hósdagur 4. september 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 5. september 2014
FØROYA LISTAHÁSKÚLI - FAROESE ACADEMY OF ARTS - UNDIRVÍSING OG FELAGSSKAPUR
HVØR SKRIVAÐI 130 ÁRA GOMUL STUTTSØGUNA UM SAMKYNDAR VAMPÝRAR Í FØROYUM
UMMÆLI:
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen
Tú skalt vera eina sjáldsama ráur persónur, um tú ikki smílist, fært eitt lítið
tár í eygnakrókin ella ein klump í hálsin, tá pisurnar verða klæktar teir fyrstu
summardagarnar. Allur hesin ungdómurin, øll hendan framtíðin, møguleikarnir,
vakurleikin, gleðin. Tú skalt eisini verða ein harður hálsur, um tú ikki fært
ilt í búkin, nú summarið styttist, og tey fara av landinum at útbúgva seg í
fremmandum londum. Allur hesin veruleikin, alt hetta vaksnamannalívið,
avbjóðingarnar, ábyrgdin, óvissan.
Júst um hetta mundið, tá ovurkætið yvir nývunna frælsið og óendaligu
møguleikarnar er um at leggja seg og broytist til ekka fyri framtíðini, eru so
nógv vaksin, sum hevja sínar klóku røddir og koma við nøkrum øgiliga vaksnum
ráðum. Fleiri av hesum ráðum snúgva seg um trygd og vinnulív, tøkni og
búskap, fasta inntøku og pensjónsuppsparing. Ráðini eru heilt víst vælætlað,
men tey eru eisini einrættað og vísa bert til heilt fáar útbúgvingar, tey eru
konservativ og knýtt at ávísum lívsháttum, og harafturat eru hesi vaksnu
óvitandi, tí tey vanliga bert síggja møguleikarnar fyri eini bjartari framtíð, um
ungdómurin bendir seg uttan um listina og tey humanistisku fakini.
Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg ein politikara ráða nøkrum
studentaskúlanæminum at taka sær útbúgvingar, sum vendu sæt til vinnulívið.
”Vinnan skal vinna”, segði hann, ”tað er tí hon eitur so”. Vaksið gerandisvit er
viðhvørt meiri tollut enn skilagott, og ofta skulu vit hoyra ráð frá vaksnum, sum
ikki hava hugflog at síggja onnur virði enn tey, sum kunnu vekslast til okkurt,
sum kann seljast. Vaksin vanahugsan, sum ikki megnar tankan, at vit eisini
hava brúk fyri humanistiskari vitan í okkara vitanarsamfelagi, at tað er ein
samfelagsuppgáva er at menna hugmyndir, at vit hava brúk fyri greiningum av
okkara heimi, av mannaættini og tess virki. At humanistisk hugsan liggur undir,
hvussu vit fata okkara heim, okkara mentan, og at listin er ein drígvmegi í søgu
mannaættarinnar.
Tað er skakandi, at vaksin liva eitt so handilskent lív og hugsa so peningafest,
at tey ikki síggja vandan í at alt verður einrættað, ikki síggja magfeldið í
humanistiska rúminum, marfeldið í lívstulkingum, hugsunarháttum, heimsfatan
er grundleggjandi fyri, at okkara samfelag er til.
Tey ungu skulu velja humanistisku leiðina ella listaleiðina, um tey hava hug
til tað. Tey skulu ikki vænta sær nakra lívsvissu, men tey verða við til at menna
nýggjar tankar, skapa margfeldi og nýhugsan, og tey ríka seg sjálvi og heimin
við øðrum enn krónum og oyrum.
Har má verða annað týðandi enn krónur og oyru, tá man skal velja sær ein
leiklut í hesum heimi.
ritstjóri
Inger Smærup Sørensen
Oddagrein
FØROYSKA VEIÐAN Í NORÐURLENDSKU GRUNNUNUM
BARNAMENTANARSÍÐAN – NÚ ERU ALLAR BØKURNAR Í BÓKARØÐINI UM MUMIDAL AT FÁA Á FØROYSKUM
VEGURIN ER LANGUR ENN
SAMRØÐA:
LISTAHEIMUR TEIRRA UNGU
LIST OG MARKNAÐUR
TÁ EITT PLUSS EITT ER TRÝ
SUMMARTÓNAR 2014
PLAKAT EFTIR JENSINU OLSEN
PLAKAT: