týsdagur 2. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sea shepherd
Jógvan Páll Lassen, verji hjá
Sea Shepherd umboðunum
í Føroyum, er ikki blíður, tá
tosað verður um myndirnar,
sum Sea Shepherdumboðini
tóku av grindadrápinum á
Sandi leygardagin.
- Hetta er rein plágan,
segði hann í rættinum. Jóg
van Páll Lassen er ónøgdur
við, at mismunur verður
gjørdur á umboðum frá Sea
Shepherd og øðrum, sum
vóru á sandinum.
Hald er lagd á myndirnar,
tí at tær eru "billeder af
strafbar handling."
- Hví hevur løgreglan
ikki lagd hald á myndirnar
hjá øllum hinum, sum vóru
á sandinum leygardagin,
spyr Jógvan Páll Lassen.
Eisini
vísir
Jógvan
Páll
Lassen
á,
at
Sea
Shepherdfólkini ikki vóru
tey einastu, sum vóru farin
inn um gyrðingina um
grindaøkið.
- Bæði børn og onnur,
ið ikki høvdu við drápið
at gera, gingu innan fyri
gyrðingina.
Jógvan
Páll
Lassen
sigur, at hetta er enn eitt
dømi um, at rættarskipanin
revsar
útlendingar
sum
heild, og Sea Shepherd
umboð serliga, harðari enn
føroyingar.
Danjal av Rana
Tey seks Sea Shepherd fólk
ini á Sandi noktað seg sek í
ákærunum um, at hava lagt
upp í eitt grindadráp.
Mánadagin vóru tey seks
Sea Shepherd fólkini, ið
vóru handtikin á sandinum
á Sandi, fyri Føroya Rætti.
Tey noktaðu at taka við
sektaruppskotinum
frá
løgregluni, og máttu tí møta
í rættinum. Har noktaðu tey
seg sek í ákæruni um, at hava
órógva almenna reglulagið,
og at hava roynt at forða fyri
einum grindadrápi, við at
renna út í vatnið, larma, og
sláa á metallrør í eini roynd
at fáa hvalin at venda, hóast
tey vóru biðin um at fara úr
økinum.
Tey játtaðu øll seks, at tey
høvdu verið á sandinum, tá
grindin varð rikin inn. Tey
játtaðu eisini, at tey høvdu
verið úti í vatninum og
roynt at bjarga hvalunum.
Men tá ákærin vildi hava
tey at greiða frá, hvat tey
høvdu gjørt fyri at bjarga
hvalunum,
svaraðu
tey
einans: “Vit eru her fyri at
bjarga hvalunum.” Tá ákærin
spurdi, um tey høvdu larmað,
fyri at fáa grindina at venda,
var svarið aftur: “Vit eru her
fyri at bjarga hvalunum.”
Tey høvdu verið á sandinum,
nøkur teirra høvdu tikið
myndir og video, men annað
høvdu tey ikki gjørt, søgdu
tey.
Ákærin royndi at stað
festa, hvørt tey vóru farin
inn á frámerkt grindaøki. Sea
Shepherd fólkini vildu vera
við, at einki var frámerkt,
tá tey komu, og í hesum
fingu tey eisini stuðul frá
Karl Vidtfeldt, ið eisini var
innkallaður sum vitni. Hann
segði, at tey vóru komin
oman á sandin, innan økið
var vorðið frámerkt.
Hvør larmaði mest
Tað var eyðsæð, at týðandi
partur av verjuni hjá Jógvan
Pálli
Lassen,
verja
hjá
teimum ákærdu, snúði seg
um, hvørt tey veruliga larma
so illa.
Jógvan Páll Lassen vísti
á, at har varð málageipan
frá
fólki,
bátarnir
ruku
enn grindina og larmaðu tí
nógv, eins og at ikki minni
enn tvær tyrlur flugu yvir
økinum.
- Heldur tú, at tey seks
Sea Shepherdfólkini, sum
eru 100 metrar frá grindini,
larma meira enn teir gott og
væl 30 bátarnir, sum liggja
beint aftanfyri grindina, ella
tyrlan, sum lendir 200 metrar
frá grindini, ella hin tyrlan,
sum sveimar yvir sandinum,
spyr Jógvan Páll Lassen tá.
Hótt við byrsu
Undir avhoyringunum av
Sea Shepherd fólkunum, ið
vóru tikin á sandinum á San
di leygardagin, greiddu tey
frá hóttanunum, tey fingu.
- Ein maður umborð á
einum báti hótti okkum við
byrsu. Onnur róptu, at tey
skuldu myrða okkum og ein
bátur mundi siglt á meg,
greiddi ein kvinna frá.
- Børn og vaksin róptu
ókvæmisorð eftir okkum og
gjørdu ósømilig tekin móti
okkum. Eg føldi meg ótrygga
til tíðir, segði ein teirra. Tey
róptu eftir okkum alla tíðina
og hóttu okkum, bæði tey
umborð og tey á landi.
Tað gjørdist tó ongantíð
áfast ímillum sandingar og
Sea
Shepherd.
Løgreglan
á Sandi megnaði at sissa
bygdafólkini,
meðan
teir
royndu at fáa Sea Shepherd
fólkini úr vatninum, men
Karl Vidtfeldt ásannaði í
rættinum, at tað var gott, at
løgreglan úr Havnini kom, tá
hon kom, tí fólkið var farið at
ótolnast eftir at byrja drápið.
Vit eru her fyri at
bjarga hvalunum
Gera mismun á fólki