týsdagur 26. august 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Leygarkvøldið spælir Vík
ingur steypafinalu á Tórs
vølli triðja árið á rað. Báðu
tær undanfarnu ferðirnar
er felags liðið úr Gøtu og
Leirvík farið av Tórsvølli
sum sigursharrar og Víkinga
liðskiparin Atli Gregersen
greiðir frá, at steypafinalan
avgjørt er tann størsti dyst
urin á árinum í føroyskum
fótbólti.
– Tú ert altíð uppsettur
til ein dyst, óansæð hvørjum
tú møtir. Munurin við einari
steypafinalu er tann, at tú
nýtist ikki at seta teg upp.
Karmarnir rundanum leik
vøllin og upptaktin í fjøl
miðlunum ger tað, at talan er
um ein heilt serligan dyst. Tí
er steypafinalan tann størsti
einstaki dysturin á árinum í
Føroyum, og vit eru sjálvsagt
sera uppsettir til finaluna.
Fullmannaður
Víkingahópur
Hóast
dystarskráin
hjá
Víkingi hevur verið hørð í
alt summar, so greiðir Atli
Gregersen tó frá, at allir
leikararnir í Víkinga hóp
inum eru tøkir til finaluna
leygarkvøldið.
– Víkinga hópurin er so
væl fyri, sum hann nú eina
ferð kann vera. Vit hava ong
ar skaðar og eingin leikbann.
Onkrir
smásnuddir
vóru
sjálvandi mánakvøldið, av
tí at vit hava spælt tríggjar
dystir í seinastu viku, men
leygardagin eru allir mans í
hópinum tøkir til finaluna.
Ósigraðir í trý ár
Søguliga sæð er Víkingur
eitt sterkt steypalið í før
oyskum
fótbólti.
Seinast
Víkingur varð sligið út í
steypakappingini var aft
uri tann 4 mai í 2011, tá Vík
ingur á heimavølli tapti
brotssparkskapping
móti
B68. Víkingur hevur tó tapt
ein dyst síðani tann dystin,
tí Víkingur tapti í 2012
seinnu hálvfinaluna móti
FC Suðuroy á Vágseiði, men
samanlagt vann Víkingur tó
hálvfinaluna móti FC Suður
oy tað árið.
Atli
Gregersen
við
urkennir at sjálvsálitið í
Víkingaleguni er stórt undan
finaluni, tí Víkingur hevur
ongan dyst tapt síðani tann 25
mai, tá Víkingur á heimavølli
tapti
móti
oddaliðnum
úr B36. Haraft-urat hevur
tað sálarligan týdning fyri
Víkinga liðið, at felagið fer til
finaluna við einum 6-1 sigri á
NSÍ í skjáttuni.
– Óansæð hvussu úrslit
ið hevði verið móti NSÍ,
skuldu vit nokk verið klár
ir til steypafinaluna allíka
væl. Men tað at vit vinna so
sannførandi móti NSÍ vísir
tað, at vit hava fatur í tí rætta
endanum, og at vit skulu
finna sama arbeiðssemi fram
til finaluna leygarkvøldið. Vit
hava ikki tapt móti einum
føroyskum liðið síðani 25 mai,
og hava ikki tapt í steypa
kappingini í nærum trý ár nú,
so vit hava sálarligt yvirskot
til finaluna leygarkvøldið.
Heðin trýr uppá greipuna
Leygarkvøldið
spælir
HB
steypafinalu fyri fyrstu ferð
í sjey ár. Seinast HB spældi
finalu í kappingini um Løg
manssteypið var tann 15
august í 2007, tá HB tapti
4-3 móti EB/Streymi á ovara
vølli í Gundadali. HB hevur
ikki vunnið kappingina um
Løgmanssteypið í tíggju ár.
Seinast HB vann finaluna
um Løgmanssteypið var í
2004, tá HB á ólavsøku vann
3-1 móti NSÍ.
Tí
viðurkennir
Heðin
Askham, HB venjari, at man
merkir týðiliga í felagnum,
at nú skal felagið aftur vinna
kappingina um Løgmans
steypið.
– Man merkir týðiliga í
felagnum, at fólkið ynskir
at vinna steypakappingina
aftur. Hóast HB ikki hevur
vunnið
steypakappingina
tey seinastu árini, er HB
søguliga eitt gott steypalið.
– Harafturat er steypafin
alan blivin størri tey seinastu
árini, eftir at Fótbóltssam
bandið hevur gjørt eitt sind
ur eyka burturúr, har karmar
veruliga eru í topp.
– Tí hevur tað stóran
týdning fyri felagið, at HB
leygarkvøldið kann gerast
steypavinnarar aftur. Og vit í
hópinum fara at gera alt fyri
at vinna finaluna.
René leikbannaður
Talan er eisini um eitt sterkt
HB lið, ið fer á vøllin til
finaluna leygarkvøldið. Hó
ast HB í seinastuni hevur
havt nógvar skaðar at drag
ast við, verður talan tó um
eitt væl betri mannað HB
lið til finaluna leygarkvøldið
enn fleiri ferðir fyrr í summ
ar. Heðin Askham sigur, at
tann einasti HB leikarin,
ið ikki er tøkur til finaluna
leygarkvøldið er René Shaki
Joensen, sum í hálvfinaluni
móti B68 í juni fekk sítt triðja
gula kort, og harvið gjørdist
leikbannaður til finaluna.
– René Shaki Joensen er
leikbannaður. Annars haldi
eg at allir hinir menninir eru
við at vera klárir, og tí verð
ur talan um eitt nærum full
mannað HB lið til finaluna
leygarkvøldið.
Ætlar at vinna
greipuna
Heðin Askham dylir ikki fyri
at bjartskygni í HB leguni er
stórt undan finaluni. Hann
greiðir frá, at HB hevur havt
eitt framúr gott vikuskiftið
undan steypafinaluni, av tí
at kappingarneytarnir úr B36
sunnukvøldið settu týðandi
stig til í meistarastríðnum.
Ósigurin hjá B36 hevur við
sær, at HB venjarin nú veru
liga trýr uppá, at felagið kann
vinna greipuna, tá kappingin
endar síðst í oktober.
– Ja, eg trúgvi veruliga
uppá at vit kunnu vinna
greipuna í ár. Fyrst av øll
um vil eg siga, at vit í HB
hava havt eitt framúr gott
vikuskiftið.
Leygarkvøld
ið lyfti 1.deild hjá okkum
seg
uppum
niðurflyting
arstrikuna við Løgmanni í
málinum. Harafturat vunnu
vit greiðan 3-0 sigur á B68,
meðan kappingarneytarnir
úr B36 snávaðu. Tí trúgvi
eg avgjørt uppá, at vit bæði
kunnu vinna steypakapping
ina og Effo-deildina.
Víkinga liðskiparin Atli Gregersen
greiðir frá, at sjálvsálitið í
Víkinga leguni er gott undan
finaluni leygarkvøldið, ið
teir leika triðja árið á rað
HB venjarin Heðin Askham viðurkennir, at hann trýr uppá møguleikan, at HB
stendur eftir sum greipuvinnari, tá Effo-deildin endar síðst í oktober.
Størsti
dysturin
á árinum