Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. august 2014 · Nr. 97 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kanningarstjóri Kári P. Højgaard: Tilvitað øsing spilti spælið Villeiðandi upplýsingar frá Landsverki og ein almenn øsingarherferð beindu tá avtornaði fyri privata Eysturoyartunlinum. Heimildin var í lagi og eg hevði ein góðan sáttmála at seta mína undirskrift á Løkshøll, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum framvegis angrar, at hann ikki skrivaði undir avtaluna við CIP Jón Brian Hvidtfeldt Fyri eina stund slapp Kári P. Højgaard hósdagin aftur at tosa um tað, sum hann í stutta tíðarskeiðinum í Tinga­nesi allarhelst vildi tosa um. Hesaferð var pallurin tó avhoyringarbonkurin fram­m­an fyri Hans Gamm­ el­toft Hansen, ið sum kann­ ingar­stjóri er biðin at kanna leiklutin hjá nú fyrrverandi lands­stýris­manninum í inn­ lendismálum í sonevnda tunn­ilsmálinum. Drúgva avhoyringin, ið vardi meginpartin av hós­ degnum, gav eina mynd av einum landsstýrismanni, ið hevði fult og nærum blint álit á sínum embætisverki í Innlendismálaráðnum. Ella, sum Kári P. Højgaard sjálvur grundgav frammanfyri kann­ ingarstjóranum: – Eg eri postboð av pro­ fessión, og eg havi onga løg­ frøðiliga vitan. Tíverri. Men fyrrverandi lands­ stýrismaðurin hevði hinvegin lagt seg eftir at hava greiðar linjur, eisini løgfrøðisliga, tá hann sum nýklaktur lands­ stýrismaður í november 2011 við góðum árræði fór undir sítt politiska hjartamál. Eysturoyartunnilin, sum nógv tey fyrstu árini varð nevndur Skálafjarðartunnilin, er sprott­in úr nærumhvørvinum hjá Kára P. Højgaard við Skálafjørðin. Hann kennir privata initiativið, líka úr vøgguni í 2002, tá Kári P. Høj­gaard sum býráðslimur í Runa­vík fyrstu ferð hoyrdi um hesa stórslignu og spenn­ andi ætlan. – Tað var ongantíð nakar ivi um heimildina, hvørki millum ovastu embætisfólkini í Innlendismálaráðnum, em­ bætis­fólkini á Løg­mans­skriv­ stovuni ella í landsstýrinum. Løgmaður fór enntá so langt sum at siga, at tað var ikki við sær sum løgmanni, at tað almenna fór undir at gera ein almennan Eysturoyartunnil. Tí fór eg, við bestu serfrøðini á økinum, undir tilgongdina fáa privatar at átaka sær uppgávuna at gera tunnilin, greiðir Kári P. Højgaard frá. Ein av uppgávunum hjá Hans Gammeltoft Hansen er at kanna, um Kári P. Højgaard hevði hesa heimildina, so­ leiðis sum hon upprunaliga varð givin í løgtingslóg frá 2010. Tilgongdin Við grønum ljósi, bæði polit­ iskt og frá serfrøðini í Tinga­ nesi, setti Kári P. Højgaard at kalla beinanvegin ferð á arbeiði at fáa privat at átaka sær Eysturoyartunnilin. Eitt arbeiði, ið hevði fingið eitt skot fyri bógvin stuttu tíð­ ina hjá John Johannesen í Innlendismálaráðnum, tá hann sum landsstýrismaður royndi at arbeiða fyri einari al­mennari tunnilsloysn. Tað var tó ein spurningur, ið mundi spilt spælið full­komi­ liga: – Tað var jú víst á, at talan var um eina so mik­ ið fantastiska íløgu, at man kundi ikki lata vera við at gera hana. Soleiðis varð verk­ætlanin eisini markn­ aðar­førd. Men tá tað so kom til sjóndar, at tað almenna absolutt onga trygd vildi veita fyri nøkrum sum helst, so byrjaðu spurningarnir. Vit blivu spurd, hví landsstýrið ikki so mikið sum kundi veita vissu fyri eini minstu ferðslu, greiðir Kári P. Højgaard frá og heldur fram: – Har var eg sum lands­ stýrismaður bundin á hendur og føtur, tað almenna skuldi ikki veita trygd fyri nøkrum sum helst. Og so við og við lupu øll frá, har var ikki ein tann einasti eftir. Sjálvt CIP vóru sera ”beteinkiligir”, vildu helst bíða eitt ár ella so, tí teir høvdu gongd í fleiri aðrar verkætlanir. Tá segði eg við Rúna Joensen, at steðgur mátti ikki koma í. Á avhoyringarbonkinum greiddi Kári P. Højgaard síðani frá, at CIP kom inn aftur í myndina, tó við tveimum ulti­mativum treytum. Alt skuldi vera í fullum trúnaði, og Innlendismálaráðið skuldi binda seg til eina og aleina at samráðast við CIP. Síðani varð farið víðari. Eitt tíðindaskriv úr Inn­ lendis­mála­ráðnum, har boðað var frá at samráðingarnar væntandi bóru á mál á Jóan­ søku, skaptu ikki stórvegis yvirskriftir. – Har var nærum eingin reaktión. Eg haldi ikki, at nakar tók tað fyri fult, greiddi Kári P. Højgaard frá undir avhoyringini hósdagin. Ikki fyrr enn tveir mán­ aðir seinni kom røringur í. Til landsstýrisfundin 17. juni kravdi Johan Dahl at fáa sáttmálan við CIP útflýggjan frammanundan, ella møtti hann ikki. Hinvegin kendi Kári P. Højgaard seg vera bundnan av tagnar­skyldu, og endin bleiv tí, at tilfarið varð útflýggjað lands­stýris­ fólkunum umvegis løgmann. Samstundis byrjaðu bitar út loyniliga sáttmálanum við CIP at leka út til fjølmiðlar og almenningin, og somuleiðis tíðindini um at sáttmálin skuldi undirskrivast í Løks­ høll hósdagin 27. juni klokkan 10. Svarti mánadagurin Mánamorgunin 24. juni fekk Kári P. Højgaard fundarboð frá løgmanni. – Eg fái at vita frá løg­ manni, at avtalan verður ikki undirskrivað hósdagin. Løgmaður sigur, at politisk undirtøka er ikki fyri hesum. Tá føli eg, at teppið verður rykt undan, greiðir Kári P. Højgaard frá. Undir avhoyringini sigur Kári P. Højgaard seg vera sannførdan um, at endaði málið aftur í løgtinginum, so merkti tað trupulleikar. – Eg royndi tí at muta ímóti og vísti á, at at vit kundu missa alt á gólvið. Men løgmaður hevði tikið sína avgerð. Hesa løtuna føli eg, at sleppi eg ikki at skriva undir hósdagin 27. juni, so missi eg stýringina. Við avgerðini tekur løgmaður yvir, fer í føraratroyggjuna og koyrir málið víðari, greiðir Kári P. Højgaard frá. Fyrrverandi landsstýris­ maðurin segði seg ikki tosa við nakran frá CIP henda mánadagin. – Nei, tað gjørdi eg ikki. Men eg skilji á lagnum, at Rúni Bro Róin fekk boðini sama dag. Jú, 24. juni var ein myrkur dagur, segði ein rørdur Kári P. Højgaard á avhoyringarstólinum framm­ an­fyri kanningastjóranum. Hans Gammeltoft Han­ sen er somuleiðis biðin um at kanna leiklutin hjá løg­ manni í málinum um Skála­ fjarðar­tunnilin. Kaj Leo Holm Johannesen verður av­hoyrdur dagin eftir fyrr­ verandi landsstýris­mannin, tað er fríggjadagin. Sabotaga Avgerðin hjá løgmanni mána­dagin 24. juni í fjør var ikki einsamøll um at beina fyri privatu tunnilsætlanini. Sambært frágreiðingini hjá Kára P. Højgaard vóru trý onnur viðurskifti, sum í hvør sínum lagi vóru at rokna sum bensin á bálið hjá atfinningarsomu røddunum. Øll trý høvdu Landsverk sum felags­nevnara. Fyri tað fyrsta var tað ein samferðsluætlan hjá Lands- verki fyri 2012-2024, har ein brúgv varð teknað tvørtur um Skálafjørðin, ið festi í fjúsið. Tí sum landsstýrismaður við ábyrgd av Landsverki vildi Kári P. Højgaard ikki góðtaka eina slíka ætlan, ið sambært sær sjálvum gekk beint ímóti tunnilslógini frá 2010. Landsstýrismaðurin var biðin um at upplýsa tinginum, hvat Eysturoyartunnilin fór at krevja av almennum samferðsluútbyggingum báðumegin tunnilsmunnan. Svarið frá Landsverki var, sambært nú fyrrverand landsstýrismanninum, ein politisk bumba: – Svarið var tikið úr sam­ ferðsluætlanini næstu mongu árini, alt varð lagt saman og gav eina mynd av íløgum fyri fleiri enn 600 milliónir krónur. Ein mynd, ið sjálvandi elvdi politiskt rumbul, greiddi Kári P. Højgaard frá undir av­ hoyringunum. Triðja bumban kom eisini frá Landsverki, tá stovn­ urin var biðin um at geva sínar viðmerkingar til ein grein-52 spurning til lands­ stýrismannin at svara. – Landsverk kom tá við ein­um svari, ið segði at pri­ vata tunnilsloysnin var 1,9 til tríggjar milliardir krónur dýrari enn ein almenn tunn­ ilsloysn, sigur Kári P. Høj­ gaard, sum framman fyri kanningarstjóranum greitt gav til kennar sína and­stygd móti leiklutinum hjá Lands­ verki: – Hetta er svarið, ið eg skal bera víðari til Rættar­ nevndina, mitt í einari sera eksplosivari tíð. Eitt svar til løgtingið skal vera veg­ leiðandi, ikki villeiðandi. Hetta svarið var bensin á eitt bál. Sum landsstýrismaður skal eg svara eftir mínari bestu sannføring, og tí valdi eg snøgt sagt at síggja burtur frá hesum upplýsingum frá Landsverki, greiðir Kári P. Højgaard frá. Hans Gammeltoft Hansen er biðin um at kanna, um Kári P. Højgaard hevur framt brot á lóg um ábyrgd lands­ stýrismanna við ikki at lata løgtinginum allar upp­ lýsingar. Undir fýra tíma drúgvu av­hoyringini gav Kári P. Høj­gaard greitt til kennar, at eftir hansara tykki hevði Landsverk sín stóra leiklut í at sabotera tunnilsætlanini: – Hetta vóru torpedo’ir, ið vórðu skotna út fyri at sabotera uppskotið hjá mær. Og tað undrunarsama er, at nú Eysturoyartunnilin er vorðin almennur tekur eingin upplýsingarnar hjá Lands­ verki upp á tungu, segði Kári P. Højgaard undir av­hoyr­ ingini hósdagin. Kári P. Højgaard gav undir avhoyringini greitt til kennar, at hann ikki metir seg hava gjørt nakað sum helst skeivt. Hann hevur hildið seg til bestu, løgfrøðiligu serfrøðina á økinum, og politiskt hevur hann verið trúgvur móti sam­ gonguni. Spurdur, hví hann ikki bara skrivaði undir sáttmálan við CIP tá heimildin nú var í lagi og talan enntá var um ein góðan sáttmála, svaraði Kári P. Højgaard: – Tað er nakað, sum eit­ur loyalitetur. Vit vóru kom­ in á mál og eg hevði heim­ ildina. Men eg haldi ikki at tað hevði fair av mær at skriva undir. Eg var jú part­ ur av eini samgongu, sigur Kári P. Højgaard, sum fram­ vegis er vónbrotin av sínum fyrrverandi samgongu­feløg­ um, nú politiska hjartabarnið aftur er á breddanum. Kári P. Højgaard