Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-08-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 97 · 29. august 2014 2 VIKUSKIFTI Summarredaktørur: Eyðun Klakstein Forsíðumynd: Sigmar Mørkøre Fríggjadagin kl. 17.00 verður nýggja skaldsøgan hjá Carl Johan Jensen løgd fram í Steinprenti í Havn. Skaldsøgan eitur Eg síggi teg betur í myrkri og snýr seg um eitt íslendskt skald, sum umborð á einum ferðamannaskipi á veg úr Bergen til Føroya tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Hetta er fáa dagar fyri, at annars heimsbardagi brestur á, og gjøgnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum. Aðrastaðni í blaðnum ber til at lesa samrøðu við Carl Johan Jensen um nýggju skaldsøguna. Karl Martin syngur í Havn Karl Martin Samuelsen er kanska kendasti rocksangari í Føroyum. Mong kenna hann sum oddamann í Hjarnum, men hann hevur eisini sungið í øðrum samhangum. Karl Martin og aðrir tónleikarar hava KMS Band, og leygarkvøld verða teir at hoyra í Dansifrøi í Havn. KMS Band spælir nýtt tilfar hjá Karl Martini, men teir tríva sjálvsagt eisini í teir góðu gomlu sangirnar hjá Hjarnum. Karl Martin hevði eina frálíka konsert á Summar Festivalinum, og nú fylgir hann hesa framførslu upp við framførslu í høvuðsstaðnum. Pólskir filmar í Havn Leygardagin verður pólskur filmsdagur í Norðurlandahúsinum í Havn. Tríggir pólskir filmar verða vístir, og eisini verður høvi at hugna sær við kaffimunni. Byrjað verður kl. 14.00, og fyrsti fimurin verður settur í gongd kl. 14.15. Síðani verður kaffisteðgur, áðrenn tveir filmar afturat verða vístir. Ein av filmunum er Katedra, sum er stuttfilmur, ið var í uppskoti til Oscar heiðursløn í 2003. Tiltakið við pólsku filmssýningunum er ókeypis. Stovna fyritøku hetta vikuskiftið Íverksetarahúsið hevur hetta vikuskiftið tiltakið Startup Klaksvík, har fólk verða boðin at royna seg sum íverksetarar eitt vikuskiftið. Vit fara til verka í hølunum hjá Sjónámi fríggjakvøldið 29. august kl. 17:00, og hildið verður fram til sunnudagin 31. august kl. 17:00, tá úrslitini verða løgd fram á almennum fundi. Startup Klaksvík verður um maretimar vinnur. Øll hugskot, ið hava við havið at gera, verða vend og snarað. Endamálið við Startup Klaksvík er at arbeiða við hugskotum frá byrjan til enda uppá stutta tíð og harvið at venja seg í at loysa tær avbjóðingar, sum íverksetarar standa yvirfyri. Tað er ókeypis at luttaka! seinsummar­ dagur í Sandavági Leygardagin hava tey seinsummardag í Sandavági. Byrjað verður við morgunmati í tjaldinum á Loftagrund, og síðani verður hildið fram við tónleiki, kappingum, aktivitetum og felagssangi. Burtur úr skránni kunnu vit nevna, at kl. 13.00 hevur Jonhard Joensen frásøgn um ferðina hjá Team Rynkeby í summar – hetta verður í ungdómshúsinum. Kl. 15.00 verður spurnaarkapping í tjaldinum. Kl. 16.00 framførir Sámal Ravnsfjall. Dagurin endar við felagssangi kl. 20.30. Nýggj skaldsøga løgd fram