mánadagur 1. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 1. september 2014 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Bárður Nielsen
Kjak síða
Syste
matiskur
ójavni
Janus Rein
Kjak síða
Hart
ímóti
hørðum
Grindadrápið á Sandi leygardagin
gjørdist fyrsti samanbrestur millum
Sea Shepherd og løgregluna.
Tilburðurin vísti eisini, at løgregl
an veruliga er væl fyrireikað, og at
eyka politistaliðið er væl og virðiliga
ført fyri at gera tað sum gerast skal
við Sea Shepherd.
Men propagandamaskinan hjá
Sea Shepherd smyr tjúkt uppá – og
tey tíðindi, sum verða borin, eru langt
frá veruleikanum.
Eitt er at fólk eru ósamd við okk
øum grindadráp. Men tað at Sea
Shepherd beinleiðis lýgur um, at før
oyingar tveita tvøst og spik á sjógv,
og nýta tað sum prógv fyri, at vit
drepa grind til stuttleika, er hinvegin
prógv fyri, at propagandamaskinan
hjá Sea Shepherd arbeiðir fyri at
tjena pengar heldur enn fyri at verja
grindahval. Um verja av hvali var
veruliga endamálið, so mátti ikki verið
neyðugt at logið um føroyingar.
Men vit duga heldur ikki nóg
væl at verja okkum. Vit hava dugað
alt ov illa at greitt umheiminum frá,
hví vit drepa grind, og uppruddingin
frá grindadrápinum á Sandi og
døglingadrápinum í Hvalba vísir
okkum, hvussu vit ikki skulu gera.
Tað líkist ongum at fólk tveita
leivdir frá grindadrápi í náttúruna
– og tað er sannur gloypibiti hjá Sea
Shepherd.
Bæði eftir grindina á Sandi og
døglingarnar í Hvalba hava myndir
verið at sæð, har fólk hava tveitt
burturkast av hvalunum fyri bakkan
ella á sjógv.
At talan er um fráskurð, horn og
bøksl, spik av døglingi og annað, sum
ikki er etandi og sum tískil er beint
burtur, tað vita føroyingar, men tað
vita útlendingar ikki.
Hinvegin
eiga
kommunurnar
nú at læra av hesum – og gera fólki
greitt, at slíkt burturkast – eins og alt
annað burturkast – ikki skal tveitast
í náttúrna, men beinast burtur gjøgn
um tær ruskskipanir, sum eru. Eitt
er, at tað er illa umhugsað at tveita
slíkt burturkast í náttúruna, men
tað er jú bensin á bálið og sannur
gloypubita hjá teimum,sum vilja siga
nakað annað enn sonnu søguna um
grindadráp.
Aftur hesaferð hevur ein amer
ikanskur sjónleikari gramt seg hval
adrápsmenn í Føroyum. Hóast vit
kunnu siga, at amerikanarar kunnu
sópa fyri egnar dyr og hugsa um teir
hundraðtals landsmenn, sum land
teirra dømir til deyða um árið – og
um neyðars skúlaungdómin, sum
landsmenn teirra skjóta í amerik
anskum skúlum um árið.
Men tað er ikki eins áhugavert,
sum okkara greindadráp. Fyri okkum
er tað einfalt, men vit duga ikki at
sannføra onnur.
Vit duga ikki at sannføra
Tað er ikki lógligt at tveita
burturkast frá grindadrápi á
sjógv, ella fyri bakkan.
Tað staðfestir Suni Pet
ersen, leiðari á deildini, sum
nevnist, Vernd, á Umhvørvis
stovuni.
Í farnu viku doyði finn
døglingar í Hvalba og ein lítil
grind á Sandi.
Men í báðum førum hava
myndir verið at síggja, har
fólk hava tveitt burturkast av
hvalunum fyri bakkan ella á
sjógv.
Talan er um fráskurð, horn
og bøksl, spik av døglingi og
annað, sum ikki er etandi og
sum tískil er beint burtur - í
náttúrni.
Hetta hevur verið ein
sannur gloypibiti hjá Sea
Shepherd, sum eru í Føroyum
í stórum tali í alt summar.
Tey hava rættiliga gjørt
sær dælt av hesum og hava
send myndir av burturkast
inum um alla verðina og so
statt eru føroyingar við til
at rætta Sea Shepherd eina
hjálpandi hond.
Men tey fortelja ikki fólki,
at talan er um burturkast. Tey
fortelja fólki, at hetta er prógv
fyri, at føroyingar drepa hvat
til stuttleika, tí myndirnar
vísa, at vit tveita tvøstið og
spikið burtur.
Suni Petersen staðfestir
eisini, at tað er ólógligt at
beina burturkast burtur á
hendan hátt.
– Fólk hava skyldu at
brúka skipanina kommun
urnar hava og tað eru bingj
urnar, IRF hevur sett upp í
hvørjari bygd til burturkast,
sigur hann.
Hann sigur, at kommunur
nar hava ábyrgdina av burt
urkastinum og ta uppgávuna
hava kommunurnar útveitt
til IRF, sum hevur sett bingj
ur upp í hvørjari bygd til at
koyra burturkast í.
Leiðarin á Vernd sigur, at er
talan um serliga stórar nøgdir,
ber til hjá kommununum at
biðja um fleir bingjur frá IRF.
– Tað verður gjørt tá ið
slaktið er, tí tað er heldur ikki
loyvt at tveita burturkast frá
slakti í náttúruna, sigur Suni
Petersen.
Tað sama kundi verið
gjørt, tá ið grind ella døgling
ar leggja beinini.
Hinvegin er tað munandi
torførari at sleppa av við rov
ini av hvalunum. Har hevur
vanlig mannagongd verið at
sleipa tey út á streymasjógv
og søkt tey har.
Eftir lógarinnar bókstavið
er eisini tað ólógligt, men tað
er ikki eitt mál, Umhvørvis
stovan hevur gjørt nakað við,
tí tað er eisini ein spurningur
um, hvussu tað annars letur
seg gera at beina rovini burt
ur.
Føroyingar rætta Sea
Shepherd eina hond
Vit mugu læra okkum at
fáa útleningar at skilja okkum
Í dag
Týsdagin
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av útsynningi og ælingur, men eisini
sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av útsynningi og yvirhøvur turt og
sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi
og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin
millum 10 og 13 stig.
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Lot til andøvsgul av vestri og
útnyrðingi. Fríggjadagin lot av
ymsum ættum. Yvirhøvur turt og
sólglottar og hitin millum 8 og
12 stig.
Veðrið mánanáttina:
Eitt djúpt lágtrýst, 973 hPa.
yvir Vestmannaoyggunum fer
norðureftir og grynnist.
Veðrið týsnáttina:
Eitt brúgvalag í útsynning úr
Føroyum verður í høvuðsheitum
vestanfyri Føroyar.
10-15 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s