Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. september 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. september 2014 · Nr. 102 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var úr mjørkanum og sirm­inum hendan sunnu­ dag­in 4. mai 2014, at syrgiligu deyðs­boðini bórust um Leif. Tað føldist líka so órættvíst, sum óveruligt, at okkara Leif ikki var millum okkum long­ ur. Tí, fyri okkum børn í Turiðargøtu, var Leif okkara. Altíð var Leif nærverandi og skjótur við eini hjálpandi hond, líkamikið um tað var tilfar til eina hyttu ella at skrúva upp á eina súkklu. Var tað nakað tiltak í gøt­ uni, so stóð Leif altíð á odda. Leif var millum annað partur av høsnarhúsinum, ið stendur niðanfyri Turiðargøtu. Har vóru fleiri hønur, ið vurpu, og hvønn dag gekk Leif yvir at geva teimum og annars ansa hønunum. Vit børn sluppu sjálvandi eisini upp í part, har vit sluppu at síggja, hvussu ný­vorpin egg sóu út og ikki minst høsnarungarnar. At útnytta løturnar dugdi Leif so ómetaliga væl, og hev­ur hann mangan ríkað okk­um við sínum barn­ dóms­tólum og annars øllum hin­um stuttliga, sum Leif altíð fann í kjallaranum til røttu løturnar. Vit minnast gummi­bátin og ikki minst stýri­sletuna og spark­aran, ið nærm­ast kapping var um, so skjótt ein kava­flykra hevði lagt seg. Eisini tað, at Leif hevði so stóran áhuga í video, hevur gjørt, at vit altíð hava kunnað komið í Turiðargøtu 12 at síggja alt tað, ið vit vildu. Alt frá Pippi, Emil, teknifilmar og annars stuttligar upptøkur frá tiltøkum, ið Turiðargøta hevði gjørt í felag. At Leif var ein gáva til børn­ini er slett einki at ivast í. Við sínari lívsgleði var Leif nýttur til fleiri barna­send­ ing­ar. Eitt nú hevur Leif bygt spæli­húsið í havanum, har Hanni­bal og Angela tóku eina send­ing upp. Sum altíð dugdi Leif at siga eina góða søgu um, at Hanni­bal nú búði í húsunum. Fleiri okk­ ara minn­ast, hvussu errin vit vórðu, tá Hanni­bal búði í gøtuni hjá okkum. Eisini abbabørnini hava sanniliga mist ein dýrgrip. Leif elskaði tey so ómetaliga høgt og við sínum lætta lyndi, sum vit øll børnini í gøtuni kenna, hjúklaði hann um tey og gav teimum ein nærleika, ið vil følast sum eitt stórt tómrúm fyri tey, nú Leif ikki ert millum okkum longur. Hetta lætta lyndið vil eisini geva teimum ta styrki, sum krevst, nú tey skulu víðari á leið inn í eina nýggja tíð. Saknurin verður stórur hjá okkum, ið hildu so ómeta­ liga nógv av Leif, men størsta saknin hevur tú góða Nanly. Vit ynskja tær, Vivian og abba­børn­unum styrki og góð minnir. Vit hava altíð vitað, at Leif áttu vit til láns, men lær­dómin, Leif gav okkum, eiga vit fyri lívið. Leif hevur ríkað okkara lív, og vilja vit altíð virðismeta tey minnini, ið Leif gav okkum. Børnini í Turiðargøta Minningarorð um Leif Guðmundsson 30. 30. septembur 1946 4. mai 2014 Góði Hjalmar. At vit nú sita og skriva minningarorð um teg kennist tungt og møtu­mikið. Vit skilja enn ikki, at tú var tikin og saknurin situr enn líka tungur á okkum nú, sum hann gjørdi tá fyrst vit frættu, at tú var deyður. Deyðin er sum oftast óvæntaður gestur og hetta er einki undantak. Tann leygar­morgun vit fyrst fingu tað at vita, kendist tað sum onkur hevði gjørt eitt mistak. Tað kundi ikki verða Hjalmar Holm, ið talan var um. Vit sóu fyri okkum, at tú kanska sat og smáflenti eftir hesum mis­taki. Sum fráleið skiltu vit, at hald var í søgunum. Tað var tú, ið talan var um. Kensl­an, ið tá byrjaði at leggja seg omaná okkum er ring at siga frá. Óveru­ligt, mein­ings­leyst, skelk­andi, órætt­víst! Tað vórðu nakrar av kensl­un­um, ið komu fram. Hetta sæst eisini aftur í øllum boð­unum, ið blivu send til tín Face­book vanga. “Tann besti er tik­in frá okkum”, “Fittari per­sóni skal mann leita leingi eftir” og “Skemt­ingar­samur, hjálp­samur og vinar­ligur” vórðu nøkur av boð­un­um, ið vórðu send tær. Vit á Vodafone kunnu taka undir við øll­um hes­um. Tú var hjálp­samur, segði ongan­tíð nei, klárur við tí góða og, ikki minst, skemt­ingar­sam­ur og altíð klárur við eini góð­ ari. Hetta kom eisini greitt til sjóndar útfrá tí stóru fjøld, ið fylgdi tær til gravar og møtti upp til ervið í Sjón­leik­ara­ hús­in­um. Á minningarhaldinum mána­dagin eftir deyðsboðini lá ein farri av sorg og trilvan yvir arbeiðsplássi. Tað var ringt at fyrihalda seg til hvat var hent. Tað er tað í ein ávísan mun enn. Spurn­ing­arnir eru enn teir somu og saknurin er enn líka stórur. Deyðan koma vit ongantíð at skilja, men vit læra okk­um at liva víðari við tí og teim broyttu umstøðunum. Tað vit kunnu gera nú er at minnast teg og finna gleði í teimum mongu góðu minn­um, ið vit hava um teg. Vit kunnu taka til okkum orð­ini hjá Martin Joensen úr sang­inum ‘Lat Meg Goyma Teg’, ið hann sang til okkara á minn­ingar­haldinum: Gev mær tónar, gev mær røddir, gev mær lut í tínum lag. Hoyr ein moll ímillum durir, hann fylgir tær avstað. Til eina ferð vit síggjast aftur goymi eg teg her hjá mær. Gev mær tónar, gev mær røddir, lat meg meg goyma teg. Okkara samkensla fer fyrst og fremst til foreldur Hjalm­ars. Saknurin, ið tey sita við er tann tyngsti, men vón okkara er, at tey sum tíðin fer, eisini finna gleði í teim minnum og gleðiligu løtum, ið teimum untist at hava saman við Hjalmar. Vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um okkara starvsfelaga og vin, Hjalmar Holm. Minningarorð um starvs­ felaga og vin okkara Hjalmar Holm