Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk Heimasíðan, business.dk, skrivar í dag, at Regin Jacob­ sen, stjóri á Bakka­frost, og mam­ma hansara, Odd­vør Jacob­sen, nú eiga parta­brøv, sum tilsamans eru verd meira enn 1,1 milliard krónur. Tey bæði eiga ávikavist 9,2 og 9,4 prosent av parta­brøv­ un­um í Bakkafrost. Saml­aða kurs­virði hjá Bakka­frost hækk­aði eini 20 prosent, tá Føroyar ikki vildu taka lut í handils­forð­ing­unum mót­ veg­is Russ­landi, og samlaða virð­ið er í dag 6,1 milliard krón­ur. Tá Bakkafrost varð skrá­ sett á norska virðis­bræva­ mark­naði­num í 2010, var sam­laða virðið á fyritøkuni mett til 1,1 milliard. Saman við Re­g­ini Jacobsen fær fíggj­ar­stjórin, Teitur Sam­ uel­sen, stórt herða­klap­pa frá norskum grein­ar­um. Teir báðir hava sam­bært grein­ ar­un­um stað­ið á odda fyri tí menn­ing­ini av heim­sins bes­ ta leiðsluhátti, skriva norsk­ir miðl­ar. - Tá tað snýr seg um mana­ ge­ment, snýr tað seg um ann­a­ð og meira enn bert lágt kost­nað­ar­støði, skriva grein­ ar­ar­nir. Ikki minst rósa teir góða fóðri­num, sum Bakka­ frost um­vegis Havsbrún let­ ur alda laksinum. Heil­støð­ an í før­oysk­ari aling er eisini millum heim­sins bestu, og tí eru keyp­ar­ar kring allan heim til reið­ar at gjalda meira fyri før­oysk­an aldan laks, enn teir vilja fyri laks úr øðr­um londum, verður mett. Áki Bertholdsen Dømið við garnaskipinum, Anitu, hevur víst púra greitt, hvussu neyðugt tað er at myndugleikarnir hava betri eftirlit við før­oysk­um skip­um, sum hava út­lends­ ka manning. Tað heldur Bjørt Samuel­ sen. Og á tingfundi í dag fer hon at biðja Johan Dahl, lands­stýrismann, greiða frá, hvussu hann ætlar at trygg­ja, at útlendingar við før­oysk­um skipum, fáa virði­lig­ar umstøður. Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, nær hann fer at tryggja, at skip, sum fiska í føroyskum sjóøki, ein­ans skulu kunna hava út­lend­ ing­ar umborð, sum hava ar­beiðs- og uppihaldsloyvi í Før­oyum. Hann skal eisini svara, um hetta ikki er ein spurn­ ing­ur, føroyskir myndug­ leik­ar eiga at hava eftirlit við. Hon vísir á, at út­lend­ ingamál eru donsk, og so vítt hon veit, hava hvørki Út­lendinga­stovan ella før­ oy­s­ku myndugleikar ann­ ars, nakað yvirlit yvir teir útlendingar, sum verða settir í starv umborð á før­ oysk­u­m skipum, og sum ikki hava arbeiðs- og uppi­ halds­loyvi. Bjørt Samuelsen stað­ fest­ir, at tað er bara krav, at út­lend­ingar við føroyskum skip­um, hava arbeiðs- og uppi­haldsloyvi í Føroyum, tá ið talan er um skip, sum eru regluliga í føroyska havn. Regluliga er ikki eitt fast ásett hugtak, men mett hevur verið at á leið 10 ferð­ ir árliga ella oftari. Bjørt Samuelsen vil hava at vita frá Johan Dahl, um tað ikki er hóskandi at strika hesa ásetingina, so at tað er galdandi fyri øll skip. Áki Bertholdsen Nú er vandi fyri, at kom­ munu­skatt­urin fer at hækka og at kommunurnar noyðast at áseta fleiri brúkaragjøld. Tað sigur Kristina Háfoss, ting­kvinna fyri Tjóðveldi. Hon er alt annað enn trygg við endurgjaldið, sam­gongan ætlar at lata kom­mun­unum fyri at yvirtaka eldra­økið. Men umframt hægri skatt og brúkaragjøld, stúrir hon eisi­ni fyri, at tænastan til tey eldru fer at vera ógvuliga ym­isk, alt eftir, hvussu ráðini hjá kommununi eru. Nú vil hon hava Jørgen Nicla­sen, landsstýrismann í fíggjar­málum, at greiða frá, hvussu hann ætlar at tryggja, at tað, kommunurnar fáa í endurgjaldi fyri at yvir­taka eldraøkið, veruliga svar­ar til útreiðslurnar, so at kom­mun­ ur­nar verða skaða­fríar. Og tað skal Jørgen Nicla­ sen greiða frá í løgtinginum í morgin. Endurgjaldið Ein partur av ætlanini hjá samgonguni er, at kom­mun­ ur­nar skulu fáa endurgjald fyri tað, tær missa í skatti við tað, at sjómenn sigla undir DIS og FAS. Ætlanin er eisini, at kom­ mun­ur­nar skulu fáa tað, lands­kassin nú fær inn við at forskatta pensjónir. Men hetta alt annað enn hóv­ar Kristinu Háfoss. Hon sigur, at inntøkan av for­skatt­að­um pensjónum fer bara at hækka eina tíð, men síðani fer hon ikki at hækka sam­svar­andi hækkingini í tali­num á eldri. Hon sigur eisini, at so hvørt, sjófólk gerast pensjónistar, og harvið fara úr FAS og DIS skipanini, mis­sa kommunurnar endur­ gjald­ið, ið skal nýtast at fíggja eldratænasturnar. 
 - Landsstýrið veit, at eldra­økið fer at krevja eina røð av ábøtum komandi árini. Tað er als ikki nóg mikið, at fleiri ellis- og røktarheim eru bygd. Tí rakstrarjáttanin til eldra­økið er als ikki hækkað sam­svara­ndi tørvinum. - Neyðugar lønar- og prís­ tals­fram­skrivingar eru ikki gjørdar á játtanum í fleiri ár, og ein røð av spar­ingum er­u framdar og sein­as­ta árini eru fleiri akut­t­ar eyka­játt­ an­ir latn­ar Løg­tingi­num, bara fyri at tryggja, at mest grund­leggj­andi partar av tæn­ast­u­ni ikki fóru fyri skey­ti. Kristina Háfoss heldur, at sam­gongan tekur hetta ikki í álvara og at veruliga or­søk­ in til, at kommunurnar nú skulu yvirtaka eldraøkið, er at lands­stýrið rennur und­ an ábyrgd­ini, og "blak­ar" út­ reiðsl­ur­nar á kom­mu­nur­n­ar. Áki Bertholdsen Tey seks Sea Shepherd fólk­ini, sum fingu dóm í Føroya Rætti mánadagin, skulu eisini vísast av landi­num. Tað ætlar í øll­ um førum løgreglan í Før­ oy­um. Fólkini vórðu dømd fyri at hava órógvað grinda­dráp­ið á Sandi síðs­ ta viku­skift­ið. Talan er um brot á politi­við­tøk­ur­nar og kunn­gerð­ina um grind, og afturfyri tað, vórðu tey dømd at rinda 1000 krónur í bót í part. Men Peter Thaysen, sjef­politiinspektørur, sig­ ur, at ætlanin er eisini at fáa tey víst av landinum. Tískil hevur løgreglan í Før­oyum nú sent danska ud­lændinga­styrelsen mál­ið við einum tilmæli um at tey fara at vera víst av landi­num. Avgerðin fellur ein av fyrs­tu døgunum. Hann sigur, at hann vænt­ar avgjørt at fáa við­hald í, at fólkini skulu vísast av landinum. Hann sigur, at verða tey útvíst, væntar hann, at tað verður í eitt tíðar­ skeið, kanska trý ár, ella fimm ár. Nú var talan um ein bót á 1000 krónur. Tað er ikki tað mest álvarsliga brots­verkið, men Peter Thay­sen sigur, at tað er nóg mikið til at fólk verða send av landinum. - Verður ein út­lend­ ing­um tikin fyri at stjala í ein­um handli, høvdu vit eisini viðgjørt spurningin um at vísa viðkomandi víst av landinum. - Talan er sostatt ikki um, at vit gera mismun á fólki hjá Sea Shepherd, og øðrum útlendinum, tí í mál­um sum hesum er tað ein heilt nátúrlig manna­ gongd, at viðgera spurn­ ing­in um útvísing, sigur hann. Boykotti hjá vesturheiminum av Russlandi hev­ur skapt fyrstu milliard­ ing­ar­nar í Før­oy­um Vilja tveita Sea Shepherd fólk úr Føroyum Løgreglan mælir til, at seks Sea Shepherd fólk verður víst úr Føroyum Føroyskir milliardingar Nú má Johan Dahl herða eftirlitið Nú skal Johan Dahl greiða frá, hvussu hann ætlar at forða fyri, at reiðarar fáa útlendingar til Føroya at arbeiða fyri undirløn Vandi fyri fleiri brúkaragjøldum Løgtingskvinna er alt annað enn trygg við endurgjaldið, samgongan ætlar at lata kommununum fyri at yvirtaka eldraøkið