Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fimtihvør næmingur dugir ikki at lesa Valstøðini mugu gerast størri Nú skal Bjørn Kalsø greiða løgtinginum frá, hvat hann ætlar at gera við trupulleikan, at fimtihvør skúlanæmingur ikki dugir at lesa – Valstøðini til løgtings- og fólkatingsval eru í nógvum førum so smá, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. Hetta er ikki nøktandi, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum enn einaferð reisir málið á løgtingi Áki Bertholdsen Serfrøðingar meta, at 15- 20 prosent av næm­ing­ un­um duga hvørki at lesa ella skriva, tá ið tey fara úr Fólka­skúl­an­um, og nú vil Gunn­vør Balle hava Bjørn Kalsø, lands­stýr­ is­mann í skúla­mál­um at greiða løg­ting­in­um frá, hvat hann ætl­ar at gera við tann trup­ul­leik­an. Sambært Gunnvør Balle er nóg mikið at tríva í, tí eitt, sum stórt trot er á, eru skúla­tím­ar til børn við ser­lig­um tørvi. Hon veit dømi um ein næm­ing, sum Sernám metti til at hava tørv á full­um stuðli í 1. flokki, tvs, einar 22 tímar, men tá ið avtornaði, fekk allur skúl­in hjá næminginum bara 10 tímar tilsamans.  – Hetta er tískil ein ov­ ur­stór avbjóðing, sum má takast í størsta álvara, sig­ ur Gunnvør Balle. Hon vísir á, at lesi­veg­ leið­arir eru útbúnir, men teir verða ikki brúktir til fuln­ar, tí teir hava hvørki nóg nógvar tímar ella nóg smid­liga skipan, tá ið teir ferð­ast millum skúlar. – Somuleiðis eru 18 orð­blinda­lær­ar­ar út­bún­ ir, men enn er ong­in tími játtaður til orð­blinda­und­ ir­vís­ing í fólkaskúlanum. Á tingfundinum mikudagin fer Helgi Abrahamsen, løg­ tings­mað­ur, at seta Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um stødd­ina á valstøðunum, ið verða nýtt til løgtings- og fólka­tings­val. Helgi Abrahamsen hevur fyrr reist spurningin, um lands­stýr­ið ætlar at broyta mark­ið fyri minstu stødd á val­støð­um, og hvussu nógv­ ir velj­ar­ar landsstýrið held­ur vera hóskandi sum minsta­ mark fyri eitt valstað. Nú spyr løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin, um lands­ stýr­is­kvinn­an ætlar at gera nak­að við hetta málið áðr­ enn komandi løgtings- og fólka­tings­val, sum verða í seinasta lag­i um eitt ár. Helgi Abra­ham­sen vil eisini hava at vita, um landsstýrið hevur arb­eitt við tankanum um at broyta valskipanina soleiðis, at atkvøðurnar á teimum minstu valstøðunum kunnu verða taldar saman við ein­ um størri valstaði. Tora ikki at velja eftir síni sannføring Í viðmerkingunum til fyri­ spurn­ing­in vísir Helgi Abra­ ham­sen á, at dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eft­ir síni bestu sannføring, tí tann sum hevði væntað sær at­kvøð­una, kann lætt­ liga rokna út, hvør velj­ar­in er, sum hev­ur vent honum bak­ið. ”Hetta er ikki nøktandi og er sera óheppið fyri demo­ krati­ið á smáplássunum” sig­ ur Helgi Abrahamsen. Hann vísir á, at ein meginregla í va­llóg­ini er, at valið skal vera loyni­ligt. Millum ann­að verð­ ur sagt í lógini, at at­kvøðu­ rúm­ini skulu vera soleiðis hátt­að, at ongin skal hava møgu­leika fyri uttanífrá at síggja, hvussu atkvøtt verð­ ur, og atkvøðukassarnir skulu vera læstir, meðan at­kvøðu­greiðslan fer fram. ”Men kortini hava vit so smá val­støð, at til ber at rokna seg fram til, hvussu tann einstaki velj­ar­in hevur atkvøtt,” sigur Helgi Abrahamsen. Munnligir fyrispurningar standa á skrá fyri tingfundin í morgin. Vilt tú vera við til at bera vinnuna framá? Megnar tú at fara í dýpdina og at arbeiða breitt? Klárar tú at hava fleiri bóltar í luftini í senn og halda høvdið kalt? So er eitt spennandi starv at søkja í Vinnuhúsinum! Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnu húsið. Ráðgevin skal serliga ráðgeva byggivinnuni um byggimál og samskipa áhugamálini hjá vinnuni innan yrkisútbúgvingar, útboð av verkætlanum og karmar fyri vinnuna annars. Ráðgevin skal eisini arbeiða við øðrum uppgávum fyri vinnugreinafeløg og arbeiðs gevarafeløg í Vinnuhúsinum. Arbeiðið fevnir um at • ráðgeva limum • samskipa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgum • lýsa mál og gera frágreiðingar • viðgera lógir og kunngerðir • luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum • vera við í fyriskipan av vinnuligum tiltøkum og átøkum Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar. Vit vænta, at tú • hevur útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra viðkomandi hægri útbúgving • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir • hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst • hevur góð samstarvsevni • dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum Vit kunnu lova tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Ráðgevi til Vinnuhúsið Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnugreinafeløgini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo. sansir.fo Føroya Arbeiðsgevarafelag // Vinnuhúsið // Postsmoga 1038 // FO-110 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // industry@industry.fo Løn eftir avtalu. Skrivlig umsókn, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi mánadagin 22. september 2014, kl. 12.00. Umsóknin við skjølum skal sendast til industry@industry.fo. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tel. 30 99 00.