hósdagur 28. august 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Kári á rógvi
Tíðargrein síða 10
At
stjórna
kanning
Frank Davidsen
Kjak síða11
Nú
stendur
á gomlum
nøglum
Í síðstu viku skrivaðu vit á hesum
stað um føroyskar reiðarar í Hirts
hals í Danmark, sum uppføra seg
sum størstu imperialistar ímóti
sínum egnu landsmonnum.
Tað eru tríggir føroyskir reiðarar,
sum eru nevndarlimir í felagnum
hjá donsku uppsjóvarvinnuni, Dan
marks Pelagiske Producentorgani
sation, sum gongur á odda at kúga
føroyingar: Gullak Madsen við HG
264 Ruth, Fríði Magnusen við HG
265 Asbjørn og Virgar Tindskarð
við HG 62 Beinur.
Teir hóttu og hótta framvegis
við at taka fíggjarliga grundarlag
ið undan føroyska samfelagnum og
mæltu bæði Danmark og ES til at
boykotta móðurlandið Føroyar. Eitt
boykott, sum sambært útflytara
hevur kostað føroyska samfelag
num hundraðtals milliónir – nógv
meira enn nakað grindamótmæli
hjá Sea Sheperd.
Ein av hesum landsmonnum
okkara møtti persónliga upp í Fólk
atinginum fyri at leggja trýst á
stjórnina at forkoma føroyska bú
skapinum.
Men lítið hevur verið at hoyrt
um atfinningar í Føroyum móti
hesum monnum. Heldur ikki, nú
teir gjøgnum snikgøtur eru komnir
til Føroya við einum av trolarunum,
Asbjørn Senior, at gera sær dælt av
at fiska av okkara kvotu – sum í
teirra eygum er ólóglig.
Samstundis sum hesir menn
ganga á odda við at fáa alla verðina
at boykotta okkum, so er til dømis
onkur teirra sera virkin í føroyskum
handilslívi.
Ein er nevndarlimur og høvuðs
partaeigari í SMS og høvuðsparta
eigari í oljufelagnum EFFO. Hann
eigur eisini nógvar bygningar í
Havn, sum hann leigar út, eitt nú
til sjálvt Fiskimálaráðið, sum hann
so fegin vil boykotta. Havnarfólk
kunnu valla keypa breyð uttan at
geva føroyskum reiðara í Hirtshals,
sum vil boykotta Føroyar, sín part
av breyðnum, og tey sum hita
seg við olju frá Effo leska eisini
føroyska reiðaran í Hirtshals.
Slíkt er løgið – og langt úti. Tað
er eisini løgið, at reiðarin á garna
skipinum Anitu sleppur so snikka
leysur fyri tað trælahald, hann sum
strámaður fyri útlendingar hevur
havt ábyrgdina av.
Fakfelag hjá yvirmonnum vil
hava løgmann at taka sær av mál
inum og revsa reiðaran – og geva
neyðars útlendingunum tey rætt
indi, ið vit sum fólk geva okkum
sjálvum.
Tað er skammiligt at føroyingar
í Hirtshals skaða føroysk áhugamál
og samstundis gera sær dælt í
Føroyum við at ríka seg upp av
føroyingum – og reiðaríið Anita og
reiðari tess er skomm fyri Føroyar.
hugsa bara um egnan búk
Elin Brimheim Heinesen á
Facebook: Tá eg gekk túr í
góðveðrinum í dag í góðum
hýri so friðarliga, gekk ein
maður ímóti mær á gøtuni.
Eg kendi hann ikki. Beint
sum hann kemur framvið
meg, hyggur hann illur upp á
meg og sigur:
»Helvitis reyvarhol!« (ja,
orsaka málið, men so segði
maðurin).
Eg hyggi kløkk upp á hann
og sigi:
»Ha? Hvat sigur tú?«
Hann hyggur beinanvegin
burtur og sigur foyur:
»Ááh... eg helt tú vart ein
Sea Shepherd...«, So skundaði
hann sær víðari. Ikki ein
gang at hann umbar seg. Mín
einasta synd var opinberiliga,
at eg gekk í svørtum klæðum,
og havi tí helst í hansara
eygum líkst einum av hesum
aktivistunum, sum ganga og
mala fyri einki í Føroyum. Eg
má siga, at eg var eitt sindur
smáskelkað.
Hevur hesin felagsskapur
veruliga megnað at fáa slíka
øði í summi, at tey halda, at
tað er í lagi at rópa "helvitis
reyvarhol" eftir tilvildarligum
fólkum, tey møta á gøtuni?
Er
tað
veruliga
soleiðis,
føroyingar bera seg at í
løtuni?
Eg helt tú var Sea Shepherd
Tríkiljan hjá Sea Shepherd,
Brigitte Bardot, sást hós
morgunin stevna inn á Havn
arvág, og løtu seinni legði
hon at við ískaiina, har hon
bunkraði olju.
Heðin Mortensen, borg
arstjóri, hevur annars fyrr
í summar boðað frá, at bát
arnir hjá Sea Shepherd eru
óynsktir í Havnini, og Brigitte
Bardot varð fyrr í summar
burturvíst úr høvuðsstað
num og mátti inn á Sund at
liggja.
Av
havnarskrivstovuni
søgdu tey hósmorgunin, at
hetta ikki er tekin um nakra
hugburðsbroyting frá komm
ununar síðu, men at talan
einans er um, at lata tvíkilj
uni olju.
– Sleppur hon ikki at
bunkra og gongur tóm fyri
olju, so kemur hon í havs
neyð, og tað kunnu vit ikki
lata henda, siga tey á Tórs
havnar Havn.
Brigitte Bardot á Havnini
Tað er ongantíð gott at sova
á vaktini.
Tað kunnu aktivistarnir
hjá Sea Shepherd, sum hós
morgunin ikki vóru serliga
aktivir, sanna.
Teir hildu vakt oman
fyri Leirar í Hvalba hós
morgunin.
– Allan sólarkringin eru
røsku fólk okkara á varð
haldi at tryggja, at eingin
hvalur skal drepast, hevur
Paul Watson sagt ferð eftir
ferð.
Men serliga árvakin vóru
røsku lærusveinarnar hjá
Paul Watson ikki. Tí meðan
fimm døglinga svumu inn
eftir fjørðinum og upp á
sandin, svóvu tey so søtan í
bilinum oman fyri Leirar.
Ikki fyrr enn menn vóru
í ferð við at skera døglingar
nar upp á bryggjuni, ressað
ust tey við í bilinum.
Paul Watson vil vera við,
at døglingar kundu bjargast.
Hann skrivar, at um so var,
at døglingar vóru deyðir, so
var ikki neyðugt at skera
mønuna av á teimum, held
ur hann.
Spurningurin er so, um
Paul Watson heldur tað
vera í lagi, at menn binda
um sveivin á hvalinum
og hála teir útaftur við tí
úrslitið, at ryggurin slítist
sundur. Tað mátt verið
størri djórapínsla.
Døglingarnir vórðu avl
ívaðir og skornir upp á
bryggjuni í Hvalba uttan
trupulleikar av hvalaverjum
Watsons,
sum
kanska
skuldu drikkið meira kaffi
fyri at hildið eygunum
opnum.
Møðisligt at bíða
eftir grindini
Landsmenn gera faktiskt
størri skaða enn Sea Shepherd