týsdagur 2. september 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 3. september 2014 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við hesum starvinum kemur tú at røkja
allar vanligar skrivstovuuppgávur, har tú
kemur at taka ímóti fyrispurningum á
telefon, telduposti og teimum sosialu
miðlunum, senda tilfar út og annars
fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni. Har í-
millum m.a. hjálpa til við fjølmiðla vitjan-
um, frágreiðingum, rættlestri, heimasíðu
og tíðinda brøvum.
Av tí at tú dagliga kemur at hava nógv
samskifti við onnur, er tað av stórum
týdningi at tú ert jalig/ur og hevur lætt við
at samskifta við nógv ymisk menniskju.
Vit leita eftir tær sum:
· Hevur sera góðar málsligar førleikar
bæði í talu og skrift á føroyskum,
norðurlendskum og enskum
· Viðkomandi teldukunnleika til vanligu
forritini
· Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn,
tí ofta er høg arbeiðsferð
· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur
ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert
· Hevur toymishugburð og er ikki bangin
fyri at veita eina hjálpandi hond, tá
starvsfelag arnir hava tørv á tí
Vit kunnu bjóða tær:
· Eitt spennandi og fjølbroytt starv við
nógvum samskifti úteftir
· Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í
hjartanum av gomlu Havnini
· Tú verður partur av einum toymi við 5
starvsfólkum, sum saman við vinnuni
myndar altjóða marknaðarføringina av
Føroyum sum ferða fólka landi.
Løn og setanartreytir
Fast starv, har tú verður lønt/ur eftir
avvarðandi sáttmála.
Umsókn
Umsóknir til starvið við týðandi avritum
skulu sendast til guri@visitfaroeislands.
com, ella til:
Visit Faroe Islands, Att: Guðrið Højgaard,
Ì Gongini 9, Postsmoga 118,
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Visit Faroe Islands
í hendi í seinasta lagi 19. september
2014.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta
nærri um starvið við at seta seg í
samband við Guðrið Højgaard, stjóra
á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til
guri@visitfaroeislands.com
Skrivstovufólk til Visit Faroe Islands
Visit Faroe Islands
í Gongini 9
PO Boks 118
110 Tórshavn
Tel. 20 61 00
info@visitfaroeislands.com
www.visitfaroeislands.com
Søkt verður nú eftir einum skrivstovufólki.
Visit Faroe Islands (Ferðaráð Føroya) arbeiðir eftir eini nýggjari strategi fyri
Føroyar sum ferðafólkaland, sum skal tvífalda ferðavinnuna fram til 2020.
5 ár í
Føroyum