Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. september 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. januar 2014 · Nr. 3 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Málið um garnaskipið Anitu er ein pínilg søga, sum vísir, hvussu eir­ ind­a­leyst og arrogant fólk kunnu upp­føra seg í føroyskari vinnu. Vørn mælir Fiskimálaráðnum og Løg­mans­skriv­stovuni til alt fyri eitt at taka fiski­loyv­ið frá skip­i­num, tí tal­an er um so álv­ars­ligar skuld­set­ ing­ar um brot á lóg­ina um vinnu­ lig­an fisk­iskap­, at talan í veru­leik­ a­num er um skipaða ránsveiðu av før­oyska land­grunn­i­num. Vørn metir eisini, at hendan ráns­veiða er so umfatandi, at hon set­ir alla garna­veiðu­skip­an­i­na og botn­fiski­ skap­in undir Føroyum sum heild í vanda. Hetta skrivaði Vørn í apríl­mán­ aði. Og Vørn heldur fast við sína støðu nú fleiri mánaðir seinni. – Brotini eru so álvarslig, at einki ann­að dømi er at samanbera við í ta tíð, fiskiveiðieftirlit hevur verið framt undir Føroyum – serliga brot­ ið um stóra garnatalið. Vørn vísir eisini á, at Anita varð umbygd fyri jól, so hon kundi hava 25 dekk­arar um­borð í staðin fyri 14. Tað metir Vørn vera greiða á­bend­ ing um, at farið riggaði til at hava nógv fleiri gørn enn tey loyvdu 1.400, tí 14 menn klára ikki at røkja tey 4.649 gørnini. – Talan er sostætt um skipaða ráns­veiðu, og hetta eigur eisini at føra til, at øll loyvi verða tikin enda­ liga, heldur Vørn, sum eisini vísir á, at regl­an um at einki skip má hava meira enn 1.400 gørn í sjónum er gjørd fyri, at fiskur ikki skal standa í gørn­u­num í meira enn 72 tímar. Tí er nógv­ur fiskur farin fyri skeytið, tí hann hevur staðið ov leingi í gørn­unum­, heldur Vørn, sum als ikki stól­ar upp á reiðaríið hjá Søren Christ­ian­sen. Vørn heldur hinvegin, at stór­ur vandi er fyri, at reiða­rí­ið fer at halda fram við skipaðu ráns­ veið­uni, og tí eigur skipið at missa øll loyvi. Og løgmaður hevur boðað parta­ felangum Seta, har Søren Christ­i­an­ sen í Havn er stjóri, frá, at ætlan­in er at taka øll fiskirættindi frá fiski­ skip­inum ­Anitu. Umframt skipaðu ránsveiðuna, so vísir ar­beiðs­lag­ið hjá reiðaríi og skip­ara onnur óhugnalig tekin, sum eru stór og fúl skomm fyri før­oyska sam­fel­agið. Um­framt at seta ein skipara, sum er so nær knýtt­ur Fiski­mál­a­ráðnum, so hev­ ur reið­ar­í­ið fingið sær und­ir­betalta mann­ing úr so fjarskotnum landi, sum Indonesia til at reka hesa ráns­ veiðu. Sorgarsøgan um sjólætna indu­ nesan við Anitu er stór skomm í sjálvum sær og vísir eitt keðiligt lyndi, sum er til stóra skomm fyri føroysku tjóðina. Sjálvsagt skal rætturin døma í slík­um málum. Men brotini og misn­ýstlan í hesum føri eru so grov, at hetta er stór skomm. Reiðaríið hjá Anitu er stór skomm fyri føroyska vinnu Skipað ránsveiða hjá anitu Nær kem­ur kirkj­u­ garðurin? Katrin Dahl kjak á 16 Annita svarar Sea Shepherd Annita á Fríðriksmørk kjak á 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Mánakvøldið bórust deyðs­ boð­ini av kæra starvs­fel­aga okk­ara, Árna S. F. Joensen. Hann gjørd­ist 61 ára gam­ al, nú hann mátti boyggja seg fyri herv­i­ligu krabb­a­ sjúk­uni. Árni Joensen var gáar­ mað­ur. Hann var sonur As­trid og Poul Johannes Jo­en­sen frá Gjógv. Teir vóru fýra brøður, Dánjal, Heini og Sigtór. Árni var næst­yngst­ur. Árni Joensen var ein roynd­ur fjøl­miðl­a­mað­ ur. Hann hevði roynd­ir frá fleiri yms­um miðl­um. Hann var tik­in úr leik­um at skriv­a – og dugdi sera væl at mál­bera seg, sum vit starvsfelagar nutu gott av. Árni kom fyrstu ferð í starv á Sosialinum longu í sjeyt­i­ár­u­num, tá Sosialurin helt til í Sjúrðargøtu í Havn. Hann var eisini við, tá Sos­i­al­urin í­ 1982 flutti út á Argir. Seinni í áttiárunum fór hann undir sítt egna blað, Fiski­tíðindi. Fiskivinnan hevði hansara serliga á­huga, og tí fór hann undir hetta slóð­brót­andi til­tak at gera eitt blað, sum bara vendi sær til fiski­vinnuna. Men alt hevur sína tíð, og tað høvdu Fiskitíðindi eis­i­ni. Síðani fór Árni at starv­ ast í Útvarpi Føroya sum tíð­in­d­a­maður­. Árni hevði góða út­varps­rødd, og hann hev­ur lagt nógvar góð­ar og væl­um­tóktar út­varps­send­ ing­ar tilrættis. Bæði send­ ing­ar við aktualtitets- og tíð­ind­a­til­fari úr granna­ lond­um – og ikki minst ljóð­mynd­ir og frá­søg­u­ mynd­ir frá serligum hend­ ing­um. Seinni flutti Árni Jo­en­ sen við húski niður til Dan­ mark­ar, til Esbjerg, har tey hava búð síðani eina­ferð í ní­tiár­u­num. Men hó­ast stadd­ur í útlegd, so helt Árni fram at virka sum før­oyskur fjølmiðlamaður. Í nógv ár helt hann fram at starv­ast fyri útvarpið – og seinni, tá Sosialurin um alda­skiftið fór í holt við reglu­lig og skipað tíð­indi á int­er­netnum við olivant.fo, gjørd­ist Árni Jo­ensen fast­ ur skrivari hjá Sos­ialinum og seinni Miðla­húsinum. Í fleiri skriv­aði hann út­ lands­síðu í blaðnum, og hann var virkin hvønn dag á port­a­l­inum. Í fjør vár fór heilsan at bila – og í eitt heilt ár var hann burt­ur frá ar­beið­i­ num í Miðl­a­hús­inum. Men í vár kendi hann seg so fræg­an aft­u­r, at hann tók á seg upp­gáv­una at skriva til in.fo. Líka til eftir ólavsøku skriv­aði hann, men tá kom aft­ur eitt bakkast, sum gjørdi, at hann ikki orkaði at skriva meira – og mána­ dag­in 1. september and­ að­ist hann í heiminum í Es­bjerg. Árni var giftur við Joan, sum ættað úr Gøtu. Tey áttu børnini Poul Evald og Gerdu Astrid. Vit í Miðlahúsinum lýsa frið yvir minnið um kæra starv­s­felaga okkara, Árna S. F. Joensen. Árni Joensen deyður Í dag mikudagin Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið hósdagin Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av útsyn- ningi og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 9 og 12 stig. Fyrrapartin andøvsgul av útsynningi og ælingur, men seinnapartin lot av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglot- tar. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið fríggjadagin og leyg- ardagin: Fríggjadagin lot av ymsum ættum, leygardagin lot av útsynningi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 7 og 11 stig. Veðrið týsnáttina: Eitt brúgvalag við Føroyar fer í landnyrðing. Veðrið mikunáttina: Kuldabrúgvin sunnanfyri Ísland kemur hendavegin. 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s