týsdagur 2. september 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
6
Marjun Dalsgaard
Nógv feløg í Føroyum hava
útlendsk móðurfeløg. Tað
nýtist ikki vera nakað skeivt
í tí, men hesin bygnaður
kann nýtast sum høvi til at
snýta í skatti.
Tí fer Taks at hyggja upp
á føroysk feløg, sum hava
útlendsk móður- og dóttir
feløg. Hugt verður eftir um
framleiðslukostnaður
ella
fíggjarligir postar tykjast
ónáttúrliga stórir og tískil
føra eitt hall við sær.
– Vit gjøgnumganga rokn
skapirnar, og sær tað út til,
at tað ikki er samanhangur
millum umsetning og úrslit,
so hyggja vit nærri at rokn
skapinum,
sigur
Eyðun
Mørkøre,
stjóri
á
Taks.
Hetta kemur undir hugtak
ið ”transfer pricing”, sum
merkir, at eitt felag tekur ov
lágan ella ov høgan prís fyri
eina vøru í samhandli við
eitt móður- ella dóttirfelag.
Endamálið er at flyta pening
í rokniskapinum og á tann
hátt sleppa undan at gjalda
skatt.
Til heystar fer Taks at
seta sjóneykuna á tey feløg
í Føroyum, sum hava ein
bygna, sum loyvir hesum.
– Tað er vanligt, at Taks
arbeiðir við at seta sjóneyk
una á eitt serstakt umráði,
og nú verður tað ”transfer
pricing” og ”tunn kapitaliser
ing”, sigur Eyðun Mørkøre
við Sosialin.
Hann sigur, at tað er av
tilvild, at Taks fer undir
hetta nú, og at tað ikki hevur
nakað at gera við, at Sosial
urin hevur skrivað um felag
ið P/F Næraberg í farnu viku.
P/F Næraberg hevur eitt
móðurfelag, sum er skrásett
í Noregi, og eigarin av tí er
sami eigari, sum hevur keypt
Kollafjøð Pelagic, nevniliga
hollendarin, Diederik Par
levliet. P/F Næraberg hevur
havt hall í 10 ár hóast góðan
fiskiskap og triðstørsta av
reiðingarvirðið í uppsjóvar
flotanum seinastu 10 árini.
Kanna øll feløg
Eyðun Mørkøre vil ikki siga,
um Taks fer at hyggja upp á
virksemið hjá Næraberg.
– Vit fylgja við í, hvat fjøl
miðlarnir skriva, og kunnu
gott finna upp a at kanna
eitt felag, tí tað er umrøtt í
fjølmiðlunum, men eg kann
ikki siga her, um vit fara at
hyggja upp á Næraberg, sig
ur Eyðun Mørkøre.
Tað er tó sannlíkt, tí Taks
fer at hyggja at øllum før
oyskum feløgum, sum hava
eina konstruktión, sum ger
hetta møguligt, tí tey eru ikki
so nógv í tali, sigur Eyðun
Mørkøre.
– Tað eru lutfalsliga fá fe
løg, sum talan er um, so eg
haldi, at vit kunnu hyggja
upp á øll, sum eru viðkom
andi, sigur hann.
Í fyrstu atløgu hyggja
tey trý ár aftur í tíðina, men
um tekin er um tilvitað snýt
verður hugt upp á rokn
skapir longur aftur í tíðina.
Er talan um ósketni verður
roknskapurin rættaður, og
felagið fær eina skattarokn
ing. Er tekin um tilvitað snýt,
tekur Taks støðu til, hvussu
farið verður fram tá, sigur
stjórin á Taks.
Umframt transfer pri
cing, fer Taks at hyggja uppá
”tunna kapitalisering”. Huga
takið ”tunn kapitalisering”
gongur út uppá nakað tað
sama sum transfer pricing,
men tá er talan um lán
veiting.
– Eins og tað er møguligt
at keypa og selja vøru til
skeivan prís, við tí í hyggju
at flyta ein vinning í rokn
skapinum, er tað møguligt
at læna pening til eitt dóttir
felag og seta ov høgar rentur
á. Hetta er somuleiðis ólóg
ligt og kallast tunn kapita
lisering, og er tað ein hátt
ur at flyta pening yvir í eitt
móðurfelag og sostatt sleppa
undan at gjalda skatt, greiðir
Eyðun Mørkøre frá.
Hvussu nógvar og hvørjar
fyritøkur talan er um, verð
ur ikki almannakunngjørt,
men um Taks finnur nakr
an pening, sum átti at verið
goldin, verður tað almanna
kunngjørt,
sigur
Eyðun
Mørkøre.
– Vit fara ikki út við, hvørj
ar fyritøkur hava skeivar
roknskapir, men tað er ikki
óvanligt, at vit kunngera,
at eitt ávís tal av milliónum
koma inn í skatti aftrat, um
vit hava funnið nakað.
marjun@sosialurin.fo
Í mikudagsblaðnum í síðstu
viku prentaði Sosialurin
eina samrøðu við reiðaran,
Hanus Hansen, sum eigur
JFK Trol, Kósina og Næra
berg. Orsøkin var ein undr
an yvir, at felagið P/F Næra
berg hevur givið hall í 10 ár
og tískil ikki hevur goldið
eina krónu í skatt hesi árini.
Hetta hóast felagið stendur
fyri triðstørsta avreiðingar
virðinum í uppsjóvarflot
anum seinastu 10 árini: 1,08
milliard krónur. Í tí sam
bandi segði Bárður Nielsen,
formaður í fíggjarnevndini,
við Sosialin, at skattalógini
feilar einki. Taks hevur tey
amboð, tey hava brúk fyri,
um tey ynskja at kanna
feløg í Føroyum fyri ”trans
fer pricing” og ”tunna kapi
talisering”. Spurningurin er,
um hesi amboð verða hond
hevað.
Vit hava tískil ringt til
Taks og spurt, hvussu teirra
eftirlit er skipað viðvíkjandi
slíkum málum. Stjórin á
Taks, Eyðun Mørkøre vil ikki
siga, um tey fara at hyggja
nærri at roknskapunum hjá
P/F Næraberg, men sigur, at
tey fara at seta sjóneykuna
á transfer pricing og tunna
kapitalisering í heyst, og
tá fara tey helst at hyggja
uppá øll viðkomandi feløg.
At Taks fer at hyggja uppá
útlendsk móður- og dótt
irfeløg nú hevur einki við
søguna um Næraberg at
gera, sigur Eyðun Mørkøre.
– Vit fylgja við í tí, sum
fjølmiðlarnir varpa ljós á,
og tað kann hugsast at eitt
felag fær okkara áhuga, tí
tað hevur verið umrøtt í
fjølmiðlunum, men eg fari
ikki at úttala meg um, um
vit fara at hyggja uppá P/F
Næraberg, sigur hann.
marjun@sosialurin.fo
Til heystar fer Taks at kanna móður- og dóttirfeløg, sum hava møguleika
fyri at nýta partafelagsbygnaðin til at snýta í skatti
Skattalóggávan er, sum hon skal vera, sigur formaður í fíggjarnevndini,
Bárður Nielsen. Sosialurin hevur spurt Taks, hvussu eftirlitið
við ”transfer pricing” og ”tunnari kapitalisering” er skipað
TAKS FER AT KANNA
MÓÐUR- OG DÓTTIRFELØG
Kanna øll feløg
– Vit fylgja við í, hvat fjølmiðlarnir skriva, og kunnu
gott finna uppá at kanna eitt felag, tí tað er umrøtt í
fjølmiðlunum, men eg kann ikki siga her, um vit fara
at hyggja uppá Næraberg, sigur Eyðun Mørkøre.
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
11
Mikudagur 27. august 2014 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
stutt freistaða skuldin skal
gjaldast við. Í 2013 er stutt
freistaða skuldin 380 milli
ónir krónur, meðan ognin at
gjalda hana við, er umleið 78
milliónir krónur. Haraftrat
hevur felagið eina negavtiva
egin ogn á 119 milliónir krón
ur.
Tølini hjá Næraberg eru
sostatt tekin um, at felagið
ikki hevur tað gott, og benda
á, at felagið hevur ein sera
tolnan lánveitara.
– Vit hava ein lánveitara,
sum trýr upp á, at tað fer at
ganga betur, og tað ger tað
eisini. Vit hava yvirskot í ár
fyri fyrstu ferð síðani Røkke
fór út, og tað fer at ganga
framá, sigur Hanus Hansen.
– Hetta hevur einki við
útlendsku eigararnar at gera.
Orsøkin til at Næraberg ikki
hevur eitt positivt úrslit, er
skuldin frá tíðini, tá vit gjørdu
eina royndarætlan við surimi
í samstarvi við norðmannin
Kjeld Inge Røkke, sum fíggj
aði tað, sigur Hanus Hansen.
Hann leggur aftrat, at fram
leiðslukostnaðurin hjá P/F
Næraberg er eyka høgur, av
tí at vøran verður viðgjørd
umborð síðani og flutt til
Afrika, har hon verður seld.
Haraftrat er tað ein feilur, at
stuttfreistaða skuldin stend
ur til at vera so høg.
– Hatta verður broytt í
næsta ár – tað skuldi standa
undir langfreistaðari skuld,
sigur hann.
Virkaðu svartkjaft
til surimi
Ein orsøk til, at Næraberg
hevur givið hall øll árini er,
at teir hava gjørt eina roynd
arverkætlan har Næreberg
gjørdi
surimi
burturúr
svart kjafti. Hetta hevur før
oyska samfelagið fingið nógv
burtur úr, sigur Hanus Han
sen.
– Vit hava megnað at fáa
mat burturúr svartkjafti.
Tað hevur eingin megnað
frammanundan okkum, sig
ur Hanus Hansen.
Men hví reka eina fyritøku
í 10 ár, sum gevur undirskot?
– Trupulleikin var, at
prísurin á surimi fór niður,
júst sum vit fóru í holt við at
framleiða tað. Hevði prís urin
verið sum í dag, hevði tað
verið ein fantastisk for ræt
ning, sigur Hanus Hansen.
Í 2000 byrjaði samstarvið
við Kjeld Inge Røkke og
hetta samstarvið helt fram
til 2010.
– Hetta hevur verið ein
góð forrætning fyri Føroyar,
tí Røkke hevur mist 300
milliónir í Føroyum, og tær
eru koyrdar í føroyska sam
felagið, sigur Hanus Hansen.
Ókeypis kvotur
Spurdur um hví Næraberg
skal hava ókeypis kvotur frá
landinum, tá felagið hevur
verið rikið við halli í so nógv
ár, svarar Hanus Hansen, at
hann hevur skapað nógv
størv á bæði á sjógvi og á
landi, og at tað tískil hevur
givið nógv til samfelagið, at
reka Næraberg.
– Einki felag hevur givið
so nógv til tað føroyska
samfelagið sum Næraberg.
Eg hitti sera ofta ung fólk,
sum hava verið umborð á
eitt nú Atlantic Navigator
og hava arbeitt har. Tey hava
verið ógvuliga glað fyri tað.
Við P/F Næraberg hava vit
skapt arbeiðspláss og givið
ungdóminum
møguleika
fyri at koma til skips, sigur
hann.
Næraberg kom í flotan við
einum royndarloyvi í 2000,
men hetta kundi ikki gerast
til eitt permanent loyvi, sigur
Hanus Hansen.
– Vit søktu um, at halda
fram, men tað sluppu vit
ikki. Tískil máttu vit keypa
veiðiloyvi,
og
tá
roynd
arloyvið ikki var galdandi
longur, keyptu vit Prestland
fyri at fáa eitt fiskioyvi, so vit
kundu gera royndarætlanina
við surimi, sigur Hanus Han
sen.
Síðani
hevur
hann
keypt níggju skip fyri at
savna saman fiskilloyvir til
tvey skip. Hesi loyvini eru
keypt frá øðrum reiðaríum,
sum hava fingið tey tillutaði
ókeypis frá landinum. Sam
bært
roknskapunum
hjá
P/F Næraberg hevur felagið
fyri 246 milliónir krónur í
fiskiloyvum.
Handla við fiskiloyvum
Hanus Hansen heldur ikki,
at tað er nakar trupulleiki
at nøkur reiðaríir noyðast
at
keypa
fiskiloyvi
fyri
hundrað tals milliónir meðan
onn ur fáa tey ókeypis frá
land inum.
– Eg havi ongan trupul
leika við at keypa loyvir. Eg
havi keypt nógv loyvir, men
eg haldi ikki, at tey skulu
keypast frá landinum. Tað
er vinnan, sum skal hava
pengarnar, so vinnan kann
gera íløgur fyri teir, sigur
hann.
Men hevði tað ikki verið
meira rímiligt, at antin øll
máttu keypa fiskiloyvir, ella
at øll fingu tað ókeypis?
– Nei, tað verður kortini
ongantíð líka fyri øll, sigur
Hanus Hansen. Ístaðin fyri
tilfeingisgjald, ella upp boðs
sølu, kundi tað verið skattað
tá kvoturnar vórðu seldar. Á
tann hátt verða pengarnir
ikki tiknir út úr vinnuni,
held ur hann.
Hann sigur tó, at skipanin
við
landstýrismanninum,
sum býtir kvotur út einsa
mall ur er óheppin.
– Tað er ikki nøkur góð
skipan, at ein lands stýris
mað ur kann taka kvotur
frá onkrum og geva tær til
onkran annan, men loysnin
er ikki, at selja kvoturnar á
upp boðssølu, sigur Hanus
Hansen. Tær áttu heldur at
verið lógarfestar, soleiðis at
reiðaríini áttu tær einaferð
med alla.
Ídnaðarskip við halli
Tað eru fýra ídnaðarskip,
sum fiska felagskvotuna av
makreli á 17.500 tons í ár. Tey
eru, Atlantsfarið, Næraberg,
Slættaberg og Tummas T.
Av hesum fýra er Tummas
T einasta farið, sum hevur
ein positivan rakstur. Bæði
Næraberg
og
Slættaberg
hoyra til felagið, P/F Næra
berg, sum hevur haft hall
í nógv ár og felagið hjá At
lantsfarinum,
Northwest
Pelagic hevur havt hall í
fimm ár. Eins og Næraberg
hevur Atlantsfarið partvíst
hollendskan eigara.
Í nevndini hjá North west
Pelagic, sum eigur Atlants
farið, sita stjórin Dánjal Jo
han Fredal Johansen, nevnd
arformaður er Hans Trygvi
Teirin
og
nevndarlimur,
Auke van de Kerk, sum hevur
bústað í Hollandi.
Marjun Dalsgaard
Hvussu kann ein royndur
vinnulívsmaður, sum Han
us Hansen, reka eitt felag
við undirskoti í 10 ár? Hetta
í einari vinnu har tilfeing
ið er ókeypis og onnur fe løg
í hesu vinnuni hava fleiri
hundrað millónir í yvir skoti?
Ein ávís undran hev ur leitt
til Klaksvíkar, har Hanus
Hansen greiðir frá ævin
týrinum við Næraberg, Kjeld
Inge Røkke og Diederik Par
lev liet.
Søgan um Næraberg byrj
aði í 2000, tá skipið kom inn
í uppsjóvarflotan við einum
royndarloyvi. Ætlanin var at
gera svartkjaft til surimi, og
selja tað til russar. Saman við
norðmanninum Kjeld Inge
Røkke, fór Hanus Hansen
und ir at framleiða surimi
um borð á Næraberg, ein
verk ætlan, sum ongantíð
gav yvirskot. Verkætlanin
við surimi vardi í 10 ár, og er
orsøkin til, at P/F Næraberg
hevur givið hall øll árini,
sam bært Hanusi Hansen.
Seinastu
árini
hevur
P/F Næraberg eisini fisk
að sild og makrel og saml
aða
veiðan
innan
upp
sjóvar vinnuna
er
kom in
upp á 1,08 milliard krónur í
avreiðingarvirði. Hóast at
P/F Næraberg hevur fiskað
fyri meira enn eina milliard
seinastu 10 árini, er ikki ein
króna farin í landskassan í
partafelagsskatti.
Í 2013 hevur felagið á
fyrsta sinni eitt yvirskot
áljóð andi góðar 9 milliónir
krón ur í 2013.
Uppsparda hallið á slak ar
133 milliónir krónur, merk ir
tó, at felagið kann vinna 133
milliónir krónur, áðrenn tað
skal gjalda parta felags skatt,
og tað fara at ganga nógv ár,
áðrenn tað hendir, sambært
stjóranum sjálvum.
Perur og bananir
Samanbera vit við feløgini,
sum eiga Norðborg, Trónd
í Gøtu ella Finnur Fríða, so
standa hesi feløg at hava
goldið ávikavist 29, 69 og 63
milliónir krónur í parta fe
lags skatti seinastu 10 árini.
Men tað ber ikki til at sam
anbera P/F Næraberg við
hini feløgini, tí tey hava betri
kvotur, sigur Hanus Hansen.
Finnur Fríði og Norðborg eru
millum nótaskipini, sum hava
eginkvotur, meðan Næraberg
má fiska eina felagskvotu
av makreli saman við øðr
um ídnaðaðarskipum. Har
aftrat sigur Hanus Han sen,
at Næraberg fiskar ikki eins
nógvan makrel og nóta
skipini, og tað ger munin.
– Hetta er sum at saman
bera perur og bananir. Teir
virka fiskin øðrvísi og hava
eitt annað slag av kvotum,
sigur Hanus Hansen.
Sambært tølum frá Vørn,
hevur Næraberg tó lut fals
liga líka nógva makrel í
lastini, sum hini upp sjóvar
skipini. Tað eru kvotur, sum
hann hevur keypt, tí tá
kvot urnar vera útlutaðar
hevur Næraberg nógv minni
av makreli, sigur Hanus
Hansen.
Felagskvotan
merkir,
at teir ikki sjálvir avgera,
nær teir fiska fiskin. Í ár
deila Slættaberg, Næraberg,
Atlantsfarið og Tummas T
eina felagsskvotu á 17.500
tons av makreli. Slættaberg
og Næraberg hoyra báðir til
felagið P/F Næraberg.
Triðstørst
avreiðingarvirði
Sambært tølum frá Vørn, er
avreiðingarvirðið hjá Næra
berg saman lagt trið størst í
uppsjóvar flotanum seinastu
10 árini. Næraberg hevur
fingið 1,08 milliard fyri fiskin,
sum hann hevur fiskað undir
Føroyum hesi seinastu 10
árini. Til samanbering hevur
Finnur Fríði avreitt fyri 1,125
milliardir í alt. Finnur Fríði
og Næraberg hava sostatt
avreitt fyri stórt sæð somu
upphædd seinastu 10 árini,
men meðan Næraberg hevur
givið hall, hevur Finnur
Fríði givið yvirskot hvørt ár.
Partafelagið
Krossbrekka,
ið eigur Finnur Fríða hevur
havt eitt samlað avlop á 340
milliónir krónur seinastu
10 árini, og felagið hevur
goldið 63 milliónir krónur í
partafelagsskatti
seinastu
10 árini. Men tað ber ikki til
at samanbera Finnur Fríða
við Næraberg, tí Næraberg
virkar fiskin umborð, sigur
Hanus Hansen.
– Um tú skal samanbera
við nakað skip, so skalt tú
samanbera við Norðborg,
sigur hann.
Norðborg, ið hevur fingið
mest
burturúr
seinastu
10 árini, hevur eitt samlað
avreiðingarvirði
á
1458,5
mió, seinastu 10 árini, og
P/F Hvalnes, ið eigur skipið,
hevur eisini havt umleið
340 milliónir krónur í avlopi
seinastu 10 árini. Norðborg
hevur goldið 69 milliónir
krónur í partafelagsskatti
seinastu 10 árini.
Bæði Norðborg og Næra
berg hava hægri fram leiðslu
kostna, tí fiskurin verður
virkaður umborð, men teir
fáa esini ein nógv hægri
miðalprís fyri kiloið, enn eitt
nú Finnur Fríði og Tummas
T.
Vánalig forrætning
Undur
øllum
umstøðum
kann ein undrast á, at ein
garvaður
vinnulívsmaður,
sum Hanus Hansen, hevur
eina fyritøku, sum hevur
so vánaligan rakstur í 10 ár.
Hanus Hansen er ofta spurd
ur um, um tað eru útlendsku
eigararnir, sum tøma felagið,
men tað er tað ikki, sigur
hann.
– Tað er einki um, at peng
arnir streyma út úr felagnum
til útlendskar eigarar. Vit
hava havt eina skuld, sum
stavar frá tíðini við Kjeld
Inge Røkke, og nú gongur
tað
framá,
sigur
Hanus
Han sen. Hann er stjóri í fe
lag num
Næraberg,
men
hetta er ikki ein partur av
fyritøkuni hjá honum, JFK
Trol. Partafelagið, Næraberg
Holding AS, sum er skrásett
í Noreg, eigur ein part av
P/F Næraberg. Hollendarin,
Diederik Parlevliet, eigur
Næraberg Holding AS. Hetta
er sama felag, sum eigur
Faroe Pelagic í Kollafirði.
Eitt útlendskt felag kann
hava fyrimun av at veita lán
við okursrentu til egið felag
í Føroyum, og sostatt vinna
pen ing, hóast at felagið gev
ur hall. Sostatt kann dóttur
felagið ganga illa, vegna ov
høgar útreiðslur til lán, sum
fer til útlendsku eigararnar,
sum kortini halda hondini
undir tí. Eftir stendir, at einki
fer í føroyska kassan av tí
tilfeinginum, sum verður
latið ókeypis til skipini, og at
útlendingar fáa atgongd til
ókeypis fiskirættindi í Før
oyum.
Negativa eginogn
Hyggja vit at roknskapinum
hjá P/F Næraberg, hevur
felagið í nógv ár havt eina
stóra stutt freistaða skuld.
Tað vil siga skuld, sum
skal gjaldast innan eitt ár,
men lítla ogn í umfar, sum
er tann peningurin, sum
uppsjóvarvinna
uppsjóvarvinna
Fiskað Fyri milliard:
Null króNur í skatti
Seinastu 10 árini hevur reiðaríið P/F Næraberg avreitt fyri meira enn eina milliard krónur,
og er tað triðstørsta avreiðingarvirðið í øllum uppsjóvarflotanum. Men higartil hevur
felagið til góðar at rinda fyrstu krónuna í partafelagsskatti. – Vit skapa arbeiðspláss
og manningarnar gjalda skatt, ljóðar svarið frá stjóranum Hanusi Hansen
Móðurfelag: 3. februar 1999, 700 Klaksvík
Dótturfyritøkur: P/F Meðalsbrekka, FO-355
Vestmanna
Subsidiaries: P/F NMT, Fo-Kollafjørður
Eigarar: 3.februar 1999, 700 Klaksvík,
eigari: Hanus Hansen
Næraberg Holding AS, Oslo Noreg, eigari:
Diederik Parlevliet
NEVND
Nevndarformaður: Diederik Parlevliet
Hanus Hansen
Jógvan Hansen
Diederik Parlevliet hevur bústað í Hollandi.
Hann eigur Næraberg Holding AS, sum er
skrásett í Noreg, og sum eigur ein triðing
av P/F Næraberg. Umframt ídnaðarskipið,
Næraberg, eigur P/F Næraberg eisini
uppsjóvarskipið Slættaberg, sum felagið
seldi til JFK Trol í 2012, men sum tað hevur
keypt aftur.
P/F Næraberg
Avreiðingarvirðið (milliónir krónur) sambært Vørn
Næraberg
Krossbrekka
Hvamm
Hvalnes
(Næraberg*)
(Finnur Fríði)
(Tróndur í Gøtu)
(Norðborg)
2004
62,4
74,7
44,8
65,2
2005
102,0
78,3
60,1
72,7
2006
184,7
108,0
58,5
97,6
2007
160,3
110,4
68,7
94,8
2008
42,6
105,3
58,9
78,3
2009
29,9
88,4
17,1
115,8
2010
88,2
112,7
78,5
222,1
2011
107,8
145,2
135,4
186,5
2012
154,3
185,0
134,2
276,0
2013
148,6
117,4
127,8
249,5
Íalt
1080,8
1125,4
784,0
1458,5
Partafelagsskattur íalt
sambært roknskapunum
(vinnuvitan.biz)
0,0
63,5
28,0
69,2
* Í 2006 og 2007 hevði partafelagið Atlantic Navigator og Carlton
Av uppsjóvarskipunum hev ur
Næraberg trið størst av reið ingar
virði, hyggja vit at saml aða av reið
ing ar virð in um seinastu 10 árini.
Kort ini hevur felagið givið hall so
gott sum hvørt ár, og hevur nú
eitt upp spart hall á 133 milliónir
krónur. Tað merkir, at felagið
kann vinna 133 milliónir krónur,
áðrenn tað skal gjalda parta
felags skatt. Eginognin er somu
leiðis negativ og er á minus 119
milliónir í 2013, tó er raksturin
positivur í 2013 og felagið hevur
yvirskot fyri fyrstu ferð í nógv ár.
**Skattur er partafelagsskattur sambært roknskapinum, sum ikki neyðturviliga
er tað sama sum faktiskt goldin partafelagsskattur
Hanus Hansen eigur m.a. JFK Trol, Kósina og
Næraberg. Hann hevur 700 fólkí starvi
Transfer pricing og tunn kapitalisering
”Transer pricing” er eitt hugtak, sum verður
nýtt í sambandi við at eitt felag selur, ella keypur
vørur og tænastur til skeivan prís frá einum
útlendskum móður- ella dótturfelagi við tí
endamáli at sleppa undan at gjalda skatt.
”Tunn kapitalisering” er eitt hugtak, sum verður
nýtt í sambandi við, at eitt felag lænir pening undir
ónormalum umstøðum, eitt nú ovurstórar rentur,
eisini fyri at flyta pening í roknskapinum og á tann
hátt sleppa undan at gjalda skatt av einum yvirskoti.