týsdagur 26. august 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Pætur Albinus
Er steypafinala hjá kvinnum
á skránni, ja – so er KÍ eisini
við. Soleiðis hevur tað í øllum
førum verið hjá teimum
nærmast
einaráðandi
kvinnunum
úr
Klaksvík
seinastu mongu árini. Tær
hava nevniliga verið í øllum
steypafinalunum síðani 1999.
Hesa longu røðina av steypa
finalum hava tær einans tapt
hana fýra ferðir, seinast 1-2
ímóti AB í 2009.
Avbjóðarin hesaferð er
HB.
Høvuðsstaðarfelagið,
sum í 1. deild er á einum
deildum øðrum plássi við
EBS/Skála, er í síni fyrstu
steypafinalu síðani 2003.
Heilt landslið
Tað er einki at taka seg aft
ur í, at tað eru tvey rimm
ar sterk lið, sum hittast í
kvinnufinaluni í ár. Hetta
verður eisini staðfest, um
hugt verður at landsliðs
leikarum hjá KÍ og HB. KÍ
hevur heilar átta leikarar
á landsliðnum, meðan HB
hevur seks. Harvið kundu
KÍ og HB einsamøll mannað
eitt landslið, og enntá framt
tríggjar útskiftingar.
Hjá KÍ eru landsliðsleik
ararnir Randi S. Wardum,
Malena Josephsen, Annika
Petersen, Laila Pætursdóttir,
Monika Biskopstø, Eyðvør
Klakstein, Sigrid Jacobsen og
Rannvá B. Andreasen, meðan
tær hjá HB eru Nina David
sen, Elin Maria Isaksen, Lilj
an av Fløtum Petersen, Lív
Arge, Heidi Sevdal og Milja
R. Simonsen.
Tað eru júst hesir leikar
arnir, sum eru tær berandi á
liðunum hjá sær. Meðan KÍ
hevur eitt væl samanspælt
lið við nógvum royndum
leikarum, so er støðan tann
hinvenda í HB, har Heidi
Sevdal gongur á odda við
nógvum ungum leikarum,
har Milja R. Simonsen og Lív
Arge hava skarað framúr og
í blaðungum aldri hava sligið
navn sítt fast í føroyskum
kvinnufótbólti.
Trýst á KÍ
Hóast KÍ hevur verið í 16
finalum á rað, so hevur tað
als ikki verið soleiðis, at tær
hava vunnið so stórt í øllum
finalunum, sum vit annars
kenna KÍ-kvinnurnar fyri
at hava gjørt í landskapp
ingardystum. Malena Jos
ephsen, liðskipari hjá KÍ, við
gongur eisini, at tað er trýst
á teimum.
– Vit hava ikki havt
trupulleikar av HB í Havn,
har vit hava vunnið stórt,
men í Klaksvík vunnu vit
í seinasta minutti, men nú
snýr tað seg um eina fin
alu, og tað er heilt nakað
annað enn ein vanligur
landskappingardystur. Tað
liggur meira trýst á í eini
steypafinalu,
tí
dysturin
skal avgerast tann dagin og
tað eru vit vanliga ikki so
góðar til. Tað er mangan, at
vit sjálvar okkara størsta
mótstøðulið, so trýst eru vit
ikki so góðar til, hóast vit
hava vunnið so nógv sum vit
hava. Tað sæst eisini aftur
í steypafinalunum, har vit
sjálvdan hava vunnið stórt,
sigur Malena.
Mugu stríðast
Uttan at hava tapt ein ein
asta dyst í ár er KÍ leyst av
mótstøðuliðunum í lands
kappingini, har tað eru heili
14 stig til nærmasta kapp
ingarneyta. Hóast hetta, so
kennir liðskipari teirra á sær,
at spælið ikki hevur verið tað
besta, og at tær nú – meiri
enn nakrantíð – mugu stríð
ast fyri at fáa málini.
– Ja, tað er rætt at vit ong
an dyst hava tapt í ár, men
eg føli ikki at vit hava fingið
okkara spæl at koyra ordiliga
fyrr enn seinastu dystirnir
áðrenn summarsteðgin og
eftir summarsteðgin. Men
heldur hava vit verið hepnar
í fleiri dystum, har teir eru
avgjørdir í seinastu løtu. Her
kemur kanska okkara vinn
aravilji fram, har vit stríðast
til seinasta bríksl og fáa
neyðugu málini, sum avgera
dystirnar. Eg vil siga, at vit
hava mugu stríðast meira
fyri okkara málum í ár enn
hini árini, hóast vit liggja
langt fremst, sigur Malena
Josephsen at enda.
albinus@sosialurin.fo
Tær einaráðandi kvinnurnar hjá KÍ hava verið í steypafinaluni á hvørjum ári síðani 1999. Tær allarflestu eru
vunnar, men sjáldan hava sigrarnir teir heilt stóru. Hesaferð er avbjóðarin HB, sum hevur eitt blaðungt lið í
menning og longu er við at vera har – tær hava fyrr í ár argað KÍ og eru, eins og KÍ, fermdar við landsliðsleikarum
KÍ-kvinnur 16. árið á rað
Fríggjadagur kl.17.30
EB/Streymur/Skála – HB (Gentur U17 Mótasteypið)
Kl.19.45: NSÍ – HB (Dreingir U18 Thomas Dam Intersport Steypið)
Leygardagur kl.10.00
HB – 07 Vestur (Dreingir U14 Cadburysteypið)
Kl.12.00: B36 – B68 (Gentur U14 Eilif Arge Steypið)
Kl.13.45: Víkingur – NSÍ (Dreingir U16 Blaðberssteypið)
Kl.16.15: HB – KÍ (Steypakappingin hjá kvinnum)
Kl.19.45: HB – Víkingur (Løgmanssteypið)