týsdagur 9. september 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Mikudagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Holgar Jacobsen arbeiðir í
løtuni við spildurnýggjari
útgávu, sum eftir ætlan skal
gevast út fyrst í komandi
ári. Hóskvøldið fer Holgar at
spæla nýggju útgávuna úr
enda í annan í Sirkus.
Heitið á nýggju útgávuni
er "Fjøtraður", og hon inni
heldur 10 løg. Níggju av teim
um eru heilt nýggj, meðan
tað eina er ein endurinn
spæling av lagnum "Slætta
nes", ið Holgar gav út um
aldarskiftið.
Løgini eru skrivað sein
astu tíðina, og tekstirnir eru
ofta merktir av lívsins beiska
veruleika,
tulkaður
uppá
Holgar'sa húðærliga máta.
Innspælingin fer skjótt
í gongd í Studio Bloch og
verður gjørd eftir saman
live-leisti, sum undanfarnu
solofløgurnar "Ongan veg"
og "Kanska tú svav", ið báð
ar hava fingið sera góða
undirtøku, samstundis sum
ummælini hava verið sera
positiv.
Konsertin byrjar kl 21.00,
og tað er ókeypis atgongd.
– Fráboðanin hjá løgmanni um
fyribils at taka øll fiskirættindi frá
Anitu var ein roynd at varpa ljós
á okkurt annað enn Skálafjarðar
tunnilin.
Tað
sigur
advokaturin
hjá
reiðarínum Seta, sum eigur og
rekur garnaskipið Anitu. Tað er
týðuligt, at reiðaríið ikki vil hava
sitandi á sær, at tað hevur framt
ránsveiðu undir Føroyum.
Vørn hevur mælt Fiskimála
ráðnum
og
seinni
Løgmans
skrivstovuni til at taka veiðiloyvið
frá skipinum. Orsøkin til, at Løg
mansskrivstovan fær málið at
avgreiða er, at einasti føroyingur
umborð á skipinum, skiparin, er
bróðir aðalstjóran í Fiskimálaráð
num, sum tí verður ógegnugt at
viðgera málið.
Sambært Vørn er talan um sera
grov brot á lógina um vinnuligan
fiskiskap, »at talan í veruleikanum
er um skipaða ránsveiðu av før
oyska landgrunninum«. Vørn met
ir eisini, at hendan ránsveiða er so
umfatandi, at hon setir alla garna
veiðuskipanina og botnfiskiskapin
undir Føroyum sum heild í vanda.
Og nú løgmaður hevur sagt, hvat
hann heldur um slíkt virksemi – og
at hann er samdur við Vørn í, at
reiðariíið eigur at missa øll veiði
loyvi alt fyri eitt – eisini áðrenn
dómur er fallin, so vil advokaturin
hjá Anitu vera við, at løgmaður er
vorðin ógegnigur at viðgera málið.
Sjálvnandi skal eitt slíkt mál
ígjøgnum
rættarskipanina,
har
dómur skal fellast. Men myndug
leikarnir hava rætt til – og eiga
sjálvandi – at reagera, tá so álvarslig
brot verða framd, sum sum skipið í
hesum føri er ákært fyri. Tað er stór
skomm fyri Føroyar og føroyingar
og føroyska vinnu, at føroyingar
soleiðis seta fremmand fólk fyri
trælaløn og sera vánaligar umstøð
ur – og at eyðræna fiskastovnar
okkara soleiðis, sum er sjón fyri
søgn í hesum máli:
Anita hevði loyvi at hava 1.400
gørn. Tá tey vórðu tikin upp alt ov
langt aftan á vanlukkutúrin, tá ein
indonesiskur sjómaður lat lív, vóru
tey ikki 1.400 mena 4.649.
Advokaturin førir fram megin
regluna um, at tann ákærdi er
ósekur, áðrenn hann er dømdur.
Men soleiðis er ikki altíð. Tí summu
lógarbrot eru so stór, at fólk verða
afturhildin, áðrenn tey verða dømd.
Og tað er tað, sum myndugleikarnir
halda í hesum føri, at brotini hjá
Anitu eru so álvarsom, at veiðiloyvi
skal takast frá skipinum fyribils, til
dómur er fallin.
So fáa vit at síggja, hvør er hin
frægari spinndoktarin, advokaturin
ella løgmaður.
Advotkatur: Løgmaður
roynir at flyta fokus
Ránsveiða ella uttanumtos
Ikki færri enn 16 fólk hava
søkt starvið sum føroyskt
sendifólk í nýggju føroysku
sendistovuni,
sum
skal
stovnast í russiska høvuðs
staðnum, Moskva.
Tað sigur løgmansskriv
stovan, nú umsóknarfreistin
var úti á middegi mánadagin.
- Uppgávurnar hjá sendi
manninum verða at virka
sambært uttanríkispolitikki
Føroya, at umboða føroyskar
myndugleikar mótvegis russ
iskum myndugleikum og øðr
um sendistovum í Moskva og
at røkja sambond við russiskt
vinnulív og mentanarlív, sig
ur løgmansskrivstovan
Starvið verður sett frá 1.
november 2014 ella so skjótt,
sum til ber.
16 fólk vilja til Moskva
Holgar syngur um
lívsins beiskleika
Lokkið
ferðafólk
at brúka
pengar
Guðrið Højgaard
s23
Eg gevi
ikki upp
Gilli Sørensen
s34-35
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
týsdag
mikudag
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
hósdag
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi
og stundum regn. Hitin millum 10 og
13 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av útsyn-
ningi og yvirhøvur turt, men támut
veður. Hitin millum 13 og 16 stig.
Lot til andøvsgul av útsynningi og
vestri og ælingur, men eisini sólglottar.
Hitin millum 11 og 14 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Fríggjadagin lot av suðri og eitt
skifti regn. Leygardagin andøvsgul
av útsynningi og ælingur. Hitin
millum 11 og 15 stig.
Veðrið týsnáttina:
Eitt brúgvalag sunnanfyri Ísland
kemur hendavegin.
Veðrið mikunáttina:
Brúgvalagið við Føroyar fer
norðureftir.
3-8 m/s
8-13 m/s
5-10 m/s
3-8 m/s
8-13 m/s
5-10 m/s