týsdagur 9. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Vit kenna myndina í dag.
Myndina
av
sperdu
og
strongdu
familjuni,
sum
rennur frá einari almenn
ari hurð til aðra, frá einum
málsviðgera
til
annan,
samstundis
sum
frustra
tiónirnar vaksa sum ókrút.
Tann myndin skal vera for
tíð.
Í staðin skal samfelagið
røkja sína uppgávu, myndug
leikarnir skulu taka ábyrgd.
Taka ábyrgd bæði av sínum
parti av tænastuni og eisini
taka ábyrgd av at samstarva
og samskipa tænastuna við
aðrar myndugleikar. Nýggja
myndin skal vísa samstarv
og samskipan, soleiðis at
familjan fær tey tilboð, ið
hon hevur rætt til, uttan at
brúka alla sína tíð og orku til
at vera sín egni málsviðgeri.
Myndirnar
vóru
báð
ar uppi at venda í fullsetta
fundarhølinum í Almanna
málaráðnum fyrrapartin týs
dagin, tá spildurnýggja til
mælið við krúlluta heitinum
”Tilmæli um at skipa eina
góða tilgongd hjá familjum
við barni við autismu” varð
almannakunngjørt.
Tilmælið er ein stutt og
greið ætlan fyri, hvussu
mongu og ymsu myndugleik
arnir í felag kunnu røkja sína
skyldu at veita børnum við
autismu og familjum teirra
eitt so gott tilboð, sum yvir
høvur tilber. Tilmælið vísir,
hvussu til ber at skapa for
treytir fyri einari góðari til
gongd hjá familjum, sum fáa
barn við autismu. Samfelagið
skal skapa eitt samanhang
andi tilboð, frá fyrstu ábend
ingar eru um autismu, til
brekið autisma er staðfest,
víðari til barnið fer í skúla
sum frálíður veksur upp og
traðkar fyrstu fetini inn í
vaksnamannatilveruna.
– Endamálið er ein greið
og skipað almenn tænasta,
sum byggir á samstarvsav
talur, eitt felags virðisgrund
arlag og greiðar virkisætlan
ir fyri hvørt einstakt barn
við autismu, sigur Eyðvør
Mortensen, sum legði tilmæl
ið fram vegna arbeiðsbólkin.
Ein grundtanki er at
skipa eitt vælvirkandi toy
mi um hvørt einstakt barn
við autismu. Í toyminum
eru, umframt foreldrini at
barninum, eitt umboð fyri
almannaøkið,
heilsuøkið,
námsfrøðina og sernáms
frøðina. Umboðini hava so
hvør í sínum lagi ábyrgd fyri
sínum øki, tey eru at at rokna
sum akkerspersónar fyri sín
stovn ella geira, og arbeiðið
verður skipað við regluligum
netfundum við fastari skrá.
– Vit meta, at eitt vælvirk
andi toymi um barnið kann
loysa tær flestu avbjóðing
arnar, sum eru, sigur Eyðvør
Mortensen og leggur afturat:
- Á henda hátt fáa øll
somu tilgongd í samskifti
við nógvu og ymisku tæn
asturnar.
Sambært
arbeiðsbólki
num eru millum 150 og 200
børn við autismu í Føroyum.
Nýggja skipanin skal setast
í verk 1. januar næsta ár, og
í seinasta lagi 1. januar 2016
skulu allar familjur hava
fingið tilboðið.
Familjan
Arbeiðið at fáa almennu
myndugleikarnar og stovn
arnar at tosa saman byrjaði í
2012, og síðani tá hava okkurt
um 50 fólk verið við, um
boðandi ymsu aktørarnar á
økinum. Tað vísir, sambært
arbeiðsbólkinum,
hvussu
kompliserað økið er ídag.
Ein mynd, ið formaðurin í
Autismufelagnum
kennir
aftur frá gerandisdegnum
hjá familjunum.
– Í dag er ikki óvanligt at
familjur hava okkurt um 14
ymiskar, almennar myndug
leikahurðar at banka uppá
fyri at fáa hjálp til síni børn
við autismu, sigur Jørmund
Foldbo.
Framman fyri fullsetta
fundarhølinum í Almanna
málaráðnum vísti hann á
dømi um tær mongu stovns
eindirnar við sínum starvs
fólkum, sum eitt barn við
autismu og familjan hava
samband við gjøgnum upp
vøksturin.
– Hetta er tað, sum ein
familja skal taka sær av í
dag, sigur Jørmund Foldbo
og slær út við ørmunum.
Tí fegnast formaðurin í
Autismufelagnum um nýgg
ja leistin.
– Tað, sum hendir í dag,
er at familjan blívur burtur
í øllum hurðunum og sam
skiftinum við tað almenna.
Í tí stóra og heila vænta vit,
at familjan nú kemur aftur í
aftur, sigur Jørmund Foldbo.
Sambært formanninum
er broytingin harðliga til
trongd:
– Mín pástandur er, at
kom hendan yvirlýsingin
fyri 15-20 árum síðani, so
høvdu nógvar mannalagnur
verið spardar, sigur Jørmund
Foldbo við undirskrivaðu
yvirlýsingini í hondini.
Hann fegnast um arbeiðið
og lidna tilmælið, sum setir
brúkaran í fokus.
– Hvør er tað, sum veit
best um støðuna hjá tí ein
støku familjuni? Eru tað tey,
sum standa uttan fyri og
hyggja inn, spyr Jørmund
Foldbo retoriskt:
– Nei, tú mást fara inn í
einstøku familjuna og har
finna útav, hvussu tey hava
tað. Tað er tað fantastiska
við hesi tilgongdini – man
er farin inn til familjuna og
hevur spurt tey.
Jørmund Foldbo sigur seg
trúgva, at fyri nógv fakfólk
var tað óivað ein ”aha-uppliv
ing” at arbeiða á henda hátt.
– Men í dag hava øll
ognarkenslu fyri arbeiðnum
og úrslitinum. Vit hava ikki
fingið eitt álit á 300 síður,
men eitt liðugt produkt. For
eldrini verða loyst frá upp
gávuni at samskipa alt, vit
fáa eina heildarætlan fyri
barnið, eitt skipað samstarv
tvørtur um fakmørk og eina
skipaða tilgongd gjøgnum
uppvøksturin hjá barninum,
sigur Jørmund Foldbo.
Hann hevur góðar vónir
um, at yvirlýsingin og til
mælið ikki bara enda sum
føgur orð.
– Vit eru greið yvir,
at trøini vaksa ikki inn í
himmalin. Tí var endamálið
við arbeiðinum at finna útav,
hvussu vit kunnu fáa meira
burtur úr tí, sum longu nú er
játtað til endamálið. Tað hal
di eg hevur eydnast, sigur
Jørmund Foldbo.
Familjan skal aftur
sleppa at vera familja
Í felags yvirlýsing binda trý landsstýrisfólk og formaðurin í Kommunufelagnum seg til at samstarva.
Børn við autismu og familjur teirra skulu nú fáa eitt samskipað heildartilboð frá almennu Føroyum
Vælvild
Ikki færri enn trý landsstýrisfólk og formaðurin í
Kommunufelagnum skrivað undir felags yvirlýsingina. Øll
eru tey sannførd um, at góða tilgongdin fer at bera á mál:
– Tilmælið er eitt ítøkiligt amboð, sum vísir
okkum, hvussu familjur við børnum við
autismu aftur sleppa at vera familjur og ikki
málsviðgerðar.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum
– Við samstarvsavtaluni er ein góð tilgongd
byrjað. Hetta er ein slóðbrótandi og
framsøkin verkætlan og eitt gott grundarlag
at arbeiða út frá.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum
– Søgan vísir okkum, at uttan samskipan
fer góði viljin í vaskið, tíverri. Her hava vit
eitt frálíkt tilmæli, sum skal fremjast í verki
skjótast tilber.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum
– Avbjóðingin hevur verið at forða fyri,
at børn við autismu og familjur teirra
ikki gerast kastibløkur í systeminum.
Kommunurnar partur í hesum nýggja
samstarvi skal ikki liggja eftir.
Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum
– Mín pástandur er, at kom hendan yvirlýsingin fyri
15-20 árum síðani, so høvdu nógvar mannalagnur
verið spardar, sigur Jørmund Foldbo