
aftur við eini grillaðari pylsu, tá farið verður
til fótbóltsdyst í Føroyum. Tá hetta ber til
– og riggar væl – mest sum alla aðra staðni í
londunum kring okkum, hví skal tað so ikki
bera til her heima?
Tað kann neyvan vera rúsdrekka í sjálvum sær,
sum er so ræðandi. Tí tú sleppur framvegis til
dyst, um tú ert skid, og tað er einki til hindurs
fyri at fylla bagasjurúmið í besta 80’ara-stíli,
soleiðis at tað altíð ber til at fáa sær eitt plir,
um tað skuldi verið.
Men kanska er tað best, um vit bara blunda, tá
hetta verður gjørt. Um vit líkasum spæla, at
eingin drekkur, tá fótbóltsdystur er á skránni,
so fer tað kanska eisini at passa. Vertin á, um
tað ber við sær, at fólk tá smugla bæði heilar
og hálvar fløskur við sær á meira ella minni
kreativar hættir. Helst vildi tað verið munandi
betri fyri bæði hesi og onnur á leikvøllinum,
um tey fingu sær eina pilsnar ella tvær ístaðin.
Tostin varð tá sløktur, og promillan hevði helst
verið nakað væl minni.
Men gakk. Vit skulu jú vera so góð, so góð, so
skeingin má ikki gerast til dyst. Tað loyvir
loyvisnevndin ikki, og so ber tað ikki til. Í
øllum førum ikki alment.
Skeinkið
so við
Tórsvøll
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Lars Müller skal
døma steypafinaluna
Steypafinalan á Rás1
André Olsen
Lars Müller hevur dømt í
vaksnamannadeildini síðani
1999, og hesi fimtan árini
hevur hvalbingurin virkað
sum dómari í 234 dystum og
hjálpardómari í 75 dystum.
Hjálpardómarar í steypa
finaluni verða Regin Egholm
og Andreas P. Hansen, meðan
Páll Augustinussen verður 4.
dómari.
Hetta er aðru ferð, at Lars
Müller skal døma finaluna í
steypakappingini hjá monn
um. Fyrru ferðina var í 2011,
tá ÍF og EB/Streymur vóru í
finaluni.
Finalan
um
Løgmans
steypið, sum í ár verður mill
um HB og Víking, verður
á Tórsvølli leygardagin 30.
august, kl. 19:45.
Steypafinaluna hjá kvinn
unum dømir Elsa Andreasen.
Hjálpardómarar verða Jan
Hermansen og Rani Skaal
um, og 4. dómari verður Oda
Andreasen.
Finalan hjá kvinnunum,
sum í ár verður millum KÍ og
HB, verður bríkslað í gongd
kl. 16:15.
andre@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Soleiðis verður eisini í ár,
men í mun til tey bæði
seinnu árini fer sjónvarpir
hjá
Kringvarpinum
ikki
at senda dystin beinleiðis.
Ístaðin verður tað á Rás1 hjá
Televarpinum, at dysturin
verður sendur. Framleiðari
av sendingini verður Con
tent, sum Høgni í Jákups
stovur stendur fyri.
– Tá finalan varð send í
Kringvarpinum í fyrraárið,
rindaði FSF eitt gjald fyri
hetta. Í fjør var finalan
partur
av
pakkaloysnini,
sum tryggjaði tilverugrund
arlagið undir 3-2, sigur Virgar
Hvidbro,
aðalskrivari
hjá
FSF.
– Vit gjørdu tó tíðliga
av, at vit ikki framhaldandi
komu at lata gjald av hesum
slagnum til Kringvarpið. Tað
hevur so havt við sær, at
Kringvarpið ikki hevur hild
ið seg framat at senda bein
leiðis sjónvarp frá finaluni í
ár, og ístaðin hava vit tosað
við Content við Høgna í Ják
upsstovu.
– Høgni hevur verið part
ur av toyminum hjá portal.
fo, sum hevur stroymað fleiri
dystir í Effo-deildini í ár,
men tað verður so á Rás1 hjá
Televarpinum, at dysturin
nú verður sendur. Hartil
verður hann stroymaður á
heimasíðuni hjá okkum, og
møguleiki er sjálvandi eisini
fyri, at aðrar síður kunnu
stroyma finaluna. Men júst
hetta seinasta er ikki nakað,
sum vit ráða fyri. Tað verður
ein avgerð hjá Content, sigur
Virgar Hvidbro.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar í dag, at tað verður Lars Müller,
ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið, ið verður leikt komandi vikuskiftið.
Seinastu tvey árini hevur finalan um løgmanssteypið verið spæld á Tórsvølli.
Rás2 sigur frá steypafinaluni Rás2 fer at siga bein
leiðis frá finaluni í kappingini um Løgmanssteypið millum HB
og Víking. Talan verður um drúgva upptakt. Bæði seinnapartin
fríggjadagin og sjálvan leygardagin, tá steypafinalan verður.
ini ber til at fylgja dystinum á in.fo, sum hevur bein
leiðis frásøgn og myndir frá dystinum.